Samgongustev
Samvinna
Herfyri skipaði Unga Tjóðveldið fyri fólkafundi á Vaglinum í Havn. Fleiri av røðarunum funnust rættiliga harðliga at løgmanni. Vit hava spurt Anfinn Kallsberg, um hetta hevur havt nakra ávirkan á samstarvið í samgonguni?
-Tá man fær slík persónlig høgg, sum eg fekk á Vaglinum henda dagin, so gevur tað einum nakað at hugsa um, og tað fær ein eisini til at ivast í nógvum tingum. Men hinvegin má man vera so mikið at sær komin, at man ikki letur persónliga forfongiligheit stýra einum og harvið ikki kunna arbeiða rationelt. Men tað er greitt, at hatta var ikki nakað, sum fremur samarbeiðið. Tað er so púra vist, og tað havi eg skrivað mær aftan fyri oyra.
Anfinn Kallsberg hevur ongan hug til at gera viðmerkingar til, hvør tað var, sum vann og tapti í stríðnum millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin herfyri. ?Tað er ikki ein spurningur um at vinna. Men
tað er greitt, at størsta stríðið stóðst av, at eitt mál var farið í tingið uttan at hava fingið neyðugu góðkenningina frá tí eina samgonguflokkinum. Tí vórðu greið boð givin um at taka tað aftur, sum varð lagt fram, meðan eg var í Bretlandi. Og tað varð gjørt sigur løgmaður og vísir til, at fólkaatkvøðan er so heldur ikki við í tí leistinum, sum er lagdur fram, og tá kann ein sjálvandi gera sær sínar tankar um, hvør vann ella tapti.
-Heldur tú, at loysnin, sum tú fekk ígjøgnum, hevur sissað teir ónøgdu í Fólkaflokkinum, sum hava hildið, at tit vóru farnir ov langt saman við Tjóðveldisflokkinum?
-Tað vil altíð vera eitt spenn í eins egna flokki, men man má hava álit á hvørjum øðrum. Politikkur er at samansjóva ting, sum røkka.









