Arbeiðsmarknaður
Landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur sett fólk at viðgera Starvsmannalógina, har millum annað reglan um 120 daga sjúkrafráveru er ein partur. Talan er um broytta støðu í mun til svarið, hann gav upp á fyrispurning í Løgtinginum týsdagin, sigur løgtingsmaðurin, sum setti spurningin.
Hans Pauli Strøm tingmaður hjá Javnaðarflokkinum, spurdi tann 5. september í ár landsstýrismannin, nær hann ætlar at fremja løgtingssamtyktina frá 24. januar 2001 um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfóplk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
Takan er um ta sonevndu 120 daga regluna, sum gevur arbeiðsgevara rætt til at siga fólki upp, um tey í einum 12 mánaða skeiði hava verið meira enn 120 dagar burtur frá arbeiði orsakað av sjúku.
Í lógini um starvsmenn, sum er frá 1958 er ein regla, sum gevur arbeiðsgevaranum rætt til at seta í einstøk setanarskriv, at hann skilar sær rætt til at siga fólki úr starvi, um sjúkrafrávera verður meira enn 120 dagar í einum 12 mánaða skeiði.
Hetta hevur ikki verið brúkt fyrr enn fyri stuttum, tá Fíggjarmálastýrið fór at seta hetta í setanarskriv hjá starvsfólki, sigur Hans Pauli Strøm.
Tað ger, at fólk, sum kunnu hava verið so mikið leingi í starvi, at tey hava vunnið sær seks mánaða uppsagnartíð, nú kunnu sigast upp við styttri freist.
Tað er hetta, sum uppskotsstillarin vil hava tikið burtur aftur, so tann vanliga, sáttmálafesta uppsagnarfreistin altíð verður galdandi.
Einmælt samtykt
Hans Paula Strøm, løgtingsmanni, er farið at leingjast eftir einum útspæli frá landsstýrismanninum við vinnumálum.
Serliga tí, at at samtyktin í løgtinginum tann 24. januar var einmælt, vísir hann á. Tað vóru 27 atkvøður fyri uppskotinum, meðan eingin var í móti og heldur eingin blonk atkvøða.
Hóast tað er einki frætt aftur frá landsstýrismanninum, og heldur ikki stendur nakað á lógarlistanum yvir tey lógaruppskot, sum ætlanin er at leggja fram í hesum valskeiðnum, um at nakað verður gjørt við hetta málið.
Á løgtingsfundi tann 23. oktober svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum frá Hans Paula Strøm.
Men tað svarið var ikki nøktandi, sigur Hans Pauli Strøm, sum fýlist á, at grundgevingarnar, sum landsstýrismaðurin kom við í svari sínum, vóru ikki haldgóðar.
Ótrygg grund
Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, heldur, at støðið undir svarinum hjá landsstýrismanninum er ikki heilt trygt.
Hann brúkar tilmæli frá Vinnunevndini sum grundgeving fyri svari sínum. ?Men tað heldur ikki, sigur Hans Pauli Strøm, tað er ikki nakað svar soleiðsi, tí petti úr tilmælinum hjá Vinnunevndini eru tikin burtur úr heildini, so tey passa til tað, sum landsstýrismaðurin ætlar at svara.
Víst verður millum annað á, at Vinnunevndin heldur, at um 120 daga reglan verður tikin av, fer tað mest at raka smáar fyritøkur á smáplássum. Serliga verður hugsað um smáar bygdarhandlar og tílíkar fyritøkur, sum eiga at hava rætt til at siga fólki upp, um tey eru nógv burtur vegna sjúku, sigur landsstýrismaðurin.
Til tað sigur Hans Pauli Strøm, at eftir at hava tosað við eitt nú S & K, sum er fakfelagið hjá handilsfólki, hevur hann fingið at vita, at slíkt kenna tey als ikki.
Væntandi arbeiðsførleiki
Hinvegin hevur hann víst á, at tað eigur at verða gjørt brúk av grein í Forsorgarlógini, sum heimilar at geva lønarískoyti til fólk, sum eitt nú av sjúku missa fulla arbeiðsførleikan.
Tað vil siga, at har fólk orsakað av sjúku, vanlukku ella øðrum slíkum, noyðast at vera nógv burtur frá arbeiði, kann arbeiðsgevarin fáa ískoyti til lønina frá Almannastovuni.
Tað hjálpir ikki bara arbeiðsgevaranum fíggjarliga, men í nógv størri mun starvsfókinum persónliga, vísir Hans Pauli Strøm á.
Hann sigur, at tað er einki so slítandi hjá einum menniskja sum at missa sambandið við arbeiðsmarknaðin. Tað forkemur fólki stutt og greitt, sigur hann.
Millum annað við hesum í huga er tað, at hann vegna Javnaðarflokkin í december í fjør legði uppskot til samtyktar fyri tingið um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.
Landsstýrismaðurin vendir
Tá landsstýrismaðurin svaraði fyrispurninginum týsdagin, sá einki út fyri málinum, sigur Hans Pauli Strøm. Líkt var til, at hann ikki ætlaði at fylgja áheitanini. Við ymsum grundgevingum.
Millum annað segði hann, at málið var so stórt, at hann helt tað ikki vera rætt at seta tað á lógarlistan, tí ivasamt fór at vera, um lógin kundi endurskoðast og leggjast fram í hesi tingsetuni.
Men tað er ein vánalig undanførsla, heldur Hans Pauli Strøm, sum vísir á, at talan var als ikki um at endurskoða alla starvsmannalógina frá 1958, men bert strika eitt brot í henni.
Undir tingviðgerðini kom fram, at eisini floksfelagaðar hjá landsstýrismanninum tóku undir við hugsanini um at strika ásetingina.
Um tað hevur havt ávirkan á støðutakanina hjá landsstýrismanninum, dugir Hans Pauli Strøm ikki at siga. Men mikudagin, dagin eftir tingviðgerðina, boðaði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, kortini frá, at hann hevur sett fólk í Vinnumálastýrinum at hyggja at lógini og uppskotinum til samtyktar við tí fyri eyga at gera broytingar í 120 daga regluni.
Sosialurin royndi í gjár at fáa orð á Bjarna Djurhom, landsstýrismann, men hann var upptikin av fundarvirksemi, og tískil eydnaðist ikki at fáa viðmerking frá honum, áðrenn blaðið fór til prentingar.