vóru tað tó aðrar orsøkir til, at dysturin varð av ongum. Leikarar hjá báðum vóru í høllini, og menn vóru so smátt farnir at rigga seg til, tá VÍF-venjarin fekk at vita, at pápi hansara hevði givið upp ondina [...] Hondbóltssambandinum, Jógvan Martin Mørk, sigur, at hetta ikki merkir, at StÍF hevur tapt dystin. - Dysturin skal spælast, men í løtuni dugi eg ikki at siga, nær hetta verður, men spælast skal hann. Oddadystur [...] ondina. Skjótt varð avrátt, at dysturin skuldi flytast, og væntandi verður hann leiktur eina ferð í hesi vikuni. Spurningurin tykist tó at vera, hvussu hetta fer at ávirka hinar dystirnar. Mikukvøldið
um at vinna. Men tað er greitt, at størsta stríðið stóðst av, at eitt mál var farið í tingið uttan at hava fingið neyðugu góðkenningina frá tí eina samgonguflokkinum. Tí vórðu greið boð givin um at taka [...] Vaglinum henda dagin, so gevur tað einum nakað at hugsa um, og tað fær ein eisini til at ivast í nógvum tingum. Men hinvegin má man vera so mikið at sær komin, at man ikki letur persónliga forfongiligheit stýra [...] rationelt. Men tað er greitt, at hatta var ikki nakað, sum fremur samarbeiðið. Tað er so púra vist, og tað havi eg skrivað mær aftan fyri oyra. Anfinn Kallsberg hevur ongan hug til at gera viðmerkingar til, hvør
Tað er einki at ivast í, at formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hevur rætt, tá hon segði við Sosialin ígjár, at semingsmenninir fáa eina trupla uppgávu, tá teir skulu royna at fáa semju millum fakfeløgini [...] fiskivinnu. Tí mugu vit aftur ásanna, at tað var spell, at politiski myndugleikin ikki kundi semjast um at lækka kostnaðarstigið í samfelagnum, so løntakarar av álvara merktu, at keypiorkan ikki minkaði, men [...] krevja 20 prosent meira í løn, men tað ljóðar, at arbeiðstakararnir vilja ikki lata 10 prosent í einum tvey ára longum sáttmála. Grundarlagið fyri kravinum er, at keypiorkan er fallin meiri enn 10 prosent tey
mai burturúr, tí løgmaður hevði boðað frá, at hvørki hann ella Fólkaflokkurin kundi taka undir við fólkaatkvøðuni eftir at Nyrup hevði meldað út, at eitt ja fór at merkja fýra ára skiftistíð. Men uppskotið [...] á Neystabø um, at landsstýrið hevði gjørt av, at Føroya fólk á fólkaatkvøðu 26. mai skuldu spyrjast, um tey tóku undir við eini løgtingslóg við fýra ásetingum. Fyrsta ásetingin segði, at øll málsøki verða [...] er burtur. Og fjóðra ásetingin segði, at fólkaatkvøða verður um at skipa Føroyar sum fullveldisríki í seinasta lagi 2012. Lógaruppskotið, sum Høgni Hoydal ætlaði at leggja fyri tingið innihelt hesar fýra
partar má dysturin sigast at hava stóran týdning. Gøtumenn eru á odda í landskappingini, og tískil er sjálvandi umráðandi at vinna, um munurin niður til B36 aftur skal økjast, eftir at hann tódnaði nakað um [...] flestu mundu roknað við, at árstalsfelagið í ár fór at verða sera drúgt í oddastríðnum. Stigatalvan sigur tó nakað annað. 10 stig fyri sjey dystir er úrtøkan higartil. Tað merkir, at munurin upp til GÍ longu [...] um vikuskiftið, og verri gerast tær helst ikki av, at gøtumenn eftir øllum at døma hava fleiri skaðar at dragast við. Tá vit frættu týsmorgunin var ivasamt, um teir tríggir, Hans Pauli Petersen, Pól Ennigarð
í Havn. Mjólkarvirkið sigur, at ætlanin var at fáa hann suður beinanvegin fyri at hava hann til taks. ? Men tað gekk so striltið at fáa hann suður, at ongin ivaðist í, at hesum flutningurin varð blokeraður [...] Tað var ikki fyrrenn at Petur Karl av Rana, bóndi á Tvøroyri, gramdi seg í Útvarpinum um, at ?Tvørafjørður var hvítur av mjólk? sum tey høvdu stoytt í havið, at gongd kom í málið. Tí at bóndurnir í Suðuroy [...] tilsamans eru sostatt yvir 10.000 litrar farnir havið hesar dagarnar. Orsøkin er, at øll hava hildið, at tað hevur ikki borið til at fáa mjólkina frá bóndrunum í Suðuroynni, norður til Havnar, so leingi verkfall
umhvørvi. Har eru góðar umstøður at taka ímóti viðskiftafólki og skjótt er eisini at koma út til kundarnar, ikki bert í Havnini men kring alt landið, nú nýggi ringvegurin er um at verða liðugur. Tað eru Rasmus [...] & Tele, ið hevur lagt seg eftir at vera ein av teimum førandi fyritøkunum í landinum innan el-,edv- og telekervi. Rasmus Magnussen sigur, at teir hava lagt seg eftir at kunna veita kundum sínum eina h [...] Tað skal vera óneyðugt hjá kundanum at leita sær fleiri staðni fyri at kunna fáa tær tænastur hann hevur brúk fyri á el- og teleøkinum. Teir leggja m.a. stóran dent á at kunna veita eina góða og holla ráðgeving
mótmælir, tað tykist sum øll halda at so skal vera, Havnin skal hava meir og meir av almennu pengunum, sum allir føroyingar eiga at hava rætt til. Alt hetta átti at fingið onkran at rakna við. Havnin bara veksur [...] stórir partar av landinum standa í stað. Í staðin fyri at tosa um at venda gongdini við at leggja alment virksemi út um landið, verður argumenterað fyri at leggja meir av almennum pengum í Havn, í hesum førinum [...] Trýstið á Havnina er so stórt, at ikki ber til at hýsa teimum fólkum, sum alsamt flyta til Havnar. Politikkarar í Havn og aðrastaðir eru á einum máli um, at okkurt má gerast. Tað almenna má koma uppí leikin
ikki at býta á nýggja agnið! Roknaði landsstýrið við tí, so hevur landsstýrið avdúkað eitt slíkt bláoygni - ein slíkan naivitet - at tað er ikki búgvið at sita við landsins valdi! Og verri er, at vit hava [...] mikið at sær komin ? so búgvin - at hon segði við landsstýrið: - Den går ikke, hatta hoppar stjórnin ikki uppá! Alt gott um hesi ungu og vælskúlaðu embætisfólk. Teimum vanta royndir, m. a. royndir at lesa [...] hvat ger landsstýrið, um stjórnin i dag boðar frá, at skiftistíðin verður fýra ár? Tað ber neyvan til at bakka. Meiri mening hevði hóast alt verið at hildið fast um upprunaligu ætlanina - tað íslendska
verið noyddir at koyra til Runavíkar, um teir hava ørindi hjá Toll ? og skattstovuni. Ov langt at ferðast Nú tíðirnar eru góðar aftur, vil javnaðartingmaðurin hava at vita, um tað ber til at endurreisa Toll- [...] og skattstovuna í Fuglafirði. Hann heldur, at ein so stór kommuna sum Fuglafjarðar kommuna eigur at hava sína egnu Toll- og skattstovu. Tað er ein meinbogi, at einasta avgreiðslan liggur 20 kilometrar burturi [...] samgonguskjalið, har tað millum annað stendur, at partar av almenna sektorinum skulu leggjast nærri borgarunum, at dentur skal leggjast á økismenning, og at tænastur skulu flytast nærri borgaranum. - Út