sigur Heini Hátún um bragdið. -Tað er í grundini samstarv, team-work, ið tað snýr seg um, tá ein ger slíka ferð. Men umráðandi er, at alt er sum tað skal, at útgerðin er í lagi. Har er jú onki til hjálpar [...] á toppin. -Síðsta pettið er tungt og so er eisini sera nógv leyst grót. Tað lá líkasum í kortunum, at øll manningin ikki kundi koma upp á toppin, sigur Heini Hátún. -Men hetta var ein sera spennandi og [...] Ellefsen, ímóti. Borgarstjórin fegnaðist í røðu síni um, at hesar hetjurnar nú høvdu megnað at sett merkið ovast á Trøllkonufingur, og harvið er økt um áhugan fyri Trøllkonufingri, Føroyum og fjallaklintran
rætt til at siga fólki upp, um tey í einum 12 mánaða skeiði hava verið meira enn 120 dagar burtur frá arbeiði orsakað av sjúku. Í lógini um starvsmenn, sum er frá 1958 er ein regla, sum gevur arbeiðsgevaranum [...] siga fólki úr starvi, um sjúkrafrávera verður meira enn 120 dagar í einum 12 mánaða skeiði. Hetta hevur ikki verið brúkt fyrr enn fyri stuttum, tá Fíggjarmálastýrið fór at seta hetta í setanarskriv hjá [...] vinnumálum hevur sett fólk at viðgera Starvsmannalógina, har millum annað reglan um 120 daga sjúkrafráveru er ein partur. Talan er um broytta støðu í mun til svarið, hann gav upp á fyrispurning í Løgtinginum
Hetta er myrkasta ársins tíð, har vit júst eru farin um stytsta dag og náttúran liggur í dvala, dagurin stuttur og náttin long. Tann gamli, góði, gleðiboðskapurin um, at frelsari er okkum føddur, hava [...] heldur fram og uppgáva okkara er at arbeiða av fullum huga, meðan tað enn eitir ídag. Farna ári hevur búskapar-liga roynst væl fyri land okkara. Tá alivinnan er undantikin, man hetta vera eitt av teimum bestu [...] Gásadals. Avgerð er tikin um, at fara undir verkætlanina, at gera undirsjóvartunnil undir Leirvíksfjørð. Gongur hetta arbeiði eins væl og tað undir Vestmannasundi, verður koyrandi til Klaksvíkar um 3 ár. Rundkoyring
konsertina. Til hetta arbeiðið nýta solistar úti í stóru verð millum eitt og tvey ár. Hetta sigur nógv um umstøðurnar hjá tónleikarum her heima, ið vilja vera verandi á høgum listarligum støði. Tað er alskurin [...] r, vildu vera við, at hetta var tann besta nakrantíð. 5. symfoni eftir Tjajkovskij og Klaverkonsert nr. 2 eftir Sjostakovitj á somu konsert er ikki hvørsmansføri. Tjajkovskij er størsta romantiska tónaskald [...] illa lýdd í fyrstani. Tað er torført at skilja í dag, nú hendan helst er mest spælda symfoniin hjá Tjajkovskij. Symfoniin byrjar við einum motivi við homofonum fylgispæli. Hetta motiv fer ígjøgnum nógvar
lutum«. Drúgt hevur hetta arbeiðið verið at menna føroyska málið, men við hesi stóru móðurmálsorðabókini, teirri fyrstu, vit eiga, eru vit komin langt, um enn ikki er rokkið á mál enn, tí eitt skulu vit [...] fagna hesi nýggju føroysku-føroysku orðabókini. Hetta er merkisdagur burturav, tí í dag er fyrsta móðurmálsorðabókin komin út á føroyskum máli. Hvussu er og ikki, bæði sum landsstýrismaður fyri skúla- og [...] nýta hesa orðabók í arbeiði sínum, og her hugsi eg kanska serstakliga um skúla okkara, um unga ættarliðið, um rithøvundar og ikki minst um fjølmiðlafólk okkara. Okkum vantar framvegis orðabøkur av ymsum slag
til tað, um lagið ikki var nakað serligt, tá ið felagið hóskvøldið í hesi vikuni hevði ársaðalfund. Men soleiðis var tað ikki. Yvirskriftin í frágreiðingini frá aðalfundinum er, at talan var um fagnað á [...] Hansen við nakrar visiónir sum eru løgd fyri felagið. Ungdómsarbeiðið er raðfest og meir fíggjarorka er løgd í ungdómsarbeiðið. Málið er at trivnaður og felagsskapskenslan skal vera í hásæti, og at pláss [...] felagsskapinum, enn bara at duga væl at sparka - brúk er fyri øllum kreftum! Eisini nevndi Ingi at Per Mikkelsen var í uppskoti til heiðursløn frá ÍSF sum ítróttarfyrimynd, og fyri okkum er Per við familju
leið, hevði einki forgjørt verið í tí, um tað heldur hevði verið heimaliðið, sum økti um leiðsluna, enn at teir bláu skoraðu og harvið aftur fingu spenning í. KÍ er triði aftast, og næstu vikurnar eru l [...] sum um, at hann rættuliga hevur tikið av møguleikanum. Frank hevur verið við í øllum fýra landskappingardystunum og í steypadystinum ímóti EB/Streymi. Eina ferð er hann skiftur inn, og eina ferð er hann [...] umfør ikki tapt, og KÍ hevur eftir fýra umfør ikki vunnið! Úrtøkan hjá KÍ er tvey stig eftir fýra torførar avbjóðingar, og tað er longu nú greitt, at tað fer ikki at roynast so væl ímóti ÍF í ár, sum tað
sum er FM. Vit liggja best fyri, og eg eri fullur í áliti á, at spælararnir fara at megna at halda tørn um oddasessin. Men nú missir tú Kurt Mørkøre? ? Ja, og tað er sera harmuligt, men hetta er samstarv [...] á toppin ? tíggju stig og tað er møguleiki at vinna átjan afturat ? er so mikið stórur, at møguleikin at vinna tað tapta aftur má metast at vera fokin: ? Málið hjá okkum er nú at vinna pláss í Europa Cup [...] men tá tað endar soleiðis, sum tað gjørdi í dag, so hugsar tú ikki so nógv um sovorðið. Tað var serliga hugaligt, at tað eydnaðist hjá okkum at koma afturíaftur, eftir at vit tvær ferðir so at siga fingu
, at sambært tí, ið frætt er frá manningini umborð á Thor Sentry, er vandi ikki á ferð. Nærmasti oljupallur, Balderpallurin, er umleið 5 km frá skipinum. Men eingin vandi er fyri, at skipið rekur á pallin [...] leikaði á, fór manningin tó ongantíð av skipinum, og ivasamt er, um tað yvirhøvur hevði latið seg gera, soleiðis sum ódnin háttaði sær. Hugsandi er, at einasti møguleiki hevði verið at tikið manningina av [...] og tað eydnaðist manningini umborð á Thor Sentry at hava samband við skipið. Hvussu hetta læt seg gera, tá ið vanliga útgerðin var óvirkin, verður greitt frá í samrøðuni við skiparan, sum er aðrastaðni
spenningur um, hvør fór at gerast tingformaður. Hesin gjørdist Edmund Joensen úr Sambandsflokkin, sum fekk sekstan atkvøður. Einki nevndarval var á skránni. Tað er formaður, ið ger av, um hetta skal gerast [...] Høgni Hoydal tók Jógvan Arge sæti á tingi. Edmund formaður Stóri ivamálið um løgmansformanninum er nú loyst. Edmund Joensen er valdur sum tingformaður. Trý uppskot vóru: Edmund Joensen, Hergeir Nielsen [...] Nielsen. Edmund Joensen fekk við hesa atkvøðugreiðsluna sekstan atkvøður, meðan tað ikki eydnaðist Hergeir at savna meira enn 13. Tað vóru Fólkaflokstingmenn, ið býttu seg millum at atkvøða fyri Hergeir Nielsen