Minningarorð um Valdemar Djurhuus

fyrrverandi sýslumann í Eysturoy!

21. juli doyði Valdemar áttatiseks ára gamal, í Tórshavn, har hann búsettist tá hann fór frá fyri aldur.
Í Fuglafirði varð hann oftast nevndur sýslumaðurin ella bert Valdemar, ikki tí hann var einnevndur, men hansara lyndi var soleiðis háttað, at flestu dámdu henda friðarliga, smílandi og sáttliga sumbingin, sum altíð hevði stundir og orku at taka sær væl av sínum sýslubørnum. Hjálpsamur sum fáur, og neyvan vóru tað mong, sum ónøgd fóru út aftur av skrivstovu hansara.
Umframt at verða skemtiligur, orðafróður og góður frásøgumaður, hevði hann listarligar gávur, soleiðis at hann eisini á ellisárum var við á mongum málingaframsýningum, til dømis hevði hann fastan bás tey seinastu nógvu árini á Lions í Runavík, eisini á páskum í ár.
Hansara fyrstu ár her í bygdini búði hann hjá foreldrum mínum, og stendur hendan tíðin sera livandi fyri okkum.
Friðarligur og góður at hava við at gera, eitt sindur skálkaligur til tíðir. Sá nógv, sum vit onnur høvdu ilt við at skilja og leggja til merkis, læs nógv og ofta fekk hann sera nógv burturúr "tekniserium", sum tá fingust í kioskini í Syðrugøtu.
Hann kundi í fríløtum sita og smáflenna við einum blaði ella eini hugaligari bók, soleiðis at tú kundi hugsa tær at fáa lut í undirhaldinum.
Væl lá fyri at tekna, endurgevingin var livandi og eingin ivi um, hvønn ella hvat hann endurgav.
Gamli lágvaksni maðurin við brillunum á nøsini og rísna yvirskegginum, har stóratá júst náddu gólvinum og høvdi var fitt petti lægri enn stólabaki, var onki eindømi.
Konan við urtagarðinum, sum ikki fekk trø og blómur at vaksa nóg skjótt, hana hevði Valdemar ofta gott prát við. Hevði eisini uggandi orð at geva, helst eisini eitt sindur skálkakend við hvørt, helt fyri ein góðan summardag: "Nú tykjast runnarnir at skunda sær. Sá í gjár, at ein ketta bleiv heilt burtur aftan trøini"! tá vóru tey eini 4-5 ára gomul.
Soleiðis var sýslumaðurin, og ongin tók sær tykni av speisemi hansara.
Tær góðu og ríku løturnar ognast bert teim, sum áttu tær, men eru hesar frálíkar at lívga og geva øðrum!
Sanna fór undan og nú flutti Valdemar, sýslumaðurin!
Teirra dagar vóru runnir, minnini um hesar friðarligu og góðu grannar verða goymd í hugaheimi várum!
Við samkenslu til Esther, Jóhan, Dagny, Karl og øll tykkara!

Ditlev Róin