Eina ferð fyri langari tíð síðan gjørdu Tórður Mikkelsen, Zacharias Hammer og Jógvan Eli nakrar fáar sendingar við heitinum Frætt og fregnað, og teir báðirtaka nú táttin upp aftur eftir nøkulunda sama [...] nógv kring landið, og teir kenna tí fólk allastaðni. Tað var eisini Tórður Mikkelsen, sum í sínari tíð byrjaði við morgunsendingini í útvarpinum, har fólk fingu møguleikan at sleppa fram at mikrofonini
felagnum. Felagið eigur loyvið 012, eisini nevnt Rannvá, har suðuri móti markinum og hevur nú í eina tíð roynt at lodda dýpið hjá ymsum altjóða oljufeløgum fyri at fáa tey at vera við til at bora ein brunn [...] grønlendska oljuævintýrinum. Tøl sum 25 mill. kr. verða nevnd. Ein høvuðsorsøk til, at tað ikki eydnaðist Faroe Petroleum at fáa eitt av loyvunum í Grønlandi er helst støddin á føroyska felagnum. Grønlendsku [...] at feløgini, sum fingu loyvi, hava ein fíggjarligan førleika, sum ger tey før fyri at rudda upp eftir eina møguliga dálkivanlukku. Faroe Petroleum hevur tó enn møguleika at keypa seg inn í eitt av loyvunum
fáa bøkur til vega á føroyskum máli, ið kunnu lata upp aftur eftir í tíðina. Játtanir Augustinusar er skrivað í 400 talinum, og ein bók eftir Thomas Aquinas í 1200 talinum, og bókin um Abelard og Heloise [...] er frá 1100 tálinum. Tað, sum hugtekur meg, er millum annað tað, at fólkini, sum livdu fyri so langari tíð síðan, høvdu júst somu kenslur, sum vit hava í dag. Og eg haldi, at vit eiga at virða tað gamla [...] Dimmalætting. - Men eg slapp onkursvegna undan. Eg fór til Danmarkar at ganga á háskúla, og fór beint eftir á Haslev Seminarium at ganga, har eg fekk læraraprógv í 1958, sigur Eilif Samuelsen. Afturkomin úr
stjørnurnar vunnu seg framum heili 4-0 eftir fyrstu 45 minuttirnar. Olivier Giroud legði fyri við at skora til 1-0 í fyrstu royndini, og síðani skallaði Paul Pogba til 2-0 eftir horna, Demitri Payet økti til 3-0 [...] Eingin sum helst ivi um, at saknur verður í íslendingum, nú tríggir dystir eru eftir av EM-endaspælinum í Fraklandi, sum eru báðar hálvfinalurnar og finalan. Saman við Wales hevur Ísland gjørt hetta endaspælið [...] endaspælið ógloymandi, og so skal havast í huga, at walisararnir enn eru við í leikinum! Eftir fyrstu 12 minuttirnar í dystinum í kvøld, har tað í veruleikanum sá sera gott út hjá Íslandi ímóti fronsku
hevið valt eitt varisligt útgangsstøði, sum bar við sær, at teir lógu djúpt á egnari hálvu og bíðaðu eftir møguleikanum at kontra. Stóri trupulleikin í hesum var tó, at HB hevði alt ov gott tamarhald á sínum [...] høvdu havt í pottinum. 1-1 málið var eisini úrslit av hesum. Í fyrstu atløgu fekk Sam Malson bæði tíð og pláss, so hann kundi royna seg við skoti. Símun Rógvi var ikki nóg ansin, tá hann pareraði skotið [...] bert nortið við bóltin, sum kortini ferðaðist í meskarnar. Elsti maður bjargaði At tað kortini eydnaðist HB at koma aftur, vísti hóast alt, at tað búgva sterkar dygdir í liðnum. B36 hevði annars nakrar
gavst ongantíð. Tær royndu at liggja framvið, og beint fyri steðgin eydnaðist Eyðfríð Kristiansen at javna, tá hon átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg. Í seinna hálvleiki brast tó fyri nev hjá KÍ, og [...] røkkast Í Gøtu skuldi B68 greiða setningin móti GÍ, men eins og hjá KÍ, so tók tað sína tíð at basa botnliðnum. Eftir ein fyrra hálvleik, har B68 hevði yvirvág, men kortini ikki skaptu teir stóru møguleikarnar [...] hálvleiki helt sama dystargongdin fram. Ikki fyrr enn helmingurin av seinna hálvleiki var runnin, eydnaðist B68 at skora, tá Maibritt Olsen var fyrst á einum bólti, sum varð sendur inn um GÍ-verjuna, og sama
Hondbóltur-menn Tað eydnaðist Neistanum at vinna ein rættiliga óvæntaðan sigur, tá teir í fyrsta dystinum spældu grannauppgerð móti Kyndli. Árið í ár er annars fyri tað mesta sett av til at byggja eitt [...] noyddast at opna verjuna, og tá møguleikin so beyðst, varð avsluttað. Kyndil hinvegin megnaði ongan tíð at fáa ta ferðina á spælið, sum annars skuldi verið avgerandi fyri, at tað skuldi eydnast teimum at [...] favorittarnar í ár. Við einum hópi, sum fyri tað mesta telur egnar leikarar, er tó kortini sannlíkt eftir hendan dystin, at teir fara at arga okkurt av størri liðunum. Hvussu langt tað røkkur í longdini,
HM-upptakt Í dag verður tað. Klokkan 12.30 okkara tíð verður fyrsti av teimum 64 dystunum í HM-endaspælinum blástur ígongd. Verður sæð burtur frá OL, so er talan um heimsins størstu ítróttarhending, og [...] tað trupult, síðani liðið í 1982 vann HM. Gaman í vunnu teir bronsu á heimavølli í ?90 og silvur eftir tapta brotssparkskapping í ?94, men onkursvegna hava teir sjáldan fingið stórvegis kredit fyri avrikini [...] verjuparturin vanliga er ein av sterku síðunum hjá liðnum, eins og teir duga at standa seg væl í eini langari kapping, so er sannlíkt, at teir kunnu gera seg galdandi. Tað kunnu brasiliumenn eisini altíð. Liðið
holvda bátin inn aftur. Hann mátti hivast upp eftir endanum fyri at fáa sjógvin burtur úr honum. Tá var tað sum í dreyminum hjá Tummasi við kistuni, sum fór upp eftir enda, tá ið hon kom í kirkjugarðin, og maður [...] p í landinum. Eftir hetta fór hann at sigla sum skipari við fyrstu Ternuni um Leirvíksfjørð fyrst í 1970-unum. Hon var so framkomin, at hon tók bilar. Byrger kom stóran part av síni tíð at sigla hjá Kjølbro [...] frá hesum fyrr. Men hinvegin mátti ásannast, at slíkar hendingar eiga at vera varðveittar fyri eftirtíðini. Byrger: Spádd vóru trý óhapp Eg fór í 1949 við Lillie sum messudrongur. Vit vóru 29 mans
talvfrálæru. Verkætlanin Herborg gongur í 10 flokki í skúlanum við Ziskatrøð í Klaksvík, og fyri eini tíð síðani skuldi teirra flokkur gera eina verkætlan. Herborg og tvey vinfólk hjá henni, Lilja Thorsteinsson [...] dagbókina eisini. Eingin ivi var um, at tey høvdu gjørt nógv við verkætlanina, og úrslitið var eisini har eftir. Tey fingu eitt 13-tal fyri uppgávuna, og tá kann tað ikki gerast nógv betri. Vaksandi áhugi Telving [...] vónir, men væntar, at tað verður ein hørð kapping. - Í fjør telvaði eg í næstelsta bólkinum, og tá eydnaðist mær at vinna. Í ár skal eg telva í elsta aldurbólkinum, so mótstøðan verður kanska heldur harðari