Bora longur niður enn ætlað

-og kann tað vera ein ábending um, at Amerada Hess hevur funnið ?okkurt?. Keldur hjá blaðnum vilja vera við, at talan kann vera um gasskondensat. Annars ganga søgur um oljufund sum heitt breyð kring alt landið

 

3. oljuboringin/Analysa

 

 

 

 

 

Tað ganga nógvar søgur kring alt Føroya land og eisini í útlandinum um, at Amerada Hess skal hava funnið olju. Hetta hava eisini bløð sum Oyggjatíðindi og Norðlýsið skrivað. Men vísa samtíðis á, at eingin vil vátta leysasøgurnar. Bæði hjá Amerada Hess og hjá Oljumálastýrinum fáa vit somu boð: tíðindaskriv fer at koma frá Oljumálastýrinum, tá nakað er at frætta.

 

 

 

Lat okkum so hyggja eitt sindur nærri at støðuni í løtuni og tengja tað uppí, sum vit hava roynt at uppspurt hjá keldum eitt nú jarðfrøðingum og øðrum, sum hava holla vitan og kunnleika til økini, har borað verður.

 

 

 

Amerada Hess hevur ongantíð viljað sett nakað ávíst % á fyri sannlíki at finna olju í hesum fyrsta brunninum. Men mong eru tey, sum hava víst á, at samtakið, sum fekk hetta lisensøkið varð kanska tað mest hepna, tí sannlíkið at finna olju er best í hesum blokkinum. Eisini er sannlíkið fyri at sleppa undan basalti størri her enn aðrastaðni. Haraftat liggur tað næst kendum oljufeltum bretsku megin markið.

 

 

 

Vit hava eisini frætt, at fyrrverandi oljufelagið Saga, ið hevði gjørt eitt grundleggjandi forarbeiði til at søkja um lisens her, metti júst økið hjá Amerada Hess sum eitt tað mest lovandi. Kelda blaðið hevur tosað við sigur, at blokkurin er ?tjokkfullur? av olju. Spurningurin er so, um borurin er settur í á rætta stað. Onkur jarðfrøðingar hevur víst á, at møguliga átti Amerada Hess at sett borin í einar 4 kilometrar longur vesturi. Tann møguleikan hava teir so við næstu boringini.

 

 

 

Amerada Hess hevur so heldur ikki viljað sagt við vissu, hvussu djúpt teir bora. Men talan sigst vera niður á knappar 4000 metrar. Henda boringin hevur gingið skjótt og væl og skuldi tí longu verið liðug. Tað hevur eydnast Sosialinum at fáa upplýsingar um, at Sovereign Explorer í løtuni eru farin niður um teir 4000 metrarnar og er við at bora nakrar 100 metrar aftrat. Tvs. at felagið fer djúpri enn tað upprunaliga hevði ætlað. Tað bendir á, at man hevur fatur í ?onkrum? av áhuga. Neyvan varð borað víðari, um har ikki var okkurt. Sum skilst á keldum tosað hevur verið við, er møguleiki fyri, at boripallurin hevur troffið við gass ella kondensat, eitt millumting millum olju og gass. Og fyri at vita, hvat man veruliga hevur við at gera og um olja eisini kann verða tengd at hesum kondensatinum, verður farið longur niður við borinum.

 

 

 

Gitingarnar um gass ella kondensat fáa so eisini lív í aftur tíðindini í skotska blaðnum Press and Journal fyri nøkrum árum síðani, har tað varð skrivað, at BP hevði funnið kondensat/gass í Conival-brunni sínum. Hesin liggur bretsku megin markið tætt upp at boringini hjá Amerada Hess. So er spurningurin um Conival veruliga var eitt gassfund. Vit vita tað ikki, tí tað hevur ?tighthole status?. Men hetta kann so vera ein ábending um, at Amerada Hess hevur rakt við kondensat/gass á nøkunlunda somu leið.

 

 

 

Ein annar áhugaverdur spurningur í øllum hesum er, at tá leitað varð eftir olju í økinum, har BP fann Foinaven, tá varð í veruleikanum farið eftir strukturum, sum lógu nógv djúpri. Men heilt av tilvild rakti BP við Foinanven feltið, sum ikki lá so djúpt. Spurningurin er tí nú um Amerada Hess ? við royndunum frá Foinaven í huganum ? men við øvugtum fortekni ? er farið longur niður enn ætlað varð og heldur óvantað funnið gass ella møguliga olju í einum lagi, sum als ikki varð við á seismisku kortunum. Tvs. at vit her fáa eina nýggja Foinaven effekt men við tí muni, at Foinaven varð í ovaru løgunum. Og hjá Hess hevur man kanska funnið nakað í djúpri løgum.

 

 

 

Nógv av hesum kann tykjast sum gitingar, men keldurnar blaðið hevur tosað við halda tað ikki vera ósannlíkt, at hetta kann vera støðan, og at tað ikki er óhugsandi, at tað ?okkurt?, sum Amerada Hess hevur funnið, er fyrsta tekinið til eitt gassfund. Spurningurin er so, um hetta er í rakstrarverdugum nøgdum. Møguliga er tað henda spurningin, sum Amerada Hess nú roynir at fáa svaraðan. Av tí at tað ikki verður testað í brunninum kann hugsast, at man á annan hátt vil royna at finna svar.

 

 

 

Kjarnuroyndir eru tiknar fyri kortum og úrslitið av teimum fer so eisini at siga nakað nærri um alt hetta.

 

Vit vita, at Amerada hevur havt fýra mál (target) í brunninum. Tað fyrsta og ovasta var Tina, síðani Joanna, Annika og niðast Marjun. Spurningurin er so um ikki øll hesi málini hava verið turr, møguliga onkur oljuspor. Er nakað um tosið við enn einum møguleika djúpri enn Marjun so er Amerada Hess noytt til at finna sær enn eitt kvinnunavn fyri tað óvantaða og nýggja fimta málið og kundi tað t.d. hóskandi fingið enn eitt vakurt føroyskt kvinnunavn ? Durita. Hví ikki! Tvs. at møguliga fyrsta olju- ella gassfundið á føroyska landgrunninum kundi verið uppkallað eftir føroyska kvinnunavninum, Durita. BP hevur valt at brúka fjallanøvn fyri síni oljufund. Livst so spyrst.