Nýtt ting í nýggjum tingi

Nýggi Løgtingið hevur nú havt sín fyrsta fund. Edmund Joensen varð valdur til løgtingsformann við sekstan atkvøðum. Fyrsti tingfundurin varð eisini merktur av, at tingmenn skuldu venja seg við eina nýggja skipan

LØGTINGSFUNDUR

Løgtingið: Mikudagin kom nýggja Løgtingið eftir løgtingsvalið 30. apríl saman fyri fyrstu ferð.
Undan fyrsta tingfundinum var serliga stórur spenningur um, hvør fór at gerast tingformaður. Hesin gjørdist Edmund Joensen úr Sambandsflokkin, sum fekk sekstan atkvøður. Einki nevndarval var á skránni. Tað er formaður, ið ger av, um hetta skal gerast.
Tinghúsið er umvælt innan og uttan. Alt var ikki heilt liðugt, men tað var ein heilt øðrvísi salur, ið tingmenn tóku í nýtslu.
Áhugin fyri tingfundinum var stórur, og tingmenn høvdur eisini funnið fínu klæðini fram, og onkur helt seg heldur ikki aftur við at fara í føroysku klæðini.
Tað vóru formel mál á skránni. Tingmenninir skuldi góðkennast, og hetta tók sína tíð, tí tingfólk í smáum bólkum skuldu fáa greiðu á, hvørt tað nú var, sum var valdur.
Alt gekk tó upp á stás við tí, og allir tingmenninir kunnu nú kenna seg vísar í, at teir eiga teirra sæti í Løgtinginum.
Heini O. Heinesen er elsti tingmaðurin, og hann fekk tí heiðurin at seta tingi, og hann virkaði sum tingformaðurin tann størsta partin av fundinum.
Vilhelm Johannesen gjørdirst fyrsti tingmaður, ið slap at royna nýggja røðarapallin í tinginum.
Fyri landsstýrismenn, ið eisini eru valdir á ting, komu varamenn ístaðin. Hesir vóru: Jákup Mikkelsen, Norðoyar valdømi, Jóanis Nielsen, Vágum, og Poul Michelsen, Suðurstreymoy, allir úr Fólkaflokkinum.
Fyri Høgni Hoydal tók Jógvan Arge sæti á tingi.

Edmund formaður
Stóri ivamálið um løgmansformanninum er nú loyst. Edmund Joensen er valdur sum tingformaður.
Trý uppskot vóru: Edmund Joensen, Hergeir Nielsen og Óli Breckman. Sambært tingskipanini, so skuldi fyrst atkvøðast um allar, men eingin tær seytjan atkvøðurnar og harvið meirilutan Edmund fekk sekstan, Hergeir níggju og Óli sjey atkvøður. Sostatt skuldi ein triðja atkvøðugreiðsla til, har atkvøtt bert var millum Edmund Joensen og Hergeir Nielsen. Edmund Joensen fekk við hesa atkvøðugreiðsluna sekstan atkvøður, meðan tað ikki eydnaðist Hergeir at savna meira enn 13. Tað vóru Fólkaflokstingmenn, ið býttu seg millum at atkvøða fyri Hergeir Nielsen og at atkvøða blankt.
Jenis av Rana úr Miðflokkinum valdi at stuðla Heirgeir Nielsen.
Edmund Joensen segði, eftir at hann varð valdur, at hann vildi arbeiða fyri alt tingið. Hann segði seg vera fegnan um at hava fingið hendan álitissess.
Sjálvstýrisflokkurin og Javnaðarflokkurin stuðlaðu Edmundi, og tað var eisini Jóannes Eidesgaard, ið skeyt hann upp.
Jóannes Eidesgaard segði eftir fundin, at teir mettu Edmund sum ein skikkaðan formann og ein virðiligan formann, og teir valdu sostatt at stuðla honum.
Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum heldur eisini, at Edmund Joensen er ein virðiligur formaður. Hann leggur afturat, at hann var tann einasti av teimum í uppskoti, ið hann hevði upplivað sum tingformann, tá hann hevur verið limur í formansskapinum seinastu fýra árini sum ein av varaformonnunum.
Fyrsti avgerðin hjá nýggja tingformanninum var, at einki nevndar val skuldi vera.
?Eg ætli mær at arbeiða sum tingformaður sum fyri alt tingið - bæði andstøðu og samgongu, sigur Edmund Joensen.
Hvar er ja?
Tað var eisini skemtiligt í tinginum mikudagin. Tingmenn hava fingið messtum nýtt tinghús, og við hesum eisini eina nýggja skipan, sum skal nýtast tá tingmenn skulu atkvøða. Hendan var tó ikki so løtt hjá øllum at hava við at gera.
Hvar er ja, spurdi ein tingmaður, tá atkvøðast skuldi fyri tingformanninum.
Eisini gekk stundum eitt sindur striltið við at fáa alt avgreitt, soleiðis sum tað átti. Alt kom tó upp á pláss, og nýggi tingsalurin og nýggi tingmanningin eru nú staðfest og tikin í nýtslu.