Gera gjøldur úr Washington Post

Amerikanska blaðið valdi at lýsa leiðaran fyri Isis á heldur øðrvísi hátt.

 

Amerikanska blaðið Washington Post er rættiliga komið í andglettin, eftir at blaðið í gjár á heldur løgnan hátt kunngjørdi, at Abu Bakr al-Baghdadi var deyður.

"Al-Baghdadi, strangur átrúnaligur leiðari fyri Islamaskan stat, deyður sum 48 ára gamal" stóð at lesa í fyrstu yvirskriftini, ið Washington Post skrivaði um al-Baghdadi. Washington Post varð sum vera man fyri sterkum atfinningum fyri at skriva so veika yvirskrift um al-Baghdadi, sum stóð á odda fyri Islamskum stati frá 2010 og fram til deyða hansara í gjár.

Undir leiðsluni hjá al-Baghdadi megnaði Islamskur statur at leggja stórar partar av Sýrialandi og Irak undir seg, og yvirgangsbólkurin framdi óteljandi brot á mannarættindi, áðrenn tak teirra um stóra landaøkið viknaði.

Atfinningarsom hava verið á Twitter og víst teirra ónøgd við yvirskriftina, og við hasjtagginum #WaPoDeathNotices verður nógv gjørt burturúr í løtuni at gera líknandi yvirskriftir um onnur bølmenni.

 

Nøkur dømi eru niðanfyri:

 

"Adolf Hitler, eldhugaður listamaður, djórarættindaaktivistur og evnaríkur talari doyr 56 ára gamal" - @TheLaurenChen

 

"Satan, óortodoksur átrúnaligur leiðari kendur fyri mótstøðu móti kendum vínmakara, Jesus, doyr 14 milliardir ára gamal" - @Jason_Howerton

 

"Josef Mengele, slóðbrótandi gen-granskari og paraguyanskur ítrívsbóndi, deyður, 67 ára gamal" - @_HelenDale

 

"Genghis Khan, gitin fjakkari, doyr sum 64 ára gamal" - @thor_benson

 

"Pol Pot, kambodjanskur heimspekingur og landbúnaðarkollveltari, deyður 72 ára gamal" - @BRyvkin

 

Washington Post hevur síðani broytt yvirskriftina.

 

Sambært altjóða miðlum sprongdi al-Baghdadi seg sjálvan og trý av børnum sínum í luftina við einum sjálvmorðsvesti, tá servandir amerikanskir hermenn høvdu tikið seg inn í skjól hansara í Sýrialandi.