Javnaðarloysing undir hentleikaflaggi

Vit fáa í hesum døgum at vita, frá bæði bløðum, útvarpi og eisini beinleiðis frá landsstýrinum, at samráðingaruppleggið mótvegis dønum, er um at vera klárt at senda til uttanlandsnevndina.

Tað er við hesum samráðingaruppleggi, at landsstýrið skal, at skipa Føroyar sum fullveldi, - tað vil siga at loysa úr ríkisfelagsskapinum ? júst sum løgtingið longu hevur samtykt.

Samstundis síggja- og hoyra vit í fjølmiðlunum, at Javnaðarflokkurin ikki útilokar, at taka undir við samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum. Og hetta er høvuðsorsøkin til, at uppleggið nú er klárt.


Tveir kaffifundir

Eg loyvdi mær í eini viðmerking til hesi stórtíðindi at vísa á, og harmast um, at bert tveir sokallaðir kaffifundir skuldu til, fyri at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum.

At meta eftir tí, sum staðið hevur í bløðunum, og hevur verið at hoyrt annars, so eri eg ikki tann einasti, sum havi fata undirtøku Javnaðarfloksins til fullveldisuppskotið soleiðis.

Tey stóru bløðini hava skilt tað soleiðis, og Útvarpið hevur eftir øllum at døma gjørt tað sama.Og fyri at eingin føroyingur skal vera í iva um, hvat Javnaðarflokkurin nú er í ferð við at gera, so hevur okkara stórmeistari í karekaturtekningum, Óli Petersen, eina so sera greiða og rámandi mynd á baksíðuni í Sosialinum, hósdagin 13 január. Har síggja vit ein blindan mann fara so beint í eitt kolasvart hol.

Henda tekning lýsir nógv betur enn orð kunnu gera tað, hvat tað er, sum formaður Javnaðarfloksins nú er vassaður út í.


Veðurhanin melur enn

Nei Javnaðarflokkurin er so sanniliga ongantíð farin í baklás. Allir føroyingar hava uppliva, hvussu flokkurin hevur vinglað í hesum málinum, sagt eitt í dag og annað í morgin.

Eg havi fyrr samanborið formannin við ein valsmurdan veðurhana, sum alla tíðina snarar við ættini. Eftir valið tóku baði núverandi- og ein fyrrverandi formaður Javnaðarfloksins undir við tí partinum av samgonguskjalinum, sum snúi seg um fullveldi. Seinni, tá ið veljarakanningar vístu, at størsti parturin av føroyingum ikki vildu hava loysing, kúgvendi flokkurin aftur. Nú hevur loysingin fingið hentleikaflagg innanfyri ríkisfelagsskapin.

Taktikkurin hjá loysingarflokkunum sær út til at eydnast. Trýst á formannin í Javnaðarflokkinum, og hann gerst moyrur.


Neyðsemja

Spennandi verður nú at síggja, um løgtingssamtyktin um, at Føroyar skulu skipast sum land við fullveldi, verður broytt til eina loysn, sum liggur innanfyri ríkisfelagsskapin. Tað má væl saktans verða ein náttúrlig fylgja, um nakað samsvar skal vera ímillum ætlan og ger hjá Javnaðarflokkinum.

Í grein í Sosialinum leygardagin, finst formaður Javnaðarfloksins at uppskoti Sambandsfloksins til nýðskipan av ríkisviðurskiftunum. Sambandsuppskotið er ein nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum, sum vit hava kent tey, seinastu 50 áirni, ímeðan javnaðaruppskotið av serfrøðingum verður sagt, hvørki at líkjast fugli ella fiski.


Sambandsflokkurin verjir ríkisfelagsskapin

Formaður Javnaðarfloksins sigur, at Sambandsflokkurin fór í baklás fyri skjótt 100 árum síðani.

Hetta skal helst skiljast soleiðis, at Sambandsflokkurin enn sum áður heldur fast um ? og hevur vart ríkisfelagsskapin, og ikki vil taka undir við loysingarætlanini hjá landsstýrinum.

Hetta er púra rætt. Meðan Javnaðarflokkurin og aðrir flokkar, tey seinastu árini hava víst á alt frá sjálvstýrislóg til skipaða loysing, so hevur Sambandsflokkurin staðið klettafastur. Vit í Sambandsflokkinum vilja hvørki hava skipaða- ella óskipaða loysing.


Vilja samarbeiða

Lat tað verða sagt beinan vegin. Vit í Sambandsflokkinum vilja fegin samarbeiða um eitt nýskipanaruppskot. Eina dagføring av viðurskiftunum, sum leggur upp til greiðar reglur millum ríkispartarnar, og sum setur kós inní framtíðina. Har sum Føroyar, sum vælferðarsamfelag eisini fáa lut í altjóða menningini og altjóða samfelagnum, og har sum ríkisfelagsskapurin er motorvegurin inní framtíðina.

Men vit í Sambandsflokkinum harmast framvegis um, at tað eydnaðist landsstýrinum, eftir bert tveir kaffifundir, at fáa Javnaðarflokkin at ganga við til fullveldisætlanina. Vit harmast um, at tað ikki saman við Javnaðarflokkinum, eydnaðist andstøðuni at geva samgonguni neyðuga mótspælið, sum krevst, fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Ein ríkisfelagsskap, sum vit kenna hann, við teirri trygd, rættindum og skyldum, sum náttúrliga fylgja við.


Edmund Joensen