Tað ræður bjartskygni í Eiðis kommunu

Í Eiðis kommunu hava tey eitt lágt skattaprosent, og her hava tey ein lutfalsliga høgan barnafrádrátt. - Her hava vit alt, sum ein kommuna skal hava, sigur virkandi borgarstjórin.

 

Tað er Annsy Høghamar, sum situr við borðendan í Eiðis kommunu, nú valdi borgarstjórin eftir seinasta kommunuval, Rógvi Egilstoft, er í farloyvi. Øll í bygdaráðnum vórðu nývald á kommunuvalinum seinast, so her hevur eingin í prinsippinum fleiri royndir í bygdaráðsarbeiði enn annar. 

 

Umframt bygdina Eiði, fevnir Eiðis kommuna eisini um bygdirnar, Ljósá og Svínáir, og tað er við Ljósá, at sitandi borgarstjóri býr. Annsy Høghamar fegnast um, at tað gongur væl í Eiðis kommunu.   

 

Hóast undanfarin bygdaráð framdu stórar útbyggingar á Eiði við eitt nú fótbóltsvølli og ítróttarhúsi í Hólmanum, er kommunan væl fyri fíggjarliga. Fimleikarhøllin í skúlanum er eisini umbygd og útbygd til eina mentanarhøll – ella eina Kolshøll, sum høllin nú kallast, og her eru umstøður til øll hugsandi mentanarlig tiltøk.

 

Í Eiðis kommunu hava tey eitt lágt skattaprosent, og tað er bara onkur av smáu kommununum, sum hevur eitt lægri skattaprosent, enn Eiðis kommuna hevur. Haraftrat hevur kommunan ein lutfalsliga høgan barnafrádrátt. 

 

Virkandi borgarstjórin sigur, at tá tey løgdu fíggjarætlanina fyri árið í ár, avgjørdu tey at varðveita lága skattaprosentið á 18,75, samstundis sum barnafrádrátturin varð hækkaður við 500 krónum upp í 8000 krónur. 

 

- Vit vóru eisini samd um at strika barnagarðsgjaldið fyri desember 2022, soleiðis at foreldur at børnum í Korndalsgarði kundu fáa eina jólagávu frá Eiðis kommunu, sigur hon.

 

Annsy Høghamar fegnast um, at fólk trívast í Eiðis kommunu, sum seinastu árini hevur havt fólkavøkstur, og hon vónar, at vøksturin fer at halda fram. Hon sigur, at tey fara at hava avbjóðingar við grundstykkjum í kommununi, men enn er nøkur óbygd grundstykki eftir kring um í bygdunum.

 

- Vit fara at gera okkara besta til tess at ganga verandi og komandi umsóknum á møti.

 

Hon vísir á, at eingin størri útstykking liggur beint fyri framman í løtuni, men kommunan roynir at loysa eftirspurningin so hvørt, sum fólk, ið ætla sær at seta búgv, venda sær til kommununa.

 

- Tað er eisini okkara ynski, at vit í framtíðini fáa eitt fjølbroytt bústaðarmynstur, har fólk hava møguleikan at byggja sær eini sethús ella keypa sær eina íbúð, sigur hon.

 

Annsy Høghamar fegnast um, at verkætlanin hjá Sp/f Búð, sum hevur bygt sjey eigaraíbúðir við Kolsveg á Eiði, nú er komin so mikið langt, at tey fyrstu fólkini kunnu flyta inn. Hetta er ein verkætlan, sum tey í Eiðis kommunu eru sera fegin um og sum er við til at fjøltátta bústaðarmynstrið. 

 

- Tað er eisini hugaligt, at allar íbúðirnar eru seldar, og at fólk koma at búgva her.

 

Hon vísir á, at nøkur sethús eru bygd í kommununi seinnu árini. Við Ljósá eru nøkur frítíðarhús bygd, og onkur hús eru seinnu árini eisini komin í Svínáum.

 

##med2##

 

- Við Ljósá, har vit búgva, eru fleiri neyst innrættað til frítíðarhús, men her er treytin tann, at bátur kann standa í neystinum. Stórur áhugi er fyri frítíðarhúsum við Ljósá. Her er bæði hugnaligt og friðarligt, og her er rættiliga góður sólargangur.

 

Á Eiði er ríkt og fjølbroytt vinnulív. Á bryggjuni eru tvey virki, sum fáast við fisk, Bátafiskur og Sjógæti, og longur suðuri á vinnuøkinum er Faroe Protein, sum tekur ímóti laksaslógvi. Her er eisini Tonito, sum ger brævbjálvar. Her er fyritøkan, Global Dry Ice, og her húsast Sp/f Búð.

 

- Á Eiði hava vit eisini eina stóra lastbilafyritøku, Hans Egil Joensen & Synir, og her eru timburmeistarar, el-veitarar, entreprenørar, og niðri á havnalagnum verða aliringar gjørdir. Nakað er av útróðri, tá løturnar eru, og alt hetta er við til at fjøltátta okkara vinnulív og geva kommununi inntøkur.

Annsy Høghamar sigur, at áhugi er eisini fyri vinnuligum grundstykkjum í kommununi, og kommunan liggur inni við fyrispurningum um lendi til bygging av vinnubygningum.

 

Annsy Høghamar er virkandi borgarstjóri í Eiðis kommunu.