Fáa skattalætta komandi ár

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer nú saman við samgonguni at viðgera, hvussu hann kann gera tað bíligari at vera føroyingur. Úrslitið, ætlar hann, at vit skulu síggja í 2001

Tað skal gerast bíligari hjá vanliga føroyinginum at búgva í Føroyum.

Hetta hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sett sær fyri. Hann fer í næstum saman við samgonguni at viðgera, hvussu skatturin kann lækkast, soleiðis at borgararnir við lægru inntøkunum fáa ágóðan.

Loysnina roknar landsstýrismaðurin við at finna einaferð í 2001. Men hann vil ikki hangast upp á eina dagfesting.


Lækka meirvirðisgjaldið

Hvussu farast skal fram, hevur Karsten Hansen enn ikki gjørt sær greitt. Men hann vísir á, at embætisfólk í løtuni arbeiða við hesum.

Til dømis situr ein bólkur og viðger skipanina við meirvirðisgjaldi. Ætlanin er, at øll undantøkini í skipanini skulu takast burtur, soleiðis at meirvirðisgjald verður lagt oman á allar vørur. Samstundis skal sjálvt meirvirðisgjaldið lækka.

Hetta, heldur Karsten Hansen, ger skipanina meira rættvísa. Tí verður skipanin broytt, skulu øll gjalda fyri allar vørur, samstundis sum gjaldið verður lægri.

Oman á tað heila, roknar landsstýrismaðurin við, at hetta fer at gera, at meira peningur kemur í landskassan, sum síðani kann brúkast til at lætta um skattatrýstið hjá lágløntu borgarunum.

? Avgjaldsskipanin er í ávísum førum ein betri skipan enn persónsskattaskipanin. Tí avgjøld eru øll noydd at gjalda. Eisini sjómenninir, sum sigla úti og ikki rinda skatt, sigur Karsten Hansen.


Oljuavgjaldið verður verandi

Samgonguumboðini í løgtinginum vrakaðu týsdagin uppskot frá andstøðuni um at lækka avgjaldið á brenniolju. Hetta varð gjørt við teirri grundgeving, at um oljuavgjaldið verður tikið av, verður hetta til størstan fyrimun fyri tey, sum frammanundan eru væl fyri og brúka nógva olju.

Samgongumenn vístu á, at samgongan í løtuni arbeiðir við skattaspurninginum í breiðari høpi, soleiðis at tey, sum ikki eru so væl fyri fáa størsta fyrimunin.

Spurningurin til landsstýrismannin í fíggjarmálum er tískil, um tað at lækka meirvirðisgjaldið ikki eisini í mestan mun er til fyrimuns fyri tey, sum eru væl fyri og tískil keypa nógv.

Men tað heldur Karsten Hansen ikki. Tí tey, sum fara at keypa meira, rinda eisini meira í landskassan, og hesin peningur skal brúkast til at lætta um hjá teimum, sum ikki eru so væl fyri. Hvussu hetta skal gerast, vil landsstýrismaðurin ikki koma nærri inn á.


Betur enn lønarhækkan

Lønarsamráðingar millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið verða í vár. Í hesum sambandi heldur Karsten Hansen tað vera ein betur loysn at lova lønmóttakarunum skattalætta, heldur enn at hækka lønina.

Men Karsten Hansen vísir samstundis á, at fakfeløgini fyrr hava víst honum á, at hann er vælkomin at lækka skattin, men at hetta einki hevur við lønarsamráðingar at gera.

? Eg skal tó ikki siga, at ein skattalækkan ikki hevði tikið broddin av harðastu lønarkrøvunum, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Um Karsten Hansen fer at leggja fram eitt uppskot um skattalætta undan lønarsamráðingunum ella talan verður um nakað heilt annað, dugir hann ikki í verandi støðu at siga.

Men alt bendir á, at tað í øllum førum ikki verður uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at hækka botnfrádráttin, sum verður loysnin hjá landsstýrismanninum.

? Uppskotið hjá Fólkaflokkinum leggur upp til botnfrádrátt til øll, og er harvið til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna nógv. Vit skulu hava eina skipan, sum verður góð fyri øll, og til størstan fyrimun fyri tey, ið vinna lítið, sigur Karsten Hansen.

? Men tað er týdningarmikið, at fólk gera sær greitt, at hetta ikki merkir, at tey skulu skunda sær at keypa ferðaseðlar til Mallorca komandi summar, ávarar Karsten Hansen.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í fíggjarlógaruppskotinum ikki tikið hædd fyri skattalætta. Men hetta er tí, at inntøkusíðan er løtt at broyta seinni, sigur hann.