Favorittarnir betur nøgdir

HB hevði fyri steðgin allar møguleikar at avgera grannauppgerðina í Havn. Men tá alt kom til alt mundu reyðu favorittarnir vera betur nøgdir um javnleikin

Fótbóltur

 

Tvær málgevandi hornasparksstøður bjargaðu HB eitt stig í grannauppgerðini móti B36 sunnudagin.

Ein javnleikur var annars ikki tað, sum HB-viðhaldsfólkini høvdu sett sær fyri undan dystarbyrjan, og fyrsta hálva tíman ella so var heldur einki, sum bendi á, at HB ikki skuldi taka sær av stigunum á degnum.

Snøgt sagt, so var klassamunur á báðum liðunum hesa longu løtuna. B36 hevið valt eitt varisligt útgangsstøði, sum bar við sær, at teir lógu djúpt á egnari hálvu og bíðaðu eftir møguleikanum at kontra.

Stóri trupulleikin í hesum var tó, at HB hevði alt ov gott tamarhald á sínum pasningsspæli. Bólturin ferðaðist skjótt runt á B36-hálvuni, og ofta restaðu ofta bara sentimetrar, áðrenn avgerandi møguleikin kom. Og tá hesin loksins kom, hevði Tróndur Vatnhamar eina framúr refleksbjarging, tá Fróði Benjaminsen høgdi til úr fýra metrum.

Lønina fekk HB tó, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Hornasparksinnlegg ferðaðist inn í málteigin, og har var Fróði Clementsen óheppin og beindi bóltin inn um strikuna.

 

Mistu ferðina

Sum tað so ofta er sæð fyrr, so gav málið tó baksláttur hjá HB.

Um tað var harða dystarskráin við triðja dystinum í eina viku, ella um spælararnir bara góvu sær sjálvum loyvi til at taka sær av løttum, skal vera ósagt. Men næsta lítla tíman misti HB fullkomuliga takið á dystinum, sum teir annars høvdu havt í pottinum.

1-1 málið var eisini úrslit av hesum. Í fyrstu atløgu fekk Sam Malson bæði tíð og pláss, so hann kundi royna seg við skoti. Símun Rógvi var ikki nóg ansin, tá hann pareraði skotið beint út í spæl heldur enn út til horna, og so var eingin HB’ari eins vakin sum Brima Koroma, sum var fyrstur á og potaði í netið til javnleik.

Og tað skuldi blíva enn verri hjá HB. Hóast teir framvegis vóru liðið, sum hevði bóltin meira, so var tað nú alt meira B36, sum setti dagsskránna. Tíðliga í seinna hálvleiki fall revsingin eisini, tá rangstøðufellan kiksaði uppi á miðjum vølli.

Róaldur Jacobsen hevði kanska ikki sín besta dyst fyri B36, men hann var ískaldur, tá fyrst setti Hans á Lag av við knappari vending, og so fekk Símun Rógvi Hansen bert nortið við bóltin, sum kortini ferðaðist í meskarnar.

 

Elsti maður bjargaði

At tað kortini eydnaðist HB at koma aftur, vísti hóast alt, at tað búgva sterkar dygdir í liðnum.

B36 hevði annars nakrar støður afturat, sum kundu givið mál av sær, tá teir kontraðu móti alt meira satsandi mótstøðuni. Men teir komu ikki stórt nærri enn einum næstan-sjálvmáli, tá Mortan úr Hørg akkurát megnaði at skreiða bóltin upp um egið mál og til hornaspark.

Í hinum endanum hevði HB framvegis ilt við at skapa sær opnar møguleikar, men tíggju minuttir undan leikloki fingu teir lønina. Enn einaferð var hornasparksstøðu lykilin. Hans á Lag var kanska elstur á vøllinum, men hann var eisini hægstur við handara stólpa, tá Rasmus Nolsøe sendi innfyri, og so var Lag á Hans at stúta í mest sum manntóma málið, tá Tróndur Vatnhamar gleið í síni roynd at koma úr málinum.

Og so var HB kortini heilt nær við at skora sigursmálið í yvirtíðini. Fróði Benjaminsen slapp at standa púra blankur í brotsteiginum, tá eingin tordi at tackla, men við eini framúrskarandi bjarging fekk Tróndur Vatnhamar parera royndini frá HB-liðskiparanum, sum saman við liðfeløgunum mátti taka til takkar við einum stigi.

Og tað var nú ikki tað, sum HB hevði sett nøsina upp eftir á degnum. Men givið at teir stóran part av seinna hálvleiki vóru aftan fyri við einum málið, mundu teir kortini vera teir, sum vóru best nøgdir við javnleikin.