Gjálvið ávirkar tíðirnar

Á Havnarskrivstovuni í høvuðsstaðnum halda teir ikki streymin hava ávirkað ógvuliga ymisku vinnarartíðirnar, men heldur vindin og harvið hvussu slættur sjógvurin hevur verið

Skálabáturin eigur framvegis bestu róðrartíðina á Ólavsøku. Í 1992, tá ið teir vunnu fyrsta av trimum FM heitum á rað, róðu teir teinin av Argjahøvda og inn undir Skipafelagið í tíðini 3.52.00. So skjótt hevur eingin róð fyri ella síðani.
Í fjør vann Havnarbáturin á Ólavsøku. Tað gjørdi hann í tíðini 4.05.02. Tað vil siga, at munurin á vinnaratíðunum í 1992 og í 2004 var trettan sekund ella kanska 3-4 bátslongdir. Tað er rættuliga nógv, tá ið havt verður í huga, at teinurin ikki er meiri enn góðar 900 metrar.
Spurnartekin kann kanska setast við, hvussu neyv klokkuskipanin altíð hevur verið. Tað skulu ella rættari kunnu vit ikki gera okkum klókar uppá. Í 2001 var Havnarbáturin fyrstur við tíðini 3.52.03. Allar hinar vinnaratíðirnar seinastu 32 árrini hava verið í minsta lagi seks sekund lakari enn tíðin hjá Skálabátinum í 1992 og Havnarbátinum í 2001.
Tað kann vera, at Skálabáturin fyri trettan árum síðani, og Havnarbáturin fyri trimum árum síðani hava verið heilt framúr. Eysturoyingur kann síggja hetta sum stóru avbjóðingina hesa ferð. Besta vinnaratíðin hjá teimum á Ólavsøku var í 1988, tá ið teir róðu teinin upp á 4.02.60. Umframt at stríðast fyri fremsta plássinum í dag, fara teir ivaleyst at royna at gera av við metið hjá Skálabátinum!
Á Havnarskrivstovuni í høvuðsstaðnum munnu nakrir av teimum, sum kenna best til veður og streym á róðrarøkinum, vera at finna.
Agnar Joensen, havnarumsjónarmaður, var á vakt fyrrapartin í gjár. Hann heldur ikki, at streymurin spælir stórvegis leiklut:
- Tá ið skipini eru komin inn á økið, sum tað verður róð kapp á, plaga vit ikki at hugsa um streym. Men vindurin hevur sjálvandi stóran týdning. Tað er stórur munur á at rógva undan og so at hava vindin ímóti. Ikki bara undanvindurin og mótvindurin. Men serliga ávirkanin, sum vindurin hevur á sjógvin. Tað skal ikki so nógvur vindur til, áðrenn tað kennist aftur á sjónum, og tað er ivaleyst ógvuliga stórur munur at rógva á sløttum og so tá ið nakað er í sjónum, heldur havnarumsjónarmaðurin.
Umstøðurnar at rógva í dag skuldu sambært veðurforsøgnirnar í gjár verða rættuliga góðar.
- Høgættin sær út til at halda fram. Tað verður eitt lot ímóti frá Argjahøvda og inn henda vegin. Tað ger, at umstøðurnar til mettíðir eru kanska ikki so optimalar, sum tær høvdu havt verið, um teir høvdu havt vindin undan. Men tað sær út til at fara at vera púra slætt, og tað eigur at hava stóran týdning, heldur havnarumsjónarmaðurin.
Sambært streymkortini verður besti streymur í ovurmorgin. Tað vil siga, at hann er avtakandi, og tað er so at siga eingin streymur í dag.

Tíðirnar
Óføra heimasíðan hjá Havnar Róðrarfelag eigur yvirlitið, sum vísir vinnaratíðirnar á Ólavsøku. Á heimasíðuni eru allar vinnaratíðirnar á øllum stevnum síðani 1973.
Sum tað sæst so eru fleiri av metunum rættuliga gomul. Í dreingjakappingini eru tað ellivu ar síðani, at Súlan róði so skjótt, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær, at dreingjabátar kunnu rógva.
Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum eru tað tíggju ár síðani, at Jarnbardur róði í so góðari tið, sum tað í 2005 bara ber til at ímynda sær, at dagsins manning umborð á Jarnbardi er før fyri at hótta.
Mettíðin hjá 5-mannaførum við kvinnum er frá 1981. Sílið var meistari tað árið, men Aldan gjørdi bart á Ólavsøku, og 24 ára gamla metið hevur staðið síðani.
Í kappingini millum 6-mannafør við monnum er metið frá 1983. Tað eigur Sølmundur, sum onkra ferðina hevur verið væl við í ár, og sum hevur møguleika at bjarga árinum við sigri á Ólavsøku.
Í kappingini millum 8-mannaførini er metið hjá Ørvi seks ára gamalt. Merkisvert er tað, at munurin millum mettíðina hjá Ørvi í 1999 og vinnaratíðina hjá Kvívíkingi í fjør er næstan fjúrtan sekund ella einar fýra bátslongdir.