Javnaðarflokkinum og framyvir ferð at atkvøða frá máli til mál á tingi. Hetta er galdandi so leingi javnaðarumboðini í býráðnum á Tvøroyri ikki vilja samstarva við Kristin Michelsen, hevur hann boðað løgmanni [...] sigur Signar Dam, formaður í javnaðarfelagnum í Suðuroynni í dag. Seinastu dagarnar er stríðið á Tvøroyri vaksið so mikið nógv í vavi, at tað nú ávirkar landspolitiska meirilutan. Hetta tí, at Kristin [...] taka tað harfrá, sigur Signar Dam. Hann sigur, at í longri tíð hevur tað verið politiskt kríggj á Tvøroyri, og nú tá støðan er koyrd í ein spíss, so er frægast hjá javnaðarfelagnum at bíða við at úttala
árabátadegi á Tvøroyri leygardagin. Tey í felagnum Naddoddi siga, felagið Naddoddur ætlar at savna so nógvar árabátar av Tvøroyri sum gjørligt á fjørðinum Tey vita um fleiri enn 30 árabátar á Tvøroyri, sum standa [...] fara at hugsa um hugna og góða samveru. Og umframt bátsmanningarnar, eru øll vælkomin at vera við. Á Árabátadegnum verður høvi til at síggja ein av fáu bátaverkstøðunum, sum eftir eru og tað er verkstaðið [...] Naddoddi fremst og inni við Neystið hjá Naddoddi, bjóðar Viberg Sørensen vælkomin. Har fer Dia Poulsen á Nesi í Vági eisini at siga frá um útróður við árabáti og Erland Viberg Joensen frá Føroya Fornminnisfelag
býráðslimur á Tvøroyri og á myndunum hevur Nicolette Mortensen fingið hattin Anita var í seinast drotningin var á Tvøroyri, og Anita tók ímóti henni. Her eru nakrar myndir frá hugnaløtuni á Tvøroyri í gjár [...] drotning, hevur sitið á trónuni í samfull 50 ár. Eisini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi var tað hátíðarhildið. Har høvdu Sunrid Olsen og Anita Vibergsdóttir samlað tey eldru í Virkisstovuni á heiminum og har [...] lagkaku, likør og kaffi og har sótu tey so nakað út á seinnapartin og hugdu at sjónvarpssendingum um Margrethu drotning og tey 50 árini á trónuni. Anita Vibergsdóttir sigur, at nógv av teimum eldru eru
hjálparfólkunum á Tvøroyri. At spæla undir so góðum umstøðum, fer uttan iva at fáa tað besta fram í hvørjum einstøkum leikara, og vit fara uttan iva at vera vitni til ein megnar flogbóltsdag á Tvøroyri í morgin [...] sigur Otto Leo Gram, umboð fyri TB-flogbólt á heimasíðu felagsins. Eins og til steypafinaluna í Havn, verður serliga Taraflex gólvið tikið í nýtslu á Tvøroyri, og komu menn suður mikudagin at leggja arbeiðið [...] heiðursmerki og steyp handaði. Stórur dentur verður eisini lagdur á, at dómarastøðið er so høgt sum gjørligt, og tí hevur flogbóltssambandið heitt á bestu og royndastu dómararnar í landinum, Jan Hentze og Tummas
handilsvirki á Tvøroyri. Og mánadagin var enn eitt nýtt kapittul í teirra longu handilssøgu. Mánadagin læt nevniliga pubb og kafé upp í gomlu, kongligu krambúðini niðri á keiini á Tvøroyri. Sostatt fær [...] serstakan møguleika at sløkkja tostan í tí søguríkasta umhvøvinum á Tvøroyri. Tá ið pubbin læt upp mánadagin vóru fleiri hundrað fólk inni á gólvinum. Men týsdagin var konglig vitjan í húsinum, har greitt [...] greitt var frá søguni hjá handlinum. Síðani hevur verið opið fyri almenninginum og nú á jóansøku verður opið til klokkan fýra ánátt. Annars er ætlanin, at hetta skal vera eitt hugnaligt stað, har tað skal bera
- Eg haldi, at grundgevingin fyri at samýlið á Tvøroyri ikki skal byggjast upp aftur, er primitiv. Tað heldur Jens Johannesen býráðslimur á Tvøroyri. Tá ið Tvøroyrar Býráð týskvøldið samtykti, at sambýlið [...] ber til at selja húsið, sigur Jens Johannesen, sum her situr ytst vinstrumegin á býráðsfundi á Tvøroyri, undir liðini á Paula Einarsson og Mallu Dam. [...] aftur, har vit uttan iva kundu fingið okkara ávirkan á, hvussu tað varð innrættað. - Eg haldi, at vit áttu at brúkt tað til sambýli, men verður lagt á annan bógv í eldrarøktini einaferð í framtíðini, ber
Vang, Miðvágur, Noomi Holm, Tvøroyri, Elinborg Hermansen, Jóhanna Magnussen, Tvøroyri, Dorte Madsen, Tórshavn, Malena Eliassen, Fuglafjørður, Maud av Fløtum, Tórshavn, Marianna Norðoy, Klaksvík, Poula [...] Á Sjúkrasystraskúla Føroya tóku hesar sjúkrasystrarnar prógv í februar 1976. Aslaug Thomsen, Strendur, Anna Sofía Christiansen, Oyrarbakki, Motirna Petersen, Tórshavn, Jórun Askham, Klaksvík, Gunhild Vang [...] Poula Poulsen, Hjørdis Hansen, Bergliot Ihlen, lærarar, Anna á Reynatúgvu, Sandur, Karinbeth Petersen, Tórshavn, Elisabeth Simonsen, Sørvágur, Rannvá Lindarstein, Tórshavn, Lena Simonsen, Vágur, Arndis Svabo
nógvar veitslur eru í tíðini undan jólum, og nógv fólk eru í kátum lag, hava løgreglan í Runavík og á Tvøroyri eingi mál havt at taka sær av um vikuskiftið. Hvørgin av politistøðunum hevur tikið nakran fyri [...] verið nógv úti, men vit hava ikki havt fyri neyðini at taka nakran, verður sagt av politistøðini á Tvøroyri. Í Eysturoynni hevur eisini verið friðarligt hjá politinum.
Finnur Fríði kom á Tvøroyri í nátt við 600 tons av sild. Byrjað varð landa beinanveg. Virksemið á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri er við at koma í hæddina, nú bæði makrelur og sild eru feitari [...] er liðug, verður kapasiteturin eini 800 tons um samdøgrið. Millum 100 og 120 fólk arbeiða í løtuni á virkinum, men tá arbeiðið kemur í hæddina og útbyggingin er liðug, verða tey eini 150.
Tá Hallur Joensen leygarkvøldið fer á pall á Seglloftinum á Tvøroyri í samband við Regatta tiltakið, sum byrjar í dag, og endar á Tvøroyri um vikuskiftið, so er talan um onki minni enn eina útgávukonsert