Faroe Petroleum ætlar at bora á landgrunninum

Oljubrunnur. Útlit eru til, at enn ein brunnur verður boraður á føroyska landgrunninum í ár ella næsta ár. Fyristøðufelagið er Faroe Petroleum.

Føroyska oljufelagið Faroe Petroleum hevur í kvittanum at bora ein brunn har suðuri á landgrunninum seinni í ár ella í næsta ár. Hetta sigur Graham Stewart, stjóri í felagnum. Felagið eigur loyvið 012, eisini nevnt Rannvá, har suðuri móti markinum og hevur nú í eina tíð roynt at lodda dýpið hjá ymsum altjóða oljufeløgum fyri at fáa tey at vera við til at bora ein brunn.

Samráðingar hava verið við fleiri feløg hesi seinastu árini. Tað nýggjasta felagið, sum Faroe Petroleum hevur samband við, er Cairn Energy, sum fer at bora fýra brunnar í Grønlandi í ár. Um Faroe Petroleum fær eitt felag sum Cairn at átaka sær ein part av útreiðslunum til at bora ein brunn, so metir Graham Stewart, at teir fara at bora antin í ár ella í 2012. Loyvið talan er um liggur á tí kenda Wyville Thomsen rygginum, har kanningar hava víst, at tað finnast sera stórir struktarar í undirgrundini, sum kunnu goyma olju og gass. Herfyri gjørdi Faroe Petroleum botnkanningar á staðnum fyri at vita, hvussu tjúkt basaltið er. Hetta verður gjørt fyri at finna tað rætta staðið at seta borin í.

Graham Stewart viðgongur, at váðin at bora ein brunn á Rannvuleiðini er stórur, men afturfyri er eisini møguleiki at fáa nógv burtur úr, um eitt fund verður gjørt. Metingar siga, at struktururin í undirgrundini á Rannvá leiðini er ein tann størsti ikki boraði struktururin í Norðureuropa.

Um so er at Faroe Petroleum hevur eydnuna við sær at fáa onnur oljufeløg at taka part á váðanum at bora ein brunn á landgrunninum, so merkir hetta, at tað verða boraðir tríggir brunnar her komandi tvey árini. Statoil hevur bundið seg til at bora tveir brunnar.

Ikki slept Grønlandi
Tað er eingin loyna, at tað kom dátt við hjá Faroe Petroleum ikki at fáa leitiloyvi í Grønlandi. Felagið hevði gjørt eitt rættiliga stórt tøkniligt arbeiði fyri at vera við í leitingini har. Felagið gjørdi sum tað fyrsta oljufelagið í Grønlandi eisini eina roynd at stovna lokalt felag, har eisini grønlendingar kundu seta pengar í. Felagið metir tað hava stóran týdning at arbeiða lokalt. Eisini royndi felagið at stuðla grønlendingum við sínum royndum frá útgerðarhavnini í Runavík, sum felagið hevur verið ein av høvuðsstigtakarunum til. Sum skilst hevur Faroe Petroleum brúkt rættiliga fitt av pengum fyri at vera við í grønlendska oljuævintýrinum. Tøl sum 25 mill. kr. verða nevnd. Ein høvuðsorsøk til, at tað ikki eydnaðist Faroe Petroleum at fáa eitt av loyvunum í Grønlandi er helst støddin á føroyska felagnum. Grønlendsku myndugleikarnir hava lagt sera stóran dent á, at feløgini, sum fingu loyvi, hava ein fíggjarligan førleika, sum ger tey før fyri at rudda upp eftir eina møguliga dálkivanlukku. Faroe Petroleum hevur tó enn møguleika at keypa seg inn í eitt av loyvunum.

Uppá fyrispurning um møguleiki er fyri samstarvi millum Føroyar og Grønlandi, tá tað um oljuvinnu ræður, sigur Graham Stewart, at her eru nógvir møguleikar. Eitt nú kunnu vit stuðla grønlendingum, tá tað ræður um at byggja upp eina útgerðarhavn. Eisini heldur hann, at grønlendska ráevnisfyrisitingin kundi lært nógv av føroysku royndunum og sipar her til tað sera professionella og góða arbeiðið, sum fólkini á Jarðfeingi útinna.

Bora ov stutt
Faroe Petroleum er partur av ENI samtakinum, sum boraði Anne Marie brunnin á landgrunninum í fjør. Sum skilst í oljuídnaðinum er ENI er í løtuni í ferð við at tulka seismikkin umaftur. Úrslitið av boringini kom eitt sindur óvart á serfrøðingarnar hjá ENI. Tað hevur víst seg bæði við hesum brunninum og øðrum við, at tað gongst illa at finna neyðugu reservoirini, goymslurnar í føroysku undirgrundini. Tað arbeiði, sum nú verður gjørt, er at finna fram til, hvar møgulig reservoir eru at finna í undirgrundini. Higartil hava metingarnar víst seg at vera negativar. Sum skilst var ein av orsøkunum til, at ENI gavst at bora tann, at einki ella alt ov lítið reservoir var í undirgrundini, sum kundi goyma olju og gass. Tó vísti tað seg, at har var nógv gass og eisini lættari olja niðast í boriholinum. Tað halda keldur í oljuvinnuni vera tekin um, at goymsla møguliga finst í grannalagnum.

Nú ENI hevur gjørt av at lata skrivstovuna í Havn aftur vil stóri spurningurin vera, um felagið hevur gjørt av at rýma úr Føroyum. Hetta er enn óvist, tí felagið hevur sum er gjørt flestu av sínum kanningum í antin Bretlandi ella Italia, so afturlating av skrivstovuni her merkir ikki neyðturviliga, at felagið hevur slept Føroyum. Felagið hevur sagt frá, at tað fer at gjøgnumganga alt tilfarið frá Anne Marie brunninum og møguliga endurskoða sínar metingar av hesum loyvinum. Ein møguleiki er so, at felagið, um kanningarnar geva eitt positivt úrslit, fer at umhugsa at bora enn ein brunn í hesum loyvinum, tí okkurt kundi bent á, at olja og gass finst longur niðri ella aðrastaðni í loyvinum.

Hetta er eisini eitt slag aveinum dejavu, tá hugsað verður um bæði Brugduna og Williambrunnin. Tá var - eins og við Anne Marie brunninum eisini sagt, at borað varð ov stutt. So tann stóri spurningurin er í dag, um fleiri av brunnununum, sum eru boraðir á landgrunninum, rætt og slætt hava verið ov stuttir. Hetta er møguliga ein av orsøkunum til, at Statoil umhugsar at bora enn ein brunn í sama loyvi, har tað boraði Brugdubrunnin í 2006.