virðing fyri ráði og løgreglu haldi eg, at hetta er ein illa umhugsað ætlan. 1.500 krónur í bót eiga ikki at koma upp á tal uttan so, at tey, sum forvinna 10 ferðir so nógv sum eitt vanligt arbeiðsfólk, eisini [...] eg fór víðari á lívsleiðini. Tað rakar láglønt Ráð er eftir øllum at døma fyri slíkum gáloysni. Nevniliga Ráðið fyri Ferðslutrygd. Saman við løgregluni mælir ráðið til, at bótin fyri at tosa í fartelefon [...] flúgving, plagdi at taka til, at man einki skal gera, fyrr enn man veit, at tað, sum man ætlar at gera, er rætt. Hugsið um hesi orðini. Og inntil tey hava fest seg, latið so vera at gera nakað. Fyri Guds
inni á Oxford Street er so nógv trokarí, at tað er ómøgiligt at ganga ónortin framvið. So onkusvegna hava fólk, fyri at halda fast í teirra høviska atburði, ment sorry-refleksið. Mær dámar væl, at fólk [...] tað, ikki at siga sorry, og alt gekk so skjótt fyri seg, at ikki vóru stundir at umseta. Umskylda meg, men tað er eitt refleks, tillagað enskum stórbýarmentaliteti. Eg havi ongantíð roynt at talt, hvussu [...] annan. Væl at merkja undantikið, tá ið ein koyrir í undirgrundstokunum, har fólk standa so trongt, at ein kann/er noyddur at lukta, hvat fyri anti-perspirant luktilsi síðumenninir brúka, ella áttu at brúkt
flutu í vatninum sum leikur. So skuldi ein hildið, at fleiri ólukkur ikki kundu raka landið, men ristingarnar av skjálvtanum vóru so ógvusligar, at tær skaddu mangan bygning illa, eisini framkomna kjarnorkuverkið [...] erk kundi fara so illa í einum landi, ið er tøkniliga so væl fyri sum Japan. Vanlukkan í Fukushima fer ivaleyst at hava við sær, at mótmælini ímóti kjarnorku kring heimin taka dik á seg, og longu nú [...] Japan eru brynjað til at standa ímóti jarðskjálvtum, men hesaferð var skjálvtin so harður, at ringasti marrudreymurin gekk út. Fyrst var ein hørð spronging á verkinum, ið sást á sjónvarpsmyndum um allan
tríggjar mánaðir, eftir at hann var útskrivaður. Tá hesir mánaðirnir vóru farnir, so hevði hann ikki nakað ordiligt at fara til, sigur Anna Dánjalsdóttir. Fokus á sálarsjúkur Orsøkin, til at Anna Dánjalsdóttir [...] stundum sera illa fyri, so bleiv tað álagt honum sjálvum at avheinta heilivágin á apotekinum og síðani fara í Heimatænastuna at fáa henda heilivágin, sum var í sproytu. - Tað var onkuntíð, at hann stóð leingi [...] Hon fílist á, at tað er familja, vinir og kenningar, sum skulu hjálpa tí sálarsjúka at fáa eitt arbeiði, sum viðkomandi megnar at hava. - Skipanin átti at funnið teimum eitt starv, soleiðis at tey føla eina
myrkt, so vit sóu júst silhuettina av trolaranum. Vit fingu so boð um at leggja stilt. Vit sóu nærum einki, uttan at menn stóðu við maskinbyrsu. Skiparin skilti so illa enskt. Hann fekk ikki rættuliga við, [...] Teir blakaðu fleiri dregg inn á dekkið, og hálaðu okkum inn at síðuni á teimum. Teir góvu boð at steðga skipinum, og tá sá »reyði«, at hetta var álvari. Tað komu átta mans inn á dekkið við bajonet og allari [...] sum var, at vit vóru eitt fiskiskip á veg úr Íslandi til markna. So komu teir umborð við jarnstongum, sum teir steytaðu niður í lastina at vita, um nakað illgrunasamt var at finna. Teir lýstu eftir nummarinum
segði hann, at hann ikki var so væl nøgdur við sítt avrik í kappingini, men at tað hevði verið strævið at vita, at nógv fólk høvdu stórar vónir til avrikini hjá honum og hinum telvarunum. At hetta kanska [...] okkum eftir at venja endaspælið, men tað sást tíðanverri ikki so nógv til. Men tíðina dugdu teir betri at nýta, oftani eru teir ungu nakað ótolnir, hesuferð vóru teir heldur tolnari og høvdu tol at hugsa [...] telvarunum vóru á heilt góðari leið og góvu ábendingar um, at føroysku telvarnir stóðu einki aftanfyri hinar. Men júst sum vónirnar vóru tær allarbestu gekk ikki ? og tó. Tí hóast tær kanska í so góðu vónirnar
uppgávuna. Nøgdur við avrikið – Tá eg fekk boð um, at eg skuldi byrja á vinstra bakki, so mátti eg eisini ganga út frá, at tað var Símun Samuelsen, eg skuldi taka mær, greiðir Bárður Jógvansson Hansen frá. Hetta [...] hoyrt um mannin og kenna til hansara dygdir. Tíverri fyri tey, sum vóru komin fyri undirhald og fagurt fótbóltsspæl, so var ógvuliga lítið at síggja til skjóta suðuroyingin í Sarpugerði mikukvøldið. Hesum [...] slapp hann at royna seg frá byrjan á vinstra bakki. Ein uppgáva, hann átók sær óimponeraður og uttan stórvegis hóvasták. Eitt sannførandi avrik frá unga manninum, sum sjálvur var sera spentur upp á uppgávuna
heldur, at tað er her, hundurin liggur grivin. Grundarlagið má vera, at greiðar reglur mugu gerast, sum allar umsóknir skulu viðgerast eftir. Høgni Hoydal sigur, at harafturat hendi so tað, at samgongan [...] Hoydal vísir á, at fyrst fekk han savnað øll útlendingamálini á einum stað undir løgmálaráðnum. Síðani fekk hann samgonguna at játta tvær milliónir eyka til umsitingina av útlendingamálum fyri at styrkja [...] Tjóðveldisfloksins sigur, at orsøkin til ruðuleikan, sum nú valdar á útlendingamálinum, er, at samgongan hevur álagt landsstýrismanninum í innlendismálum at umsita útlendingamálini á ein hátt, sum ikki letur
koyrt skeivt eftir henni, verið á veg eftir henni á einum staði, men so er hon á øðrum staði. Hvar er virðingin? Bryndis á Dunga fílist á, at Tórshavnar kommuna, ið annars hevur eina umfatandi umsiting [...] Hóast vit bæði ringdu og vóru inni á gólvinum á ansingarkontórinum, fingu vit einki at vita, ikki so frægt sum eitt nei. Tí varð stórur partur av farloyvinum brúktur til at stúra fyri, hvat skuldi henda [...] øgiliga illa og vildi ikki, hvussu vit so enn royndu at vera hjá hesi dagrøktini. Tað var øgiliga ótrygt, tí tú hevði lyndi til at hyggja eftir, hvat kundi vera galið, kanna barnið um tú sást nakað á tí og
túsund hestar hvør, so báturin klárar eina ferð oman fyri 30 knob. Oman á tað heila, hevur Rescue LÍV nú eina sleipimegi upp á 10 tons. Yvirhøvur er so nógv skift út og bøtt um, so bjargingarbáturin nú [...] gongd á bjarging í Føroyum. Øll dugdu tá at síggja, hvussu illa tað í veruleikanum stóð til við bjargingarútgerð her á landi. Samband fekst við íslendska bjargingarfelagið Landsbjörg, sum ikki lá á boðunum [...] vit at arbeiða fyri, at vit á hesum øki ongantíð aftur verða eftirbátar. Havnar Bjargingarfelag er eisini so nógv annað, men altíð við trygd og bjarging í hásæti. Tit hava eisini annan útbúnað, so sum