Víkingur-HB 0-0
Fótbóltur: Símun Samuelsen. Landsliðsleikari, lyklaleikari hjá Keflavík í Íslandi í fjør og størsti profilurin hjá HB í ár. Øll hava hoyrt um mannin og kenna til hansara dygdir. Tíverri fyri tey, sum vóru komin fyri undirhald og fagurt fótbóltsspæl, so var ógvuliga lítið at síggja til skjóta suðuroyingin í Sarpugerði mikukvøldið.
Hesum átti 18 ára gamli Bárður Jógvansson Hansen stóran heiður í. Gøtumaðurin visti teir fyrstu minuttirnar av dystinum ikki heilt, hvønn veg hann vendi, men tá hann so fótaði sær, var hann eirindaleysur og avgjørdur í hvørji einastu avgerð.
Bárður Jógvansson Hansen er enn eitt hampiliga óskrivað blað. Í fjør varð hann fyri tað mesta brúktur sum innskiftari hjá Víkingi, men nú Hanus Jacobsen er farin av landinum aftur, slapp hann at royna seg frá byrjan á vinstra bakki.
Ein uppgáva, hann átók sær óimponeraður og uttan stórvegis hóvasták. Eitt sannførandi avrik frá unga manninum, sum sjálvur var sera spentur upp á uppgávuna.
Nøgdur við avrikið
– Tá eg fekk boð um, at eg skuldi byrja á vinstra bakki, so mátti eg eisini ganga út frá, at tað var Símun Samuelsen, eg skuldi taka mær, greiðir Bárður Jógvansson Hansen frá. Hetta var tó kortini ikki nakað, sum fekk unga gøtumannin at stúra.
– Eg havi hampiliga drúgvar royndir frá ungdómslandsliðunum, har vit altíð møta góðum leikarum. Men sjálvandi var tað spennandi at spæla yvir av akkurát honum, sigur Bárður Jógvansson Hansen, sum eisini er hampiliga væl nøgdur við sítt egna avrik.
– Eg byrjaði nokkso nervøst, men so haldi eg, at eg spældi meg upp, sigur Bárður Jógvansson Hansen, sum byrjaði at snodda til bestu deildina í 2008.
– Men undir Jógvan Martin Olsen havi eg ment meg nógv og eisini fingið spælitíð, greiðir Bárður Jógvansson Hansen frá.
Kjansir uttan mál
Sum Bárður Jógvansson Hansen sjálvur greiðir frá, so hevði hann – og restin av Víkingaverjuni – eitt sindur av trupulleikum fyrstu løtuna. Um illa vildi til, so fingu bæði Levi Hanssen og Andrew av Fløtum bóltin í netið.
Andrew spældi Levi púra leysan, men Marcin Dawid kom væl út og vardi fyri. Síðani var Rógvi Poulsen smartur og hælaði Andrew leysan, men áleyparin var ikki nóg avgjørdur.
Tað var eisini HB, sum var vandamiklara liðið fyrstu løtuna, men Víkingur kom so líðandi fyri seg og síðani leikaði javnt á.
Í seinna hálvleiki hevði Víkingur eisini nakrar næskar atsóknir at málinum hjá Marcin Dawid. Finnur Justinussen stóð fyri teimum báðum fyrstu, harav tann fyrra var eitt langskot og tann seinna ein roynd úr stuttari fjarstøðu, tá hann eftir frálíkt uppspæl fekk fótin á innlegg frá Súna Olsen.
Í fyrra hálvleiki royndi Finnur seg eisini við høvdinum, men Marcin Dawid stórbjargaði, og tað gjørdi hann sanniliga eisini, tá Súni eitt korter fyri leiklok royndi seg við frísparki.
Við øðrum orðum hevði Víkingur møguleikan at skora, og tað hevði HB eisini í seinna hálvleiki. Andrew av Fløtum átti at fingið meira burtur úr góða forarbeiðinum hjá Rógva Poulsen, og tað skuldi Símun Samuelsen eisini, tá hann sendi frálíka innleggið frá Andrew framvið málinum.
Frá átta til einki
Soleiðis endaði dysturin við málleysum javnleiki. Hjá bæði Víkingi og HB komu heili átta mál í teirra dysti í fyrsta umfari. Steypavinnararnir Víkingur gjørdu heili fimm mál móti AB, og meistararnir HB gjørdu fýra móti FC Suðuroy.
Hinvegin lótu bæði Víkingur og HB óvanliga nógv mál fara ígjøgnum – Víkingur trý og HB fýra. Onkursvegna var tað hesin seinni faktorurin, sum venjararnir báðir høvdu heft seg við, og tí var vandin fyri at tapa størri enn viljin til at vinna í Sarpugerði mikukvøldið.










