- Eg haldi, at grundgevingin fyri at samýlið á Tvøroyri ikki skal byggjast upp aftur, er primitiv.
Tað heldur Jens Johannesen býráðslimur á Tvøroyri.
Tá ið Tvøroyrar Býráð týskvøldið samtykti, at sambýlið, sum fór í november ódnini, ikki skal byggjast upp aftur, var Jens Johannesen tann einasta býráðslimurin, sum atkvøddi ímóti.
Hann heldur, at sambýlið skuldi verðið bygt upp aftur.
Primitivt
Høvuðsorsøkin til, at meirilutin av Tvøroyrar Býráði ikki vildi byggja sambýlið upp aftur, er tey staðfestu, at tað er landið, sum hevur ábyrgdina av eldrarøktini.
- Hetta er ein primitiv grundgeving, tí vit hava tikið ábyrgdina á okkum og tí eiga vit ikki at sleppa henni nú og gera tey fimm búfólkini heimleys, sigur Jens Johannesen.
Tí vildi hann hava at sambýlið verður bygt upp aftur, sum skjótast.
- Vit kundu fingið eini spildurnýggj hús upp aftur, har vit uttan iva kundu fingið okkara ávirkan á, hvussu tað varð innrættað.
- Eg haldi, at vit áttu at brúkt tað til sambýli, men verður lagt á annan bógv í eldrarøktini einaferð í framtíðini, ber til at selja húsið.
Húsið er mett til 2,2 milliónir og kundi verðið bygt upp aftur við tryggingarupphæddini. Men nú Tvøroyrar Býráð heldur vil hava tryggingarpengarnar útgoldnar, verður upphæddin 1.323.000 krónur.
Tað er ein upphædd, sum Tvøroyrar Kommuna altíð kundi fingið fyri tey við at selt tey, heldur Jens Johannesen.
Og eydnaðist tað ikki at selja tey, kundi kommunan væl brúkt tey sjálv, tí tey mangla høli til umsiting av ymsum slagi, heldur Jens Johannesen.