Upptakt
Mikukvøldið spæla GÍ oig B68 útsetta dystin sínámillum, og fyri báðar partar má dysturin sigast at hava stóran týdning. Gøtumenn eru á odda í landskappingini, og tískil er sjálvandi umráðandi at vinna, um munurin niður til B36 aftur skal økjast, eftir at hann tódnaði nakað um vikuskiftið.
Hóast hetta, so kann tó sigast, at gøtumenn kunnu liva við einum tapi. Undir øllum umstøðum eiga teir framvegis oddasessin, so eitt tap í sjálvum sær er ikki nøkur katastrofa fyri teirra viðkomandi. Tað má tað hinvegin metast sum hjá B68.
Toftamenn spentu bogan høgt undan hesum árinum. Tilgongdin av frægum leikarum var stór, og tey flestu mundu roknað við, at árstalsfelagið í ár fór at verða sera drúgt í oddastríðnum. Stigatalvan sigur tó nakað annað. 10 stig fyri sjey dystir er úrtøkan higartil. Tað merkir, at munurin upp til GÍ longu nú er 11 stig, og er gullið torført at hóma nú, er tað heilt burturvið, um talan verður um tap.
Súni vil hava frí
Vónirnar hjá toftamonnum munnu eisini vera góðar, eftir frálíka avrikið í Belgia um vikuskiftið, og verri gerast tær helst ikki av, at gøtumenn eftir øllum at døma hava fleiri skaðar at dragast við.
Tá vit frættu týsmorgunin var ivasamt, um teir tríggir, Hans Pauli Petersen, Pól Ennigarð og Magni Jarnskor, fáa verið við til dystin. Hinvegin tykist vist, at Sámal Joensen undir ongum umstøðum verður tøkur.
Gøtufólk høvdu helst vóna, at Súni Olsen fór at geva eina hjálpandi hond, nú hann er heima í summarfrí, men eftir hálvt annað ára fótbóltsvenjing út í eitt, er væl skiljandi, at ungi leikarin nú ætlar sær at hvíla í nakrar vikur.
Hjá toftamonnum tykist tað bert vera Jan Dam, sum ikki er tøkur. Hann meiddi seg undir venjing í Belgia, og verður helst ikki við aftur fyrr enn eftir summarsteðgin.