Hilmar Jan Hansen
Sæð í ljósinum av, at ÍF ígjøgnum alla landskappinga ongan dyst hevur tapt, men vunnið allar 18, samstundis sum bara fimm sett eru tapt, so settúrtøkan var 54-5, var einki at siga til, at mansliðið úr Fuglafirði eisini fór allan vegin og uttan stórvegis himpr tók meistaraheitið og tí eisini greipuna.
Í steypafinaluni fyri einum mánaði síðani, ið eisini var ímóti sørvingum, fingu fuglfirðingar ein ordans hvøkk, tí brádliga var SÍ á odda 2-0 í settum og stóð til at taka triðja settið og steypið. Men í evstu løtu raknaði ÍF við og fekk vent tí dystinum til sigurs við einum fimmsettara, ið avgjørt var eini steypafinalu verdigur.
Hóskvøldið fekk SÍ aftur bitið frá sær nakrar ferðir, men allíkavæl megnaði ÍF í dystinum á Kambsdali at halda høvdið kalt, tá mest var brúk fyri tí, og vann 3-1, eftir at SÍ í triðja setti hevði gjørt ein góðan vørr. Nú liðini hittust aftur í Trongisvági, setti ÍF enn eitt sett til, og hesa ferð var tað fyrsta sett, sum sørvingar vunnu.
At fyrsta sett endaði við sigri til SÍ, 25-23, var einki at siga til, tí ÍF gjørdi sær sjálvum uppgávuna øgiliga torføra við eini rúgvu av feilum, og serliga vóru tað servurnar, ið ikki riggaðu. SÍ megnaði at halda seg frá at gera so nógvar feilir, men fekk í fleiri førum blokkað álopsroyndirnar hjá ÍF, og so var SÍ altso omaná og vann fyrsta sett.
Avgerandi løtan
Í øðrum setti tók ÍF sær betri partar fyri, samstundis sum SÍ eisin helt fram við sínum spæli, og tí gjørdist hetta settið besta løtan í øllum dystinum, har bæði lið fingu víst, at tey av røttum vóru komin í finaluna. Tey kvitteraðu við fínum flogbóltsspæli, og spenningurin dirraði í luftini, hóast ÍF sá út til at vinna seg framum.
Og so hendi brádliga nakað ímóti endanum á settinum, sum kundi havt kostað ÍF alt, um talan var um eitt annað lið. Spælandi venjarin hjá fuglfirðingum, Boban Ilic, kom skeivur niður á høgra fóti og mátti út at fáa viðgerð. Fótliðurin sá beklaður út, og hóast fysioterapeuturin teypaði væl, gjørdist nokk so skjótt greitt viðvíkjandi Boban, at finalan var liðug fyri hansara viðkomandi.
Havandi í huga, at hann er sterkasta álopsvápnið hjá ÍF, kundi hesin skaðin gjørt, at dysturin fekk eina vend. ÍF fekk vunnið annað sett, 25-20, men tá triðja sett fór í gongd, vóru fuglfirðingar uppaftur meira klárir og avgjørdir, meðan sørvingar onkursvegna sóu út til at bíða eftir, at veikleikarnir hjá ÍF skuldu vísa seg, so SÍ kundi taka av.
Eingir veikleikar
Trupulleikin var bara, at ÍF vísti slett ongar veikleikar, og í staðin gjørdust tey bæði síðstu settini ein ordans maktdemonstratión frá ÍF, ið gjørdi slætt borð við sannførandi at vinna 25-13 og 25-17. Og so var føroyameistaraheitið klárt at leggja aftur at steypasigrinum hálvan februar, so fuglfirðingar kundu nú frøast um, at greipan var komin til høldar.
Sum nevnt, hevur ÍF verið suverent besta mansliðið í allan vetur, eins og SÍ hevur verið mestsum líka sannførandi tað næstbesta, og tí var hetta avgjørt rætta finalan. Men ikki nóg mikið við tí, tí staðfestast má eisini, at finalan fekk rætta vinnaran.
Við eini breidd, ið einki av hinum liðunum er í nánd av, er ÍF í serflokki nógv tað besta mansliðið, og um sama manning heldur fram, er ikki vist, at næsta kappingarárið verður stórt meira spennandi. Men tað gráta tey nokk ikki um í Fuglafirði, har tey hava góðar stundir at njóta alt gullið, áðrenn tað einaferð seinni verður neyðugt at taka armarnar niðuraftur…
Hjartaliga tillukku við greipuni, ÍF!