Nógv fólk var komið saman at lurta eftir kjakinum, og politikarnir góvu sær góðar stundir at greiða frá síni støðu og brigsla øðrum fyrri teirra støðu. Viðgerðin av Gerðabøi tók tveir tímar.
Jórun Høgnesen og Rani Nolsøe høvdu framman undan fundin róð fram undir, at tey ynsktu Gerðabø so grønan sum møguligt, men hvørgin teirra legði uppskot fram. Jórun Høgnesen hevði eitt skriv inni, sum mælti til at niðara helvt var grøn, og Rani Nolsøe hevði eitt skriv í nevnd, sum mælti til at allur bøurin varð grønur. Men í politiska spælinum valdu tey bæði at stuðla tilmælinum frá meirlutanum í Byggi- og Býarskipanar nevndini, sum mælti til at friða niðaru helvt og seta ovaru helvt av til almenna bygging.
Hitt uppskotið var at halda fast við býráðssamtyktina frá 6. mars í ár um at hava ovaru helvt grøna, meðan niðara helvt skuldi býtast millum grøn økir, almenna bygging og handilsøki. Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, talaði fyri hesum uppskoti, og Eyðgunn Samuelsen og Torleif Sigurðsson góvu eisini sítt tilmæli til hetta.
Men hvørki upprunað ætlanin hjá býráðnum ella broytingartilmæli vórðu samtykt.
Í staðin fekk hvør partur sítt grøna øki, meðan Føroya Keypssamtøka onki fekk.
Politiska telvingin endaði sum ein tekniskur spurningur, tí tilmæli frá meirilutanum í Byggi- og Býarskipanarnevndini fevndi um tvey atskild øki, og tí metti borgarstjórin eftir samráð við bæði býráðsskrivaran og serfrøðing í Innlendismálaráðnum, at tað máttu vera tvær atkvøðugreiðslur.
Jákup Mikkelsen mótmælti harðliga hesi avgerð og ákærdi borgarstjóran fyri skitið politiskt spæl. Aðrir politikarar hava eisini aftaná tosað um hesa avgerð sum ein snildan politiskan leik, men borgarstjórin hevði lógina aftanfyri seg, og tí vórðu tvær atkvøðugreiðslur um Gerðabø.
Fyrst var atkvøtt um niðara øki. Seks býráðslimir atkvøddu fyri at gera øki grønt, og uppskotið varð tí samtykt. Síðani var atkvøðugreiðsla um ovara øki. Her vóru seks atkvøður ímóti at seta øki av til almenna bygging. Tí varð hetta øki eisini grønt.
Men í veruleikanum vóru tað bara tvey, sum atkvøddu fyri báðum grønu økjunum, Rani Nolsøe og Jórun Høgnesen. Hinir býráðslimirnir fingu hvør sítt grøna øki.
Um talan var um politiskt spæl frá borgarstjóranum, miseydnaðist tað í øllum førum at tryggja byggiøki til Føroya Keypssamtøku. Politiski meirilutin, sum Jákup Mikkelsen helt seg hava fyri almennari bygging omanfyri vegin sindraðist eisini. Gerðabøur er grønur og Føroya Keypssamtøka hevur einki byggiøki.
Býarætlanin druknaði
Allir politikarnir, sum høvdu orðið, løgdu dent á, at Gerðabøur bert er ein lítil partur av einari umfatandi endurskoðan av allari býarætlani, og at býráðið hevur arbeitt sera væl og verið sera samd um restina av ætlanini. Men Gerðabø vóru tey ikki samd um.
Sum Torleif Sigurðsson segði, so sveimaði hugflogið víða undir viðgerðini. Jákup Mikkelsen samanbar Gerðabø við Hyde Park í London og Central Park í New York, og Rani Nolsøe tosaði um at branda Klaksvík við Gerðabøi, og at Gerðabøur kundi vera ein partur av einum størri upplivingarbúskapi.
Borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, harmaðist um at alt var kollvelt í málinum. Býráðið hevði í fyrsti viðgerð samtykt, at partur skuldi setast av til handilsøki, og tí metti hann tað vera óvirðiligt, at øll nú lupu frá. Borgarstjórin helt, at ein grønur Gerðabøur var ein forðing fyri menning, tí, sum hann segði, vit búgva ikki í New York, vit búgva í Klaksvík.
Bæði Rani Nolsøe og Jákup Mikkelsen ákærdu borgarstjóran fyri ikki at hava gjørt nokk fyri at finna alternativar loysnir til Føroya Keypssamtøku. Torleif Sigurðsson, sum er fyrrverandi leiðari á keypssamtøkuni í Klaksvík segði, at máli um Gerðabø bara var enn eitt dømi um tað vánaligu viðgerð, sum Føroya Keypssamtøka hevði fingið frá Klaksvíkar Kommunu. Rani Nolsøe fasthelt, at almenni áhugin mátti viga tyngri enn privat áhugamál, og tí mátti FK bíða.
Allir býráðspolitikarnir vóru tó samdir um, at ein loysn mátti finnast til keypssamtøkuna. Um hetta bara vóru føgur orð, fer tíðin so at vísa. Endurskoðaða býarætlanin skal endurskoðast í 2008, og nevnt var at ein tíðarfreist mátti setast fyri miðbýarætlanini, sum Føroya Keypssamtøku í fyrsta umfari ikki slapp at vera partur av.










