Hetta eiga tey at hava í huga, serliga politiska umhvørvið, sum møguliga ætla sær at taka undir við málsligu kósini, ið RE stríðist sum ”Úlvur á skóg” fyri at fremja í Føroyum. Hvat hendir, um vit leggjast [...] fjølmiðlaamboðini í dag gera, at vit fara altíð at duga nóg mikið av fremmandum orðum. Føroyingar læra jú allastaðni í dag og klára seg væl, hóast málreinsanarkósin hevur verið galdandi í meira enn 100 ár [...] hevði RE havt grein í sínum máli, tí so kundu vit jú bara skift til enskt sum móðurmál, bíligt í rakstri og ómakaleyst, men nú er móðurmál nógv annað enn samskifti. Tað er sálin í fólkinum og stendur fyri
fyritøkur í Føroyum at taka við einum rúsevnapolitikki. Í hesum sambandi varð Erik Linde frá Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn boðin í Norðurlandahúsið at halda fyrilestur um rúsevnapolitikk í Danmark og [...] fyri, at hetta í fyrsta umfari skapar ósemju. Men eg eri vísur í, at øll á tí ávísa arbeiðsplássinum eru samd um, at rúsdrekka og arbeiði ikki hoyra saman. Harafturat eri eg somuleiðis vísur í, at øll á a [...] skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk. Í 1987 hevði einki danskt arbeiðspláss skrivligar reglar um rúsdrekkapolitikk. At enda vísir Erik Linde á, at um onkur í Føroyum hevur trupulleikar av rúsevnismisnýtslu
leygarkvøldið, kundu vit, ið høvdu leitað okkum í Norðurlandahúsið uppliva konsertir í heimsflokki, í teimum bestu karmunum, ið vit kunnu bjóða í Føroyum. Bæði framførslan hjá Eivør, hjá Sic og hjá Høgna [...] besta innan føroyskan tónleik og spennandi norðurlendsk nøvn. Alt sýnt fram í nærum fullkomnum karmum í Norðurlandahúsinum í Havn. Men hóast hetta, valdi bert eitt fátal av føroyskum áskoðarum at møta [...] ætlan. Ongantíð áður, hava somikið nógv týdningarmikil fólk úr tónleikaídnaðinum verið savnaði í Føroyum, og ongantíð áður hava úrslitini verið so góð fyri okkara listafólk. Fáir áskoðarar Men meðan Prix
einstaklingar. Hetta er í veruleikanum atburðar-psykologisk viðgerð, sum fer fram hjá útbúnum roykiavvenjara í einum tíðarskeiði uppá 5 vikur. Eftir tílík skeið eru tað í mesta lagið 30%, sum eru roykfrí eftir [...] strangari og effektivari tiltøk til. Fyribyrging móti tubbaksroyking kann bítast í fleiri partar: 1) Tiltøk, sum eru ætlað at seta í verk yvir fyri roykjaranum. Her verður hugsað um forboð móti royking á ávísum [...] fultkomið bann í viðkomandi bygningi, so at hann noyðist heilt útum at roykja. Eisini verja hesi tiltøk ikki-roykjaran móti passivum royki á staðnum. Men hóast tað er lítið av praktiskari fyribyrging í hesum tiltøkum
mjólka, men seta ongar pengar av til at granska, hvussu tað best loysir seg at reka matvøruvinnu í Føroyum í framtíðini? Hví eru tað einir 5-10 ymsir stovnar, sum skráseta fyri tað almenna? Hví skal P/F Dangan [...] at føroyingar kunnu hava egna venju (praksis), tær einastu avmarkingarnar liggja í, at vit mugu hava skil í, so fólk í somu støðu vera eins viðfarin, og annars at virða fyrisitingarlig rættindi. Heimi [...] skrivaði sum formaður í lands-stýrismálanevndini undir sjálv-málið og eitt óneyðugt føroyskt afturstig. Men, mangt bendur á, at tingfólk eru óskyldug í hesum. Tá Jákup Mikkelsen í Jógvan S.-málinum tyktist
tær neyðugu vaksinasjónirnar. Síðst í august fóru tær úr Føroyum og flugu umvegis Keypmannahavn og Brússel til Abidjan. Á flogvøllinum í Abidjan stóð stór mannamúgva í litríkum klæðum við trummum, rópi og [...] var haðani, at trælirnir í sínari tíð vórðu avskipaðir. Tær sóu húsið, trælirnir vóru í, meðan bíðað varð eftir farti. Eisini er varðveitt myrka rúmið, sum trælirnir vórðu koyrdir í, um teir ikki aktaðu. [...] Tær fimtan vinnurnar, sum allar arbeiða á Tjarnargarði í Havn, vistu als ikki, hvat tær kundu vænta, tá ið tær í vár teknaðu seg til at fara ein túr til Fílabeinsstrondina. Torført var at finna nakað at
num og leyk í 2002 útbúgving á Opera Akademinum. Í 1997 var hann við í donskum mentunartiltøkum í Australia, m.a. í operahúsinum í Sidney og í 1999 var hann við í tiltakinum Danish Wave í New York. Árið [...] ferð á palli í Kongliga Leikhúsinum í leiklutinum sum Gastone í "La Traviata" eftir Verdi. Í 2001 varð hann fyrstu ferð Rodolfo í "La Bohème" í eini framførslu á víðagitnu Clonter Opera í Onglandi og fekk [...] "Den komiske Tragedie" í 1994, "Rejse i natten", um Mikis Theodorakis, í 1996, "En sommerdag" eftir Slawomir Mrozek í 1997, "Savannah Bay" við Ghitu Nørby í 1999 og "La Bohème" í 2001. Eisini hevur Anders
16.00 giftast í Christianskirkjuni í Klaksvík Heidi Olsen, Eiði, og Jan Kjærbo, Klaksvík. Vælkomst verður í Skálanum í Klaksvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp, verða [...] Í dag, 21. juli, kl. 17.15 giftast í Fuglafjarðar Kirkju Eileen Jørgensen úr Fuglafirði og Sjúrður Leivsson Eidesgaard úr Oyndarfirði. Brúðarveislan verður fyri innbodnum í Bygdarhúsinum í Leirvík klokkan [...] klokkan 18.30. Í dag, 21. juli, kl. 16.00 giftast í Dómkirkjuni Fríðbjørg Hammer, Tórshavn, og Michael F. Hansen, Udby. Veitsla verður fyri innbodnum í Pálsstovu kl. 19.00. Í dag, 21. juli, kl. 15.00 verða
sum tey undirskrivaðu hjá Ríkisumboðnum, um, at hann skuldi sleppa at hava sonin í Føroyum frá 25. til 29. desember, og í tvær samanhangandi vikur komandi summar. Bleiv galið Mamman og pápin at dreinginum [...] bæði foreldur skulu yvurhalda. Í hesari avtaluni stendur, at pápin skal hava sonin fimm dagar samanhangandi í jólaferiuni frá 25.-29. desember og tvær vikur samanhangandi í summarferiuni. Nú skuldi verið [...] mamman hevði sent honum. Í hesum brævinum varð hann lagdur undir einki at hava gjørt fyri at koma í samband við sonin. Hansara egnu foreldur hava ongantíð viljað lagt seg út í stríðið, sjálvt um tey eisini
væntast at ein í framtíðini fer at síggja eina økta privatisering innan heilsuverkið eins og mann hevur sæð í londunum kring okkum? Hvussu verður tá nýggja sjúkrakassaskipanin verður tikin í brúk? Um tann [...] landsstýrismanninum í heilsumálum um brúkaragjald fyri summi í samband við kanning fyri ílegusjúkuni CTD er kanska júst eitt gott dømi um, at broytingar innan føroyska heilsuverkið eru í væntu. Tað er ógvuliga [...] nógvir kommunulæknar skulu útbúgvast? Hvussu nógv sjúkrahús skulu vera í Føroyum? Osfr. Fitiepidemi Fyri at nevna eitt dømi, so liva vit í eini tíð, har vit longu hava eina aðra bókstaviliga risastóra avbjóðing