Friðarligt kring landið

Hóast nógvar veitslur eru í tíðini undan jólum, og nógv fólk eru í kátum lag, hava løgreglan í Runavík og á Tvøroyri eingi mál havt at taka sær av um vikuskiftið.

Hvørgin av politistøðunum hevur tikið nakran fyri at koyra við kenning, sum vandi annars kundi verið fyri hesa ársins tíð.

- Vit hava verið nógv úti, men vit hava ikki havt fyri neyðini at taka nakran, verður sagt av politistøðini á Tvøroyri.

Í Eysturoynni hevur eisini verið friðarligt hjá politinum.