Stríðshugurin og harvið viljin at vinna lýsti av spælarunum, sum vóru sannførandi í nærdystunum og ikki góvu mótstøðumonnunum frið at fáa tak á bóltinum. Men tað er synd av siga, at fótbóltsavrikið var polerað [...] fyrstu ferð, var tað samanborið við, sum tað plagar at vea, tunnligt framvið girðingini, og teir áskoðararnir, ið ikki komu fyrr enn tjúgu minuttir vóru farnir, sóu einki at teimum trimum málunum. Klaksvíkingarnir [...] tí so leingi sum tað bara var eitt mál á muni, so lúrdi møguleikin, at VB skuldi javna, og fram móti endanum, tá vágbingar høvdu flutt fólkið langt fram, var um reppið, at tað hendi, sum klaksvíkingar
Mítt Asfalt - Elin Maria Ó. Olsen Sum ein ung genta dámar mær sera væl at fara í býin at dansa, hava tað stuttligt, vera saman við vinunum ella bara at hoyra onkran kulan bólk spæla, og til Asfalt fekk [...] og alla tíðina onkur bólkur, ið var verdur at hoyra. Skráin var eisini løgd soleiðis, at millum tey meira “rockara-ligu” nøvnini, har tú kundi hoppa, dansa og bara flippa út, var okkurt sum tú kundi lurta [...] væl at spæla og syngja, so tað var kul. Tá barnatiltakið var liðugt var aftur nokkso manntómt, men líka sum fríggjadagin mentist tað sum dagurin leið. Har var alskyns tónleikur, og tað var ringt at velja
av, at ein saktans kann klára seg sjálvan, og torir at royna nakað, ein helt seg vera ósikran í«, sigur Guðrið, og tekur sum eitt dømi, at tær ikki fyrr høvdu ferðast við toki, og hildu tað fara at verða [...] seg upp. Vit eru noyddar at klára okkum sjálvar, sigur Durita, sum, hóast langt vekk, hevur havt gott samband við familjuna heima við at brúka fríu teldurnar á skúlanum til at senda mail við. Treyðugt [...] num, sum hevur lurtað eftir, meðan tær hava sagt frá, er meira enn vælnøgdur við at hava føroyingar á skúlanum og vil hann fegin, at fleiri leggja leiðina til Hadsten. Finn Wehner skoytir uppí at føroyingar
jøvnum millumbilum at finna. Í Havn átti kanska eisini at verið betri møguleikar, tá tað kemur til vask og turking av klæðum, meta tey fýra. Gestsins eygað Sum heild meta tey, at Føroyar sum ferðamannaland [...] førum og trupult kann vera at finna fram á støð, ið eru verd at vitja. At føroyingar ikki duga sum tænastuvinnurekandi, hevur ofta verið at hoyrt. Og hetta hava íslendingarnir eisini lagt til merkis, hóast [...] gist á bryggjum og aðrastaðni í bilum sínum. Og lætt er at koma í prát við fólk og ofta eru tað menn, sum hava fiskað undir Íslandi, sum hava hug at práta og tað halda tey vera hugaligt. Føroyingurin er
hvørjir møguleikarnir eru, eru ov tíðliga at siga nakað um enn, leggur hann afturat. Men hann heldur, at fyrsta stigið eigur at vera at seta seg í samband við Bakkafrost at vita, hvørjar ætlanir, tey hava á hesum [...] løgtingsmaður. Og hann ásannar, at tað pínur hann, at síggja, at tey á Bakkafrost nú eru farin at føra laks úr aliringum í Suðuroy, til kryvjingar norðanfyri, ístaðin fyri at senda hann á kryvjivirkið í Vági [...] Hendrik Old. Hann sigur, at hetta eigur ikki at bera til, tí tað kann ikki vera meiningin, at Bakkafrost skal fáa framíhjárætt til at brúka firðirnar í Suðuroy til aling, uttan eisini at hava nakað virksemi
staðfest, at talan ikki verður um summarsteðg. At tað fer at verða spælt hvørt vikuskifti, og at kappingin ikki fer at verða liðug fyrrenn síðst í oktober ber við sær, at tað ivaleyst verður brúk fyri at geva [...] teir uttan iva at fáa høvi at vísa, hvør dugur er í teimum. Hevur tú lagt venjingina øðrvísi til rættis, enn tú plagar at gera? - Eitt er, at vit fóru tíðliga undir venjingarnar, og at summarsteðgurin [...] eisini tí, at royndirnar hava víst, at tað er ikki meiri enn í besta lagið løtuvinningur at dúva upp á fremmanda arbeiðsmegi, sum fyrst og fremst fer hagar, har inntøkan er størst. Stríðið við at fáa pening
føra til at nasar og eygu fara at renna hjá teimum, sum hava ovurviðkvæmi. Fyri at forða hesum, er best at spula træið fyrst og seta tað at turka í hjallinum ella garasjuni. Ein onnur loysn er at brúka plasttrø [...] neyðugt, at eisini børkin stendur í vatni. Onkur mælir til at taka træið inn í kjallaran ella gongina í eina nátt, áðrenn tað verður tikið einn í stovuna. Hetta er fyri at træið skal fáa tíð at laga seg [...] forðar harpiksinum at renna úr trænum og tætta evnini hjá trænum at taka til sín vatn. Nøkur telgja træið til, fyri at fáa pláss í fótinum, men hesum mæla serfrøðingarnir frá. Teir vísa á, at tekur til sín
soleiðis, at tá pápi – sum hóast sjúku var innløgumaður av teimum bestu – kom til húsa aftur við fiski, fugli ella harum, so átti mamma arbeiðið at fáa hesar matvørur til høldar. At hagreiða fisk, at royta [...] fyri fólk. Sum tað plagdi at vera tá í tíðini, tá tey ungu giftust inn til verforeldrini, so fingu tey sum tíðin leið til uppgávu at taka sær av ommu og abba, tá tey vóru blivin so gomul, at tey ikki kláraðu [...] vit tosa um tað, og so hava vit upplivað, at onkur minnist eitt, onkur annar minnist okkurt annað. Mamma var miðdepilin í familjuni, hon stýrdi øllum tí, sum skuldi gerast í heiminum. Um tað altíð varð
burtur úr neyðini við at læra at spæla bólt. At savna leikur inn er ein háttur at hjálpa, sigur Elin Mouritsen. Føroysk børn eiga nógv at spæla við og barnakømurini í dag eru at líkna við smáar leikuhandlar [...] tíverri. Tað er lættari at gráta við ein bamsu inn at sær, tað gevur ugga og tryggleika, at tú veitst, at tað er títt. Hvør veit, hvussu stóra eydnu ein bóltur kann gera, kanska onkur fær eitt lív, eitt innihald [...] Stigtakari er Elin Mouritsen, sum vit øll kenna sum sjónleikara. Hon hevur hugsað leingi um at gera hetta tiltakið til veruleika. ? Onkur skal vera tann, ið setir ígongd. Fólk hava mangan savnað klæðir og
sær, at longri verður ímillum leysu størvini. Landsstýrismaðurin vísir eisini á, at orsøkin til, at talið á størvum til sjúkrarøktarfrøðingar hevur staðið at kalla í stað seinastu árini, er tann, at í nógv [...] - Eg dugi ikki at síggja trupulleikan. Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum. Ferð eftir ferð, hava vit fingið at vita frá ymsum politikarum, at tað er at kalla vónleyst hjá sjúkrar [...] sjúkrarøktarfrøðingum, at fáa fast starv í heilsuverkinum. Ført verður eisini fram, at slík viðurskifti sum hesi, gera sítt til, at fólk ikki støðast í landinum, men taka til rýmingar uttanlands. Nú hevur Eyðgunn