Kollektivið vann á einstaklingunum

Hondbóltur: Væl samanspælda vestmannaliðið setti enn einaferð einstaklingarnir úr Havn upp á pláss, tá teir á heimavølli vundu burtur neistaliðnum, sum ongantíð fekk spælið at koyra

VÍF ? Neistin 34-22 (18-11)


Tað gjørdist rættuliga skjótt greitt, hvønn veg tað bar, tá Neistin sunnudagin kom til vestmanna í eini roynd at taka vestmenningarnar aftur á stigatalvuni.

VÍF byrjaði beinan vegin at toga seg frameftir, og spakuliga, men støðugt, øktu teir um leiðsluna, so hvørt sum dysturin leið.

Tá farið varð til hálvleiks var munurin longur komin upp á 7 mál, og ongantíð var líkt til, at Neistin fór at gera nakað sum helst fyri at vinna munin aftur.

Tá saman um kom, hevði VÍF skotið 12 mál fleiri enn mótstøðuliðið, og var hetta ikki eitt mál ov nógv. Tvørturímóti kann sigast, at hetta var í minna lagi, tí høvdu Bogi og serliga Petur í neistamálinum ikki staði seg so væl, sum teir gjørdu, hevði munurin verið nógv størri.


Einmansavrik

Tað hevur verið skrivað fleiri ferðir áður, og so leingi sum eingin broytign verður, verður skrivingin framhaldandi tann sama. Neistaliðið riggar als ikki sum ein eind, og hóast teir hava nakrar øðiligar skjúttar, sum móti veikaru liðunum megna at avgera ein dyst einsamallir, so er hetta ikki nóg mikið, tá teir leika móti hinum toppliðunum.

Bæði móti StÍF og VÍF hava vit fingið prógv fyri, at hvørki spæl ella hugburður eru á slíkum støði, at hesi geva rætt til eina endastøðu uppi á ovastu rók.

Teir tríggjar dystirnar, sum Neistin hevur tapt, hava teir tapt so dyggiliga, og kemst hetta serliga av, at stríðsviljin á liðnum ikki er nóg góður. Leikarar hyggja uppgevandi á hvønn annan ístaðin fyri at taka í egnan barm.

Fyri at Neistin skal røkka einari hægri endastøðu, enn 3. plássið, sum teir hava í løtuni, verður neyðugt hjá øllum leikarunum, at teir ganga nógv meira inn fyri sakini. Harumframt tykist tað eisini løgi, at ein somikið góður skjútti sum Áki Olsen ikki verður spældur meira upp.

So at siga øll mál hansara eru úrslit av einmansavrikum, og nærum ongantíð av skjótum uppspæli, har pressið verður ført upp móti mótstøðuverjuni, soleiðis at tað verður meira opið fyri.


Vælvirkandi eind

Hjá vestmenningum kann av sonnum sigast, at har er øðrvísi statt. Alt liðið riggar sera væl saman, og talan er á øllum plássum um leikarar, sum tora og vilja taka ábyrgd, um so er at tað ikki koyrir so væl fyri aðrar partar av liðnum.

Serliga tykist verjuparturin at vera sera sterkur hjá vestmenningum, og tað hendi meira enn tað einu ferðina, at skot frá neistamonnum vórðu blokeraði. Harumframt tykist verjan eisini at vera sera væl skipað, soleiðis at tað ikki gerst óneyðuga lætt hjá mótstøðuliðnum at koma í góðar skotstøður.

Í álopspartinum eru vestmenningar eisini sera væl fyri, og er tað serliga samstarvið millum Sámal og Inga, sum gevur mótstøðuliðunum trupulleikar. Hinvegin hava teir eisini aðrar streingir at spæla upp á, og vengirnir í báðum borðum munnu helst teljast millum vandamiklastu vongar í landinum.

Harafturat hava vestmenningar eisini tann eginleikan, sum neistaliðið manglar í ólukkumát. Teir stríðast allir fyri ein í samfullar 60 minuttir, og hesin eginleikin er kanska tann týdningarmesti av øllum.

Komandi vikuskifti skal VÍF leika móti kollfirðingum, ímeðan Neistin skal hitta hitt botnliðið, H71, so á pappírinum skuldi talan verið um tveir tryggar sigrar.

Neistaliðið má tó vera Áka Olsen fyri uttan til henda dystin, tí hann megnaði at fáa sær reyða kortið, tá hann púra óneyðugt tók í armin á gamla liðfelaga sínum Agnari Joensen, tá hesin móti endanum av dystinum var um at sleppa leysur í skjótum mótálopið. Dysturin var tá langt síðani avgjørdur, so tað einasta Áki fekk burtur úr hesum, var at áskoðararnir fingu enn eina orsøk til at rópa at honum.


Dysturin í tølum:

VÍF: Sámal Joensen 11 (2), Ingi Olsen 7, Harald Bjørgvin 5, Martin Hummeland 4, Agnar Joensen 4, Sjúrður Holm 2, Petur Fr. Joensen 1

Neistin: Heini Joensen 6 (4), Áki Olsen 5, Kári Mortensen 4, Finnur Hansson 4, Karl O. Rasmussen 1, Elmar Ósá 1, Áki Mørk 1

Brotskøst: VÍF 3, Neistin 5

Útvísingar: VÍF 3, Neistin 3

Burturvísing: Neistin 1