Reyða legan fegnaðist, og teir bláu gjørdu skjótt av, tá ið Rói Jacobsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Hetta var lætt at skilja. Fulla úrtøkan ber við sær, at ÍF telist millum oddaliðini eftir tríggjar sigrar og ein javnleik.
Fuglfirðingar hava eftir fýra umfør ikki tapt, og KÍ hevur eftir fýra umfør ikki vunnið!
Úrtøkan hjá KÍ er tvey stig eftir fýra torførar avbjóðingar, og tað er longu nú greitt, at tað fer ikki at roynast so væl ímóti ÍF í ár, sum tað gjørdi í fjør, tá ið KÍ vann allar tríggjar ferðirnar á fuglfirðingum.
Tað var lítið veiggj í klaksvíkingum, og í álopsspælinum vóru teir ógvuliga tunnir. Tað var sjáldan, at tað eydnaðist teimum at fáa skipað samanspæl í lag á fremsta triðinginum á vøllinum, og harvið sigur tað seg sjálvt, at tað næstan ikki kom fyri, at Jákup Mikkelsen í ÍF málinum varð settur undir trýst.
Lítla løtu eftir, at ÍF hevði sett hol á, var Andy Olsen leysur í vinstru, men Jákup bjargaði meistarliga.
Í fleiri ár hevur Frank Poulsen havt ilt við at vinna sær fast pláss millum teir fyrstu ellivu á ÍF liðnum. Kortini hevur hann víst finan hugburð og arbeitt nógv og miðvíst bæði undir venjing, og tá ið hann hevur fingið møguleikan, og nú tykist tað sum um, at hann rættuliga hevur tikið av møguleikanum.
Frank hevur verið við í øllum fýra landskappingardystunum og í steypadystinum ímóti EB/Streymi. Eina ferð er hann skiftur inn, og eina ferð er hann tikin út.
Ímóti KÍ var Frank Poulsen alla tíðina á miðvøllinum, har hann spældi væl og krýndi avrikið við fínum máli, sum bar 1-0 ÍF leiðslu við sær.
Ein annar av ÍF spælarunum, sum hevur verið rættuliga væl upplagdur higartil í ár, er Karl Løkin. Hann átti sín lut í báðum málunum í 2-0 sigrinum.
Í fyrra førinum átti hann sendingina í vinstra borð til Nenad Saric, sum sneiddi framvið verjuspælaranum, áðrenn hann legði bóltin upp á tvørs, og tá var tað, at Frank Poulsen úr átjan metrum við rimmar skoti setti bóltin framvið gamla ÍF málverjanum Andras Gango, sum nú verjir KÍ málið.
Lítla løtu undan steðginum varð KÍ stungið longri niður í sekkin. Karl Løkin sendi horna innfyri, og vinstri vongverjin, Jan Ó. Ellingsgaard, pannaði bóltin í KÍ málið. Eisini Jan Ó. Ellingsgaard er ein av fuglfirðingunum, sum hevur staðið seg væl í ár. Hetta var triðja ferðin á rað, at hann taldist millum málskjúttarnar!
Eftir steðgin royndi KÍ at sprutta eina løtu. Men tað var skjótt, at tað aftur varð lítið bragdligt. Ov ofta miseydnaðust sendingarnar, spælararnir fluttu seg ov lítið fyri hvørjum øðrum í framrættaða partinum, og sum tíðin leið, hevði einki forgjørt verið í tí, um tað heldur hevði verið heimaliðið, sum økti um leiðsluna, enn at teir bláu skoraðu og harvið aftur fingu spenning í.
KÍ er triði aftast, og næstu vikurnar eru lyklauppgerðir á skránni, sum fara at hava stóran týdning fyri, um klaksvíkingar skulu sleppa úr botninum ella ikki. Leygardagin er TB í Klaksvík á skránni, og so eru tað NSÍ í Klaksvík, B68 á Toftum og FC Suðuroy í Klaksvík.
Leygardagin verður toppdystur í Fløtugerði, tá ið grannarnir í Víkingi fara um Varmakeldueið at vitja fuglfirðingar!










