-Hetta er eitt sera spennandi og stuttligt tiltak fyri okkara ungu og evnaríku leikarar. Eisini er hetta ein sonn gularót og eitt fantastiskt punktum at seta fyri flogbóltsárið, sigur Otto Leo Gram, umboð fyri TB-flogbólt á heimasíðu felagsins.
Eins og til steypafinaluna í Havn, verður serliga Taraflex gólvið tikið í nýtslu á Tvøroyri, og komu menn suður mikudagin at leggja arbeiðið til rættis, saman við altíð røsku hjálparfólkunum á Tvøroyri.
At spæla undir so góðum umstøðum, fer uttan iva at fáa tað besta fram í hvørjum einstøkum leikara, og vit fara uttan iva at vera vitni til ein megnar flogbóltsdag á Tvøroyri í morgin.
Dentur verður lagdur á at dagurin í morgin verður avgreiddur so professionelt og hátíðarligt, ið til ber, og ynski er frá fyrireikarunum, at tiltakið skal hava sama dám sum steypafinalurnar hava fingið. Tað er higartil tann størsta einstaka flogbóltshending í Føroyum.
Tá finalurnar eru lidnar, verða heiðursmerki og steyp handaði.
Stórur dentur verður eisini lagdur á, at dómarastøðið er so høgt sum gjørligt, og tí hevur flogbóltssambandið heitt á bestu og royndastu dómararnar í landinum, Jan Hentze og Tummas Óla Mortensen, um at døma dystirnar.
TB-flogbóltur vónar, at høllin verður stúgvandi full av áskoðarum, soleiðis at prógvast kann, at slík tiltøk kunnu leggjast uttanfyri Havnina.
Smyril siglir av Havnini leygarmorgunin kl.9.30 og norðuraftur seinnapartin kl.17.30










