Flytingar órógva

Líkt er til, at fleiri dystarflytingar verða komandi vikuna

 

Hondbóltur


Sum kunnugt eru longu tveir dystir í bestu hondbóltsrøðunum útsettir.

Kvinnudysturin millum Sóljuna og StÍF skuldi upprunaliga verið leiktur25. november, men tá høllin á Giljanesi ikki var tøk hendan dagin, varð dysturin í fyrsta umfari útsettur til hósdagin, 13. desember.

Av ymsum orsøkum varð hetta tó av ongum, men strandakvinnurnar tókust vera tey einastu, sum høvdu boð um, at so var. Bæði leikarar á heimaliðnum og dómararnir til dystin vóru á Giljanesi hósdagin, men uttan nakað mótstøðulið, ber illa til at spæla dyst.

Kappingarstjórin hjá Hondbóltssambandinum, Jógvan Martin Mørk, sigur, at hetta ikki merkir, at StÍF hevur tapt dystin.

- Dysturin skal spælast, men í løtuni dugi eg ikki at siga, nær hetta verður, men spælast skal hann.


Oddadystur í bíðistøðu

Eisini oddadysturin, sum skuldi verða í Vestmanna sunnudagin, er raktur av flytingum. Her vóru tað tó aðrar orsøkir til, at dysturin varð av ongum.

Leikarar hjá báðum vóru í høllini, og menn vóru so smátt farnir at rigga seg til, tá VÍF-venjarin fekk at vita, at pápi hansara hevði givið upp ondina. Skjótt varð avrátt, at dysturin skuldi flytast, og væntandi verður hann leiktur eina ferð í hesi vikuni.

Spurningurin tykist tó at vera, hvussu hetta fer at ávirka hinar dystirnar. Mikukvøldið skulu H71 og VÍF spæla sambært kappingarskránni, og ein møguleiki er at flyta hendan dystin til fríggjakvøldið, soleiðis at VÍF fær spælt móti Neistanum mikukvøldið. Leygardagin er ikki rúmd fyri dystinum í høllini á Hálsi, tí tá spæla Neistin og KÍF.

Sambært kappingarskipanini er seinasti leikdagurin í grundspælinum leygardagin, komandi. Nógv bendir tó á, at fleiri av dystunum, sum skuldu verið leiktir leygardagin, verða framskundaðir. Ikki minst tí onkrir av útlendsku leikarunum vilja sleppa heim í jólafrí.

Enn er eingin slík flyting fráboðað, men ivaleyst verður meira at frætta um hetta komandi dagarnar.