á tindinum og niðri í dalinum í ár. At vit eru komnir í steypafinaluna hevur bjargað kappingarárinum. Eg rokni við, at liðið fer at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna ólavsøkudag. Men stóra vónbrotið [...] havt verið, um teir eftir at hava vunnið á HB í fjórðingsfinaluni ikki høvdu megnað at koppa B68, sum í ár spælir í 2. deild. Annars haldi eg, at tað sigur nógv um Eysturoynna, at trý av fýra liðum í finaluni [...] frá teimum. Sigurð heldur tað vera spell, at tveir av lyklaspælarunum hjá teimum fara at sita uttanfyri: - Reglurnar áttu at havt verið broyttar soleiðis, at gulu kortini duttu burtur undan finaluni, heldur
Tað ger, at umstøðurnar til mettíðir eru kanska ikki so optimalar, sum tær høvdu havt verið, um teir høvdu havt vindin undan. Men tað sær út til at fara at vera púra slætt, og tað eigur at hava stóran [...] ellivu ar síðani, at Súlan róði so skjótt, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at dreingjabátar kunnu rógva. Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum eru tað tíggju ár síðani, at Jarnbardur róði [...] Ólavsøku var í 1988, tá ið teir róðu teinin upp á 4.02.60. Umframt at stríðast fyri fremsta plássinum í dag, fara teir ivaleyst at royna at gera av við metið hjá Skálabátinum! Á Havnarskrivstovuni í høvuðsstaðnum
sigur, at fyri nøkrum árum síðani vístu metingar, at hetta er eitt mál, sum kostar einar fýra milliónir at yvirtaka. Nú er prísurin nakað hægri, men serliga dýrt er tað ikki, sigur hann. Hann sigur, at tosað [...] m, er samdur í, at nógv kundi verið øðrvísi. Men hann heldur ikki, at talan er um so stóran ruðuleika longur. - Vit hava tikið lívið av ruðuleikanum, sum hann tekur til. Hann sigur, at tær allarflestu [...] arbeiðsorku til at ráðgeva útlendingum í Føroyum. - Men rætta staðið at venda sær, er til útlendingatænastuna í Danmark. Yvirtøka er tað einasta rætta Jacob Vestergaard ásannar eisini, at tað ger støðuna
altíð at hitta, og hann er væl umtóktur. Í umsitingini og hjá politiska myndugleikanum eigur tað sjálsagt at hava nógv at siga, at tað er royndur rektari, sum veit alt um studentaskúlaskipanina, og at eiga [...] lærarar í skúlanum. At fáa skikkaðar lærarar at undirvísa úti á bygd var ikki bara sum at siga tað. Fyrstu árini vóru nógvar útskiftingar í starvsfólkaliðnum og okkurt árið var neyðugt at lesa meiri enn helmingin [...] inntil bygdarleiðir, sum skúlin og rektarin kunnu sigast at hava verið við til at slóða fyri, komu í fasta legu miðskeiðis í áttati árunum. Áhugin fyri at sleppa í skúlan hevur verið stórur og vaksandi. Nú eru
nevnd, sum mælti til at allur bøurin varð grønur. Men í politiska spælinum valdu tey bæði at stuðla tilmælinum frá meirlutanum í Byggi- og Býarskipanar nevndini, sum mælti til at friða niðaru helvt og [...] Rani Nolsøe tosaði um at branda Klaksvík við Gerðabøi, og at Gerðabøur kundi vera ein partur av einum størri upplivingarbúskapi. Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, harmaðist um at alt var kollvelt í málinum [...] Býráðið hevði í fyrsti viðgerð samtykt, at partur skuldi setast av til handilsøki, og tí metti hann tað vera óvirðiligt, at øll nú lupu frá. Borgarstjórin helt, at ein grønur Gerðabøur var ein forðing fyri
sloppið gjøgnum nálareygað, at sloppið inn á Pedagogskúlan í Havn, at flyta ella at skula ferðast til Havnar hvønn dag. Tað kunnu verða nógv ymisk viðurskifti, sum gera at hjálparfólkini, hóast stóran [...] fyri at fara at lesa. Eg havi eisini sæð tær sum fluttu nógv mørk og fóru at lesa, við hjálp og stuðuli frá teirra nærmastu. Ofta havi eg hoyrt sagt, aftaná lokna útbúgving· »Eg hevði ikki trúð at eg fór [...] tí at tað nú er so nógv frammi um pedagogútbúgvingina í Føroyum, hevur undirritaða hug at koma uppí kjakið við hesum innleggi, sum varð skrivað tá Pedagogblaðið nr. 1 ? apríl 2005 kom út: Aftaná at hava
staðiliga víst á, at kreppan í samfelagnum er ikki íkomin síðani í februar 2003, tá ið vit komu í samgongu, men kortini hevur veljarin valt at revsa okkum, sigur løgmaður. Sjálvur dugir hann ikki at finna nakra [...] tað kann vera, at veljarin kring alt landið hevur brúkt hettahøvið til at geva Arnfinni Kallsberg ta uppresin, sum Norðoyar góvu honum á løgtingsvalinum. Afturgongdin ein álitisváttan At løgmaður sjálvur [...] tí við hesum hevur veljarin givið greitt til kennar, at hann vil hava meg at verða verandi í Tinganesi. Hinvegin havi eg alla tíðina boðað frá, at eg tók mína uppstilling sum ein stuðul til flokkin og
grundleggjandi at leggja lag í onnur fólk. At geva sær far um, hvussu onnur fólk hava tað. At tosa ella hava samskifti við tey, har tey eru. Altíð tíð at lurta Ragnhild valdi at fara til Rødbygaard at læra, tí [...] har vóru teir flestu av hennara landsmonnum, ið vóru menningartarnað. Malena vísti á, at hetta at Ragnhild ynskir at vera nær hjá teimum, ið hava menningartarn, hava tey og avvarðandi teirra kent og verið [...] eru í Javna, - hava hoyrt um, hvussu gott tað var at vitja á Andveikraverndini. Eisini hvussu tey við menningartarni fóru at vitja hana. Hon gav sær tíð at lurta og skilti tey - kanska betri enn foreldrini
millum annað brúkt til at digitalisera tey flestu av upptøkuhølunum og at gera nýggjar støðir til redigering av upptøkum. Nú verður mett, at tað kostar einar seks milliónir krónur at gera arbeiðið í Útvarpinum [...] á Lakjuni um heimild at digitaliserað Útvarpið og Sjónvarpið fyri í mesta lagi 20 milliónir krónur. Tað verður mett, at Útvarpið hevur tørv á umleið seks milliónum krónum fyri at gera sína digitalisering [...] eindirnar í Útvarpshúsinum, at digitalisera studio 1, sum er samantvinna við Útvarpshøllina, og at keypa ein nýggjan upptøkubil, sum skal brúkast sum kontrollrúm í Útvarpshøllini og til at gera upptøkur uttanfyri
Eg haldi, at tað vóru nógvir, ið stóðu seg væl farna vikuskifti, og eg má ásanna, at tað er vorðið alsamt truplari at velja út ein hóp, tí tað tykist sum um, at tað eru nógv fleiri leikarar at velja ímillum [...] hugt at hópinum sæst, at fleiri av vanligu stuðulsleikarunum á føroyska landsliðnum ikki eru við í hópinum, men at ein rúgva av yngri leikarum hava hinvegin fingið møguleikan. Henrik Larsen sigur, at talan [...] sigur Henrik Larsen, at tað er eingin loyna, at bæði Jens Martin og Jákup eru komnir so mikið til aldurs, at teir neyvan verða á landsliðnum í so nógv ár afturat, og tí er umráðandi at lata aðrar sleppa framat