høllin, sum eg havi verið til at opna, og hendan er avgjørt millum tær báðar bestu. At eg ikki sigi tann besta, kemst bert av, at her hava so nógvir trupulleikar verið av at fáa neyðugu loyvini. Hevði tað [...] sína vitan til teirra, sum fáast við at gera nýggjar høllir. Fyri øll Spurdur, hvussu tað ber til, at bowling er vorðin ein somikið væl dámd ítróttagrein, sigur hann, at orsøkirnar fyrst og fremst eru tvær [...] høllina, í mun til aðrar, sum hann hevur verið við til at seta ígongd, svarar hann, at henda avgjørt er millum tær bestu. - Vanliga siga vit, at ein høll við tíggju breytum ella færri er ein lítil høll
hava megnað at gera ein persón, sum er so nærverandi og stórur á skíggjanum, at illa ber til at sita stillur í stólinum. Björk segði, at tað tók henni tvey ár at gerast Selma og eitt ár at gerast Björk [...] Sjálv søgugongdin kemur á glið, tá vit fáa at vita, at sjónin hjá Selmu er hótt, og hon sparir saman til eina operatión til sonin, fyri at hann kann sleppa undan at síggja so illa sum mamman. So hon goymir [...] er góð grund til at halda, at Dancer in the Dark eisini er ein filmur um forholdið millum lív og list. Spurningurin fyri hyggjaran er, sum so ofta, hvussu tað nú fer at enda. Vit ána, at tað verður antin
var at frelsa Ísraels fólk. ? Ja at bjarga allari mannaættini, sum var fallin í synd, soleiðis at vit aftur kundu gerast hansara fólk. Tí er tað at Jesaja sigur: Leitið til Harrans, meðan hann er at finna [...] lyfti um, at vit skulu fáa svar uppá allar teir spurningar, ið vit kunna finna uppá at spyrja her og nú. Og um hann hevur givið okkum eitt svar, ja, so er ikki vist at vit hava skilt tað, -ella at vit vildu [...] roynt, at forkomið tí góða, var eisini úti eftir Jósefi, ? ja enntá í kraft av hansara egnu brøðrum. Fyri at fáa frið fyri Jósefi, so seldu teir hann so langt burtur, at teir vóru vissir í, at teir ongantíð
helt vera tað týdningarmesta at fáa fram, svaraði hann soleiðis: Eg trúgvi, at tað týdningarmiklasta er, at Gud ynskir at vera nummar eitt í okkara lívi, og tí prædika vit, at fólk mugu venda við, og geva [...] tey gleðast um, at tað vóru so nógv, sum vildu fylgja Gudi og tí, sum stendur í Bíbliuni. Tað er ikki endamálið at telja upp, men tey siga, at framtíðin og serliga ævinleikin fara at vísa, hvat fyri ávøkstur [...] Mogens Petersen høvdu orðið, varð tosað um týdningin av at fáa viðurskiftini við Gud í rættlag, og nógv tóku avgerð um at fylgja Gudi og onnur um, at tey skuldu lata seg endurnýggja. Símun Absalonsen hevði
tað er bara tí, at tey hava fingið loyvi at standa órøkt so leingi. Tað ber eisini til at taka hús spakuliga niður við onki at gera við tey??.. Og so er tað, at eg ikki kann lata vera at spyrja hví? Hví [...] , oftast ljótar kubbar úr betongi og glasi? Skammast tey? Halda tey, at tað er neyðugt at skræða tað gamla burtur fyri at vísa, at vit fylgja við tíðini? Ein av grannahøvuðstøðum okkara, nevniliga Reykjavík [...] tárum í eygunum, at vit eru heppin, at vit hava varðveitt so mikið av eldru bygningum okkara. Men við tí ferðini tað gongur at skræða burtur, verður kanska ein dagur, har vit fara at siga tað sama, tá
til hálvleiks var munurin longur komin upp á 7 mál, og ongantíð var líkt til, at Neistin fór at gera nakað sum helst fyri at vinna munin aftur. Tá saman um kom, hevði VÍF skotið 12 mál fleiri enn mótstøðuliðið [...] hvønn annan ístaðin fyri at taka í egnan barm. Fyri at Neistin skal røkka einari hægri endastøðu, enn 3. plássið, sum teir hava í løtuni, verður neyðugt hjá øllum leikarunum, at teir ganga nógv meira inn [...] ábyrgd, um so er at tað ikki koyrir so væl fyri aðrar partar av liðnum. Serliga tykist verjuparturin at vera sera sterkur hjá vestmenningum, og tað hendi meira enn tað einu ferðina, at skot frá neistamonnum
Uppskotsstillarin heldur, sum sagt, at tað er best, at geva øllum somu rættindi, tí samstundis fært tú tryggjað tær, at allir lønarbólkar eru við. Hóast uppskotið leggur upp til, at lógin kemur í gildi 1. mai í [...] hevur við sær, at allir løntakararar, sum ikki hava eitt setanarskriv, fáa eitt. Uppskotið er nakað, sum hevur verið í huga hansara í longri tíð, og hann heldur at tað er fyri neyðini at fáa viðurskiftini [...] Strøm. Hann heldur, at gongdin í samfelagnum tíverri hevur verið so, at tey tímaløntu eru stak illa fyri tá tosað verður um starvsavtalur, og tað man vera í teimum allarfægstu førunum, at tey kenna sínar
gi, at landsstýrið skal, at skipa Føroyar sum fullveldi, - tað vil siga at loysa úr ríkisfelagsskapinum ? júst sum løgtingið longu hevur samtykt. Samstundis síggja- og hoyra vit í fjølmiðlunum, at Jav [...] vísa á, og harmast um, at bert tveir sokallaðir kaffifundir skuldu til, fyri at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum. At meta eftir tí, sum staðið hevur í bløðunum, og [...] okkinum harmast framvegis um, at tað eydnaðist landsstýrinum, eftir bert tveir kaffifundir, at fáa Javnaðarflokkin at ganga við til fullveldisætlanina. Vit harmast um, at tað ikki saman við Javnaðarflokkinum
í heiminum í dag, dugi eg bert at síggja tveir møguleikar: Antin at vit sjálvi eru proaktiv og minka um útlátið sjálvi, ella at politiskir brúkarar við tíðini fara at krevja hetta av okkum. Vit sleppa [...] Tað verður gaman í dýrari hjá ferðafólkum at flúgva til Føroya og hjá føroyingum at flúgva til útlond. Hetta er tó ein rættvísur prísur at gjalda, í staðin fyri at avgjøld og skattir verða lagdir á aðrar [...] munandi frægari at dýrka um luksus sum flogferðir, heldur enn at leggja gjøld á neyðsynjarvørur. Í veruleikanum kundi hetta eisini verið ein liður í at umlagt alt avgjalds-mixið til at fokusera meiri á
hon vónar, at vøksturin fer at halda fram. Hon sigur, at tey fara at hava avbjóðingar við grundstykkjum í kommununi, men enn er nøkur óbygd grundstykki eftir kring um í bygdunum. - Vit fara at gera okkara [...] eru sera fegin um og sum er við til at fjøltátta bústaðarmynstrið. - Tað er eisini hugaligt, at allar íbúðirnar eru seldar, og at fólk koma at búgva her. Hon vísir á, at nøkur sethús eru bygd í kommununi [...] eisini samd um at strika barnagarðsgjaldið fyri desember 2022, soleiðis at foreldur at børnum í Korndalsgarði kundu fáa eina jólagávu frá Eiðis kommunu, sigur hon. Annsy Høghamar fegnast um, at fólk trívast