Fáa einki endurgjald

- Tað harmar okkum almikið, at flogfarið til Keypmannahavnar var so nógv seinkað í morgun og at fólk halda seg ikki hava fingið nóg góða kunning, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.

 

Ferðafólkini, sum fóru úr Vágum í morgun til Keypmannahavn, fingu ein longri steðg í Edinburgh enn væntað.

 

Upprunaliga høvdu tey fingið at vita, at tey skuldu vera sitandi í flogfarinum, men tá tey komu til Edinburgh vóru tey kortini noydd í land.

- Orsøkin er, at Ongland hevur ávísar serreglur á hasum økinum, millum annað tí at tað liggur uttan fyri Schengen-økið, greiðir Jóhanna á Bergi frá.

 

- Vit høvdu biðið um loyvi at lata ferðafólkini sita í flogfarinum, men onglendingar høvdu av onkrari orsøk ikki álit á okkara trygdarskipan og vildu tí, at øll fólkini vóru koyrt gjøgnum passeftirlitið av nýggjum, sigur hon.

 

Júst hetta vóru nógv ferðafólk hørm um. Avleiðingin hjá fleiri var tann, at rúsdrekka og annað, sum tey høvdu keypt í tollfríu søluni í Vágunum, mátti blakast burtur í Edinburgh, tí tey fingu hana ikki við gjøgnum trygdargeiran har. Her metir Atlantsflog tó at talan má vera um onkra misskiljing.

- Tollfría sølan her vesturi fekk greið boð um, at allar tollfríar vørur skuldu pakkast í serligu posarnar og latast aftur,  so at fólk nevniliga kundu fáa vørurnar við sær gjøgnum trygdargeiran. Um fólk kortini hava mist sínar tollfríu vørur, er tað antin orsaka av onkrari misskiljing í Edinburgh ella tí at tey hava latið posarnar upp á vegnum, sigur stjórin.

 

Fleiri av ferðafólkunum við Atlantsflog skuldu eftir ætlan flúgva víðari seinnapartin, men onkur teirra gjørdust ov sein. Jóhanna á Bergi sigur, at tað velst um hvat slag av ferðaseðlum talan er um, hvussu Atlantsflog heftir fyri seinkingina.

- Hava tey keypt ein ferðaseðil allan vegin fram, hava vit ábyrgdina av at fáa tey yvir á onnur flogfør. Hava tey hinvegin keypt stakar ferðaseðlar, hefta tey sjálvi fyri seinkingina, sigur hon.

 

Undan túrinum stóð ferðafólkunum í boði, at fara við einum seinni flogfari úr Føroyum í býti við góðara 1.800 krónur. Tóku tey av hesum tilboðnum, høvdu tey verið seks tímar seinkað.

 

Ferðafólkini, sum fóru til Edenburgh í morgun, høvdu av ymiskum orsøkum valt ikki at taka av hesum tilboðnum, men vóru at enda kortini nærum tríggjar tímar seinkað. Tey skulu tó ikki vænta sær nakað endurgjald frá Atlantsflog.

- Nei, lógin áleggur okkum at bjóða endurgjald, tá vit umbóka ferðafólk og ferð teirra verður nógv seinkað. Í hesum føri er talan um aðrar umstøður, og tá hava vit ikki skyldu at veita endurgjald. Tó kann tað vera, at ferðatryggingin hjá ferðafólkunum tekur við í slíkum førum, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Ferðaætlanin hjá Atlantsflog seinastu dagarnar hevur verið nógv merkt av, at eitt flogfar ikki er í flúgving, meðan eitt annað sat á vøllinum í tveir dagar. Rættlag er ikki komið á aftur enn, og ferðaætlanin kemur neyvandi aftur upp á pláss fyrr enn um eini 10, 12 dagar.

- Eftir umstøðunum haldi eg, at tað hevur gingið væl. Eg skal ikki siga, at ferðafólkini í Edinburgh eru tey einastu, sum eru komin illa fyri, men sum heild haldi eg, at vit hava megnað at tillaga ferðaætlanina uttan at vera til ampa hjá ov nógvum av okkara viðskiftafólkum, sigur Jóhanna á Bergi.