er ein vinna við ómetaliga stórum perspektivum, og eg dugi at síggja, at man eigur at royna at verða við. Men samtíðis skal eina gera sær greitt, at tað skal vera á einum støði, sum vit megna at handfara [...] ir eru tað. Løgmaður heldur, at umstøðurnar umborð eru sera góðar, og tað sær út til, at alt er sera væl skipað. Eiga at verða við, men? Hvat fekk løgmaður so burtur úr at vitja á einum slíkum arbeiðsplássi [...] oljumálaráðharra at vitja og síggja teirra oljuvirksemi spurdu vit Anfinn Kallsberg, um hetta eisini er ein ábending um, at føroysingar fara fyrst og fremst at samstarva við norðmenn, tá talan er um at byggja upp
fara teir um Leirvíksfjørð at dystast móti klaksvíkingum. GÍ hevur mist møguleikan fyri Europa Cup luttøku komandi ár, men teir royna at billa sær inn, at teir hava møguleika at røkka Intertoto Cup. KÍ hevur [...] hevur framvegis ein lítlan møguleika at vinna FM, og tað spæla teir fyri, og undir øllum umstøðum vilja teir hava næstfremsta plássið, sum B36 hóttir teir á. Brøður leikbannaðir Pauli og Magni Jarnskor [...] tí báðir fara at sita uttanfyri við leikbanni í morgin. Tá GÍ knøpp tvey samdøgur eftir fyrra Europa Cup dystin tapti í Vági var tað týðuligt, at fleiri spælarar ikki vóru komnir fyri seg eftir altjóða
umfør eftir at spæla, og so er ikki torført at rokna seg fram til, at tað fer at bera til at fegnast um FM, tá B68 13. september kemur í Gundadali. Teir, sum spæla við HB og annars hava við liðið at gera, eru [...] gott í HB. Fleiri av viðhaldsfólkunum eru farin at rokna uppá, nær FM heitið teoretiskt verður vunnið, og um tað skuldi hent, at B68 og GÍ í morgin vinna móti ávikavíst B36 og KÍ, ella um hesir dystirnir [...] manning Tað eru ymiskir trupulleikar, sum tey bæði liðini hava at dragast við. Hjá VB, sum framvegis heldur seg hava hampuligar møguleikar fyri at røkka Intertoto Cup plássinum, sum teir høvdu í summar, eru
Emil L. Jacobsen og Álvur Haraldsen av Ólavsfirði Tað er eingin loyna, at ÍBV av Vestmannaoyggjunum er favorittur at vinna íslendsku steypafinaluna, sum verður spæld á Laugardalsvøllinum í Reykjavík klokkan [...] roknað við, at hann fer at taka hetta metið. Jens Martin Knudsen hevur eisini spælt móti hesum Steingrími Jóannesson, og hann hevur sína hugsan um íslendska toppskjúttan: - Eg dugi illa at skilja, hvussu [...] verður allarhelst ein javnur dystur millum tvey jøvn lið. Vit fara ivaleyst at royna at lokka teir fram, og so royna vit at fáa okkurt burtur úr okkara kontraálopum, sigur føroyski landsliðsmálverjin,
ikki at tað er rætt at lata 40 loyvi, tá vit ikki hava brúk fyri tí, sigur Finnbogi Arge. Hann heldur, at tað hevur gingið avbera væl at fáa fólk at verja seg við nýggju skipanina, so mikið væl, at nýtslan [...] Býráðið er fyri at veita so nógv skeinkiloyvi,sum brúk er fyri. Hetta er ein vinna eins og aðrar, sum sjálv skal hava møguleika at skipa seg, heldur Leivur Hansen. Tá tað er sagt, so haldi eg at tað er stórt [...] var, at eini seks loyvi vóru hóskandi, umframt at tvey loyvi eru tøk, sum ikki verða brúkt í løtuni, sigur Finnbogi Arge. Taka hædd fyri at vinnan kann bera seg Tað hevur verið ført fram, at matstovuvinnan
var fyri viku síðani, at HB í ár fer at vinna FM heitið. Tað er kapping um næstfremsta plássið og harvið silvurkrónurnar, men nú tá FM heitið hjá HB so at siga er tryggjað, er tað ein veruleiki, at KÍ skal [...] í Gundadali, so fara teir at hava møguleikan at koma framum B36 og harvið vinna sær pláss í UEFA Cup. Tað er næstan greitt, at NSÍ komandi summar fyri fyrstu ferð sleppur at royna seg í altjóða kapping [...] undirstriking av, at B36 hevur so nógvar ferðir størri breidd, hvat spælaratilfari viðvíkur, enn B68 hevur. Tað hevði ikki verið rætt at sagt, at KÍ vann móti einum botnliði. Men eftir at málmaskinan hjá
KÍ heldur fast um møguleikan at enda næstovast, og gøtumenn hava sligið seg til tols við, at í ár vinna teir einki. Tað er veruleikin, eftir at KÍ sendi GÍ um Leirvíksfjørð við einum 4-2 tapi. Síðani GÍ [...] varð sagt, at Kurt Mørkøre hevði skorað málið, men eygnavitnini, sum vit hava tosað við, siga øll, at tað var John Hansen, sum hevði síðstu tonna á, og gøtufólk leggja afturat, at tey halda, at dugnaligi [...] men tað kundi illa dyljast, at nervin og intensiteturin, sum so ofta hevur kenst bæði á vøllinum og uttanum, var ikki tann sami. Æran telur nógv, og tað kemur altíð væl við at enda so ovarlaga á endatalvuni
noyddust at verða bæði Coolio og Eyðun Kjærbo fyri uttan, tí at teir vóru leikbannaðir. Hetta rakar meint, serliga hjá einum liði sum VB, sum ikki hevur ein alt ov stóran hóp at velja úr. Tað er ilt at ímynda [...] Thorsteinsson, sum hevði lætt við at seta bóltin í netið til 1-1. Málið tóktist tó ikki at nerva oddaliðið. Teir hildu fram við sínum flótandi álopsspæli, og var tað ikki fyri ein sera vælleikandi Bjarna Johansen [...] ímynda sær, at HB verður tikið í ár, og í løtuni sær liðið út til at mennast fyri hvønn dyst.
á tvørtræið. Málini Í seinna umfarinum noyddist TB at flyta sítt spæl longri fram á vøllin, tí tað var neyðugt hjá teimum at vinna. Tí var tað sum at fáa pøs av køldum vatni í andlitið, tá Bárður á Lakjuni [...] givið hvørjum øðrum hondina uppá, at tað skuldi stríðast. Men á vøllinum sást lítið til hugburðin, sum teir so fegnir vildu vísa. Teir á heimaliðnum fluttu seg lítið fyri hvørjum øðrum, sendingarnar vóru [...] Næst við at skora í 1. hálvleiki vóru teir, tá Áslakur R. Petersen eftir horna sendi móti málinum og Rolf Christiansen fekk sligið á tvørtræið, og tá TB málverjin sera hegnisliga megnaði at sláa dúkkandi
Ari Thomassen letur væl at støðuni. ? Tað stóð rættiliga illa til einu tíðina, men spælararnir hava tikið seg saman. Hartil hava vit havt tað hepnið, sum skal til fyri at vinna teir dystirnar, sum fyrr [...] viðgongur, at tað verður torført hjá FS Vágum at klára uppflyting í ár, men sum hann tekur til: ? Vit fara í øllum førum at royna. Vit hava í hvussu er ikki givið skarvin yvir enn. Hann skundar sær at leggja [...] ein rættur lagnudysrut fyri sundalagsmenninar. Tá skulu teir spæla móti NSÍ og tað er júst tað liðið, sum teir kappast ímóti fyri at sleppa undan beinleiðis niðurflyting. ? Vinna vit tann dystin, so eru