Uppskotið er samgonguuppskot

Sjálvstýrisleisturin, sum Høgni Hoydal ætlaði at leggja fyri tingið leygardagin, er ein ætlan, sum samgongan hevur arbeitt við, síðani fullveldissamráðingarnar slitnaðu 26. oktober í fjør

 

 

Lógaruppskotið um fullveldistilgongdina var ikki eitt uppskot frá Høgna Hoydal ella frá Tjóðveldisflokkinum.

Uppskotið, sum Høgni Hoydal eftir hart trýst og hóttanir frá løgmanni bað løgtingsformannin taka aftur leygardagin, var sambært Høgna Hoydal eitt uppskot, sum landsstýrið hevur viðgjørt út í æsir síðani 26. oktober í fjør, tá fullveldissamráðingarnar við danir slitnaðu.

Uppskotið snúi seg um at yvirtaka øll málsøki uttan ríkismál eftir einum føstum leisti eitt ávíst áramál, minka blokkin samsvarandi, seta á stovn ein búskapargrunn og at fólkaatkvøða skal haldast um suverenitetin, tá allar bindingar eru burtur.

Hetta er tað sama, sum løgmaður longu 2. november í fjør boðaði frá í tíðindaskrivi um nýggjan sjálvstýrisleist. Leisturin varð útgreinaður á tíðindafundi í Tinganesi 1. februar í ár.

Á tíðindafundinum kunnaði løgmaður saman við Høgna Hoydal og Helenu Dam á Neystabø um, at landsstýrið hevði gjørt av, at Føroya fólk á fólkaatkvøðu 26. mai skuldu spyrjast, um tey tóku undir við eini løgtingslóg við fýra ásetingum.

Fyrsta ásetingin segði, at øll málsøki verða eftir einari skipaðari ætlan løgd undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 2012.

Onnur ásetingin segði, at ein búskapargrunnur verður settur á stovn, ið skal tryggja Føroyum eina trygga skiftisskipan frá studningsbúskapi til sjálvberandi búskap.

Triðja ásetingin segði, at heildarveitingin úr Danmark verður minkað eftir einari skipaðari ætlan, til hon er burtur.

Og fjóðra ásetingin segði, at fólkaatkvøða verður um at skipa Føroyar sum fullveldisríki í seinasta lagi 2012.

Lógaruppskotið, sum Høgni Hoydal ætlaði at leggja fyri tingið innihelt hesar fýra ásetingar, men hann hevði tikið fólkaatkvøðuna 26. mai burturúr, tí løgmaður hevði boðað frá, at hvørki hann ella Fólkaflokkurin kundi taka undir við fólkaatkvøðuni eftir at Nyrup hevði meldað út, at eitt ja fór at merkja fýra ára skiftistíð.

Men uppskotið um sjálvsavgerðarætt var samgongan ikki samd um at leggja fyri tingið. Hetta uppskotið lat Høgni Hoydal Løgtingsskrivstovuni uttan at hava samgonguna aftan fyri seg.