Hans Blix hevur seinastu 3 árini staðið á odda fyri arbeiðnum at meta um vandan av hópoyðingarvápnum og hvussu heimurin kann tryggjast móti hesum hóttanum. Hetta er gjørt í The Weapons of Mass Destruction Commission. Frágreiðingin bleiv almannakunngjørd í summar og er tað partvíst í støði frá hesi frágreiðing, at Blix tosar fyri at vísa á hvar veruligu vandarnir í dag eru.
Trý sløg
Tá talan er um hópoyðingarvápn, er talan um trý sløg. Lívfrøðilig, evnafrøðislig og kjarnorkuvápn.
Sjálvt um flestu borgarar og lond eru samd um at tað er alneyðugt við eftirliti og tálman av hesum vápnum, so henda tó sera lítil framstig. Tað er eitt bann um lívfrøðilig vápn frá 1972, men sum ikki kann sigast at virka, hóast biotøknin er í stórari menning. Evnafrøðislig vápn bannað í 1970 og har hava 20 ára samráðingar enn ikki ført til nakað úrslit. Kjarnorka eru undir altjóða kjarnorkustovninum IAEA, men har eru eisini javnan trupulleikar, so sum í Iran nú.
Blix vísti á, at kjarnorka er sera torfør at arbeiða við og framleiða, og tí ikki sannlíkt til yvirgang, uttan so at talan er um stolna bumbu ella eina skitna bumbu. Hetta merkir at koyra geislandi evni á eina vanliga bumbu. Lívfrøðisligt vápn eru eisini torfør, og tí er mest sannlíkt at talan er evnafrøðislig álop, sum eisini blev brúkt í undirgrundini í Japan, um eitt av hesum sløgum skal brúkast til yvirgang.
Annar vandi
Blix metir at stóri vandin er í vápnadubbingini millum lond. Aftaná Kalda Kríggið var breið semja um at minka um vápnanøgdina, og serliga kjarnorkuvápn. Veruleikin er bara ein annar. Altjóða eftirlitið við kjarnorku hevur verið skipað umvegis kjarnorkustovnin IAEA, sum Hans Blix sum aðalstjóri stjórnaði frá 1981 til 1997, men lítil vilji hevur verið at at geva stovninum góðar arbeiðsumstøður.
Blix vísti á at londini, hóast semju um ikki at spjaða kjarnorkuvápn, eru á eini tvístøðu. Formligu kjarnorkulondini hava jú tikið síni vápn burtur, og tað er sera torført at halda fast um at onkur lond kunnu siga, at vit kunnu, men tit mugu ikki.
Hvør kann hava?
Altjóða er samstarv umvegis ST kjarnorkufelagsskapinn IAEA og altjóða semjuna Non-Profilition- Treaty um ikki at spjaða kjarnorkuvápn. Avtalan var at bert tey fimm upprunaligu kjarnorkulondini, USA, Ongland, Rusland (Sovjet), Kina og Frakland skuldu hava kjarnorkuvápn, meðan lond sum Suðurafrika og Ukreina hava beint fyri sínum. Trupulleikin er at India, Pakistan og Ísrael, sum hava kjarnorkuvápn, men ikki eru við í altjóða samstarvinum og krøvum, og so Norðurkorea sum eisini hevur snýtt við eftirlitinum.
Men avvápningin, sum lagt hevur verið upp til, er ikki framd. Hans Blix vísti á at enn eru eini 1000 kjarnorkumissilar í hægstu ávaringarstøðu, og tí er eitt hópoyðingarálop ikki ógjørligt. Men eisini sæst at lond arbeiða við nýggjum skipanum, sum t.d. Bretland. Tí er ilt at meta um framtíðina. Missilverjan hjá USA ger, at India og Kina eisini mugu menna sínar skipanir. Byrjar ein tilgongd við vápnum í rúmdini kann hetta eisini gerast ein vandamikil dubbing. Í ST er eingin semja fingin í lag við avvápning og í ST Avvápna Nevndini í Geneve hevur eingin semja verið um nakað í 10 ár.
Tí er ein av stóru vandunum at ein størri vápnadubbing tekur seg uppaftur.
Irak kríggið
Hans Blix var undan innrásina í Irak í miðdeplinum í heimspolitikki. Hann stóð á odda fyri einum vápnaeftirlitsliði, til tess at kanna um Irak veruliga hevði hópoyðingarvápn. Tað sum var umberingin fyri innrásini. Um leikin, at tað ikki bleiv lurtað eftir eftirlitsmonnunum, segði Blix: at heimurin bleiv snýttur, og tað bleiv ikki lurtað eftir eftirlitsmonnunum.Okkara arbeiði var sum proffessionellir embætismenn. Vit lótu úr hondunum tilfar til onnur at taka avgerðir um, júst sum ein fulltrúi í einari almennari fyrisiting. Men tað bleiv ikki lurtað. Tað varð mær sagt, at USA lurtaði eftir hvat eg segði í telefonini, men heldur ikki har bleiv nóg væl lurtað segði hann skemtandi. Men hann vísti eisini á, at onkur vildi í kríggj, sipandi til serliga partar av Bush stjórnini í USA.
Iran
Blix vísir á, at tað nú er neyðugt at loysa trupulleikan í Iran, men at Iran er torført at tosa við. Tað kemur millum annað av at Ísrael, India og Pakistan hava kjarnorkuvápn og talið av hermonnum USA hevur í økinum. Landið vil jú eisini hava eina verju. Dømi vísir hvussu neyðugt tað er at arbeiða við at minka um vápnini og at tað má henda umveigis fleirtjóða samstarv í ST. T.d. í 1991 var talan um ST innrás í fyrra Flógvakrígnum. Í 2003 var tað uttanum ST og tað hevur elvt til beiskleika í USA og stórur partur av amerikumonnum er ímóti ST, m.a. orsakað av Olju fyri mat Gøluni.
Men, sigur Hans Blix: UN will not bring us to heaven, but protect us from going to hell.
(ST fær okkum ikki í himmiríkið, men verjir okkum frá at fara í helviti)










