Fuglafirði varð hann oftast nevndur sýslumaðurin ella bert Valdemar, ikki tí hann var einnevndur, men hansara lyndi var soleiðis háttað, at flestu dámdu henda friðarliga, smílandi og sáttliga sumbingin [...] endurgevingin var livandi og eingin ivi um, hvønn ella hvat hann endurgav. Gamli lágvaksni maðurin við brillunum á nøsini og rísna yvirskegginum, har stóratá júst náddu gólvinum og høvdi var fitt petti lægri [...] orðafróður og góður frásøgumaður, hevði hann listarligar gávur, soleiðis at hann eisini á ellisárum var við á mongum málingaframsýningum, til dømis hevði hann fastan bás tey seinastu nógvu árini á Lions
skoðsbráð, megnaðu Jens Marni og Kim við vakra sanginum, sum var yrktur til Turið, saman við Vox, at seta dám á jarðarferðina. Niðan fyri endurgeva vit sang, sum upprunaliga var yrktur til lítlan drong, ið [...] dag við nógvum vitjandi, var tað deiligt hjá tær at sleppa upp í føvningin hjá babba, ið gav tær leskiligan føðingardagsdøgurða, sum mamma hevði gjørt. Ígjøgnum títt stutta lív var tú bundin av tínum koyristóli [...] Søldarfjarðar, at tú nú endiliga var sloppin úr tínum neyðarsliga likami, og kann veruliga vísa, hvør tú ert. Vakrari jarðarferð hevði tú ikki kunnað fingið. Ein sera stór mannfjøld var komin at vísa tær tann seinasta
Eitt annað ella ein annar sum hevði stóran týdning fyri teg var Eyðfinn. Alt var Eyðfinn og tú vart so góður og stoltur av honum. Og hjá Eyðfinn var tú hetjan og fyrimyndin, og Jógvan góði, vit skula gera [...] sixpack. Sum tú sjálvur nevndi í útvarpssendingini hjá Jákup Magnussen, so var kosturin ikki tann mest sunni í London, og ofta var lættasta loysnin at keypa sær onkran “fast food” ella okkurt til mikroovnin [...] frá Marjun í kapellinum og Hanus presti í kirkjuni vóru so troystarrík. Tónarnir frá Kim Hansen, “I did it my way”, var sum skrivaður til tín, og fer hendan løtan í kirkjuni at verða fest í minnið: I've
forðaði tær í tí. Tú keypti tær eisini aktiur í Nólsoyar Páll, so tað var eingin ivi, at tað var tann vegin, tú ætlaði at fara. Tá tú var mitt í tjúgunum fort tú til Danmarkar at fáa tær útbúgving sum pleygari [...] skuldi tú fáa hesa sjúkuna afturat. Tað var tað allar ringasta, sum kundi henda. Góði Jonhard, eg og mín familja hava so ómetaliga nógv gott at minnast afturá. Tú var altíð so glaður, tá vit komu inn á gólvið [...] verður heldur ikki gloymd. Tú var nógv um Jonhard og passaði hann væl og virðiliga líka til tað síðsta. Tit áttu tvey børn og trý deilig ommu- og abbabørn, sum Jonhard var so ómetaliga glaður fyri. Altíð
í eini tvey ár. M.a. var hann við til at spæla inn lagið ”Tillukku” á Amnesty Tónum. Seinni fór hann niður á tónlistaháskúla og spældi við fleiri donskum tónleikabólkum. Herluf var ein sera dugnaligur [...] heim til Herluf, men mamman segði, at Herluf var í USA og fór koma aftur um nakrar vikur. Hon skuldi siga tað við hann, at vit høvdu ringt. Herluf kom heim og var skjótt ein sera týdningarmikil limur í bólkinum [...] Norðurtýsklandi, har kravið frá fyrireikarunum var minst 10 løg av Gasolin. Jú, vit hava havt tað sera stuttligt og hava hugna okkum saman við Herlufi, og onkuntíð var Emil eisini við sum teknikari. Einaferð
Tronganum. Guðrum var ynskt av seks syskjum. Tey vóru: Judith, Ragnvald, Hergerð, Johan Heri, Ditlev og Guðrun. Móðurin Herborg var úr Hoyriksstovu í Oyndarfirði, dóttir Siggu, sum var ættað úr Kinn. [...] ungdómsárum, var sangur. Grækarismessumorgun áðrenn skúlaaldur at standa á trappuni og hoyra skúkabørnini og lærararnar halda grækarismessu við talu og songi, sera yndisligt. Bindiklubburin var eitt heilt [...] gott dansilag í døguverðatímanum, var Guðrun skjót í køksvindeygað at rópa meg yvir, og so vit at dansa á køksgólvinum. Eitt annað tilhaldsstað vit høvdu, var hjá Judith, elsta systir Guðruna, og
hvussu stóð til. Nakrar ferðir var hon og vitjaði meg, og øll, sum kendu Elisabeth, vita, at hon hataði at sigla, so hetta var satt bragd. Seinasta ferðin, vit sóust, var hon nógv merkt av sjúku, og eg [...] Elisabeth var einkardóttir Miu og Mo Simonsen í Sørvági. Í heimi hennara búði eisini Hans abbi og so háttvirda kettan »Gagg«. Vit vóru javngamlar og spældu saman alt eg kann minnast. Spæliplássið var allur [...] rotini í hjallinum. Inni hjá Miu og Mo var heimligt og trygt. Har hoyrdist ongantíð róp og gangur, tí bæði Mia og Mo vóru friðarfólk. At koma inn til teirra var sum at koma heim. Fast pláss á bonkinum
“Jonnu Dan” og var komin inn á gólvi á ferð til Føroyar, og hann førdi vælhýrdur orðið, sum vit altíð høvdu kent hvør annan. Av sjómannsætt Johan Elias Egholm (11.08.1936 -1.11.2022) var av sjómannsætt [...] “Flóðarkletti”, “Skortaberg”, “Hoyvík” og við “Tjaldrinum”, skipari var Hans Niklái Jatnagarð og í 1957 við “Fiskanesi”, skipari var Hans Pauli Johannesen. Í 1959 fór hann sum stýrimaður við “Eriku Dan” [...] skipum hjá Mærsk. Frá 1974 var hann skipari á “Mærsk Helper”, “Mærsk Supporter” og “Mærsk Server”, ið vóru supplay skip. Og ikki er at undrast á, sum tann álitismaður, ið Lias var og royndist, so vildi Mærsk
og áhuga fyri okkum sum menniskju, og tú lærdi okkum at verða góð við hvønn annan. Næstrakærleiki var tín stóri eginleiki, og hetta gavst tú víðari til okkum. Vit minnast allar túrarnar, tú skipaði fyri [...] Onkuntíð kundi tú gerast ræðuliga illur og skelda nógv - men tá hevur orsøkin eisini verið góð. Tað var ikki altíð lætt at hava tamarhald á okkum, og í dag minnast vit teg fyri títt tolsemi, tín kærleika [...] P., Lillian, Heidi, Rósa, Durita, Ragnhild, Anker, Rógvi S., Rógvi Ø., Byrger, Joen David, Helgi, Kim, Martin, Torbjørn, John og Dávur.
mann, sum var ein lýsandi fyrimynd, hvussu ein kann liva hóast stóran mótburð í lívinum. Dalli var ættaður úr Havn og eldri sonur Zacharias og Gunnvør Bærentsen. Hann vaks upp í Grønulíð, og tað var í umhvørvinum [...] gingu, og tað styrkti tíðliga vinabondini millum okkum enn meira. Tað var altíð hugnaligt at koma á vitjan hjá teimum í Grønulíð, tí har var altíð hjartarúm og mangt áhugavert prát. Seinni fór hann niðan á [...] ikki einfalt, tí hann var eitt ógvuliga víðfevnandi menniskja. Sum lækni rúmaði hann tað vísindaliga og greinandi, sum familjumaður tað inniliga og kærleiksfulla, og sum vinmaður var hann trúfastur, hjálpsamur