Útvarpið og Sjónvarpið broytast fyri 20 milliónir

Sjónvarpið skal hava útgerð, so tað kann senda beinleiðis frá hendingum kring landið, og Útvarpið skal tryggja sítt savn. Tað eru nakað av tí, sum liggur í arbeiðnum at digitalisera loftmiðlarnar. Landsstýrismaðurin við mentmálum biður nú um heimild frá løgtinginum at brúka 20 milliónir krónur til hesar útbyggingar

Digitaliseringin av Útvarpinum og Sjónvarpinum skal nú gerast liðug. Tað heldur landsstýrismaðurin við mentamálum, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um digitalisering av almenna loftmiðlastovninum.
Í uppskotinum biður Jógvan á Lakjuni um heimild at digitaliserað Útvarpið og Sjónvarpið fyri í mesta lagi 20 milliónir krónur.
Tað verður mett, at Útvarpið hevur tørv á umleið seks milliónum krónum fyri at gera sína digitalisering lidna, meðan Sjónvarpið skal brúka einar 14 milliónir krónur.
Landsstýrismaðurin ætlar tí at brúka fimm milliónir krónur um árið fram til 2008 fyri at gera digitaliseringina av Útvarpinum og Sjónvarpinum lidna.

Løgtingið steðgaði játtan
Útvarpið fór undir sína digitalisering miðskeiðis í nítiárunum, meðan Sjónvarpið byrjaði í 2001.
Í árunum frá 2001 til 2003 vóru játtaðar samanlagt 12.6 milliónir krónur til hesa tøkniligu menning, men í fjør steðgaði løgtingið játtanini, tí hon vildi hava eina løgtingslóg at halda seg til og ikki bara játta pengar yvir fleiri fíggjarár.
Hendan løgtingslóg er nú borin í løgtingið sum uppskot.
? Endamálið við lógini er at fáa politiska undirtøku fyri liðugtgerð av digitaliseringini av Útvarpi og Sjónvarpi Føroya. Við eini slíkari verklagslóg ber til hjá landsstýrismanninum at tilrættaleggja virksemið fyri fleiri fíggjarár, og hevur landsstýrismaðurin sostatt heimild til at gera avtalur, ið fevna um fleiri fíggjarár, sigur Jógvan á Lakjuni í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

Goymslan skal tryggjast
Útvarpið hevur í eini 10 ár arbeitt við at digitalisera sína framleiðslu. Hetta merkir millum annað, at øll framleiðsla av sendingum og øðrum fer fram á teldu og verður goymd talgild.
Fyrstu árini varð útbygt í smáum, men við játtanini á fíggjarlógini árini 2001 til 2003 kom rættilig gongd á útbyggingina. Tá fekk Útvarpið umleið tríggjar milliónir krónur til arbeiðið, og játtanin varð millum annað brúkt til at digitalisera tey flestu av upptøkuhølunum og at gera nýggjar støðir til redigering av upptøkum.
Nú verður mett, at tað kostar einar seks milliónir krónur at gera arbeiðið í Útvarpinum liðugt, og hesir pengar skulu millum annað brúkast ein net, sum skal knýta saman tær digitalu eindirnar í Útvarpshúsinum, at digitalisera studio 1, sum er samantvinna við Útvarpshøllina, og at keypa ein nýggjan upptøkubil, sum skal brúkast sum kontrollrúm í Útvarpshøllini og til at gera upptøkur uttanfyri húsið.
Harafturat verður eisini arbeitt við at digitalisera savnið hjá Útvarpinum og at hava neyðuga trygd í tí sambandi.

Vilja kunna senda beinleiðis kring landið
Digitaliseringin av sjónvarpinum byrjaði í 2001. Í fyrstu verkætlanini varð dentur lagdur á redigering, og seks nýggj digital redigeringsrúm vórðu gjørd.
Næsta verkætlanin fevndi um eitt servararúm og eitt sendirúm. Servararúmið knýtir allan telduteknikkin í sjónvarpshúsinum saman. Sendirúmið er ein tekniskur miðdepil, og um hendan miðdepil fer alt tilfar, ið verður sent, og alt tilfar, sum verður móttikið um fylgisvein.
Ætlanin var at gera sendirúmið liðugt í 2004, men av tí, at játtan ikki fekst, er henda eindin ikki tikin í brúk enn, og tí skal ein partur av teimum 14 milliónunum, sum Sjónvarpið hevur brúk fyri, brúkast til at gera nýggja sendirúmið liðugt.
Millum alt annað, sum Sjónvarpið skal brúkast pengar til, er ein nýggjur upptøkubilur, sum bæði kann brúkast sum kontrollrúm í Sjónvarpnum og samskipa upptøkur uttanfyri húsið. Verandi upptøkubilur er 20 ára gamal og í ringum standi.
Ein onnur ætlanin er at keypa ein sonevndan SNG-bil, sum ger tað gjørligt at senda umvegis fylgisvein til sjónvarpshúsið í Vørðsluni. Hetta vildi gjørt tað møguligt hjá Sjónvarpinum at senda beinleiðis frá hendingum ella tiltøkum kring landið.

Rationalisera
Ein av fremstu málunum við eini digitalisering av almennu loftmiðlunum er at gera teir tíðarhóskandi í einum nýggjum sjónvarpsheimi, har tann digitala tøknin stendur í miðdeplinum.
Landsstýrismaðurin við mentamálum sigur tó eisini í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at eitt annað av endamálunum er at rationalisera umsitingina av stovnunum og og programmframleiðsluni.


Myndatekstur:
Útvarpið og Sjónvarpið skulu næstu árini útbyggja tøkniliga fyri samanalagt 20 milliónir krónur. Landsstýrismaðurin við mentamálum biður løgtingið um heimild til hesa útbygging