Tað verður ikki fyrrenn í næstu viku, at vit fáa greiði á, hvussu nýggja býráðið á Tvøroyri verður skipað.
Sjey limir eru í býráðnum á Tvøroyri og úrslitið av valinum var, at Javnaðarflokkurin fekk fýra býráðslimir, Fólkaflokkurin fekk tveir og Kvinnulistin fekk ein.
Sostatt kann Javnaðarflokkurin á Tvøroyri skipað samgongu einsamallur.
- Vit hava ongan skund, so her hendir onki fyrrenn í næstu viku, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.
Tað einasta, sum er greitt, er, at Kristin Michelsen heldur fram sum borgarstjóri.
Hann var fyrst valdur býráðslimur og sostatt heldur hann, at tað er sjálvsagt, at hann heldur fram.
- Fólkið hevur talað, sigur hann.
Hóast Javnaðarflokkurin kann skipa samgongu einsamallir, ætla tey at tosa við Fólkaflokkin og Umboðið fyri Kvinnulistan eisini at vita um tað ber til at skipa eitt tvørfloksligt samstarv.
- Vit hava spurt teir báðar flokkarnar um teir eru áhugaðir at tosa við okkum um samstarv og tað hava báðir flokkar játtað, sigur Kristin michelsen.
Men av tí at tann eini býráðslimurin fyri Javnaðarflokkin, Bjarni Hammer, er politistur í Havn og er farin norður at arbeiða, verður ongin fundur um samstarv fyrrenn mitt í næstu viku.
Tey, sum eru vald í Tvøroyrar býráð eru: Kristin Michelsen, Malla Dam, Bjarni Hammer og Jens Johannesen fyri Javnaðarflokkin, Hallur í Heiðunum og Anita Vibergsdóttir fyri Fólkaflokkin og Marjun Olsen fyri Kvinnulistan.