fegnast um, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur eydnast at halda tætt í verjuni. Hjá KÍ eru allir spælararnir tøkir. Eisini Høgni Madsen, sum hevur verið leikbannaður. Á Sandi er miðverjin Johannes [...] teir hava fingið fult tvær tær seinastu ferðirnar, sigur spælandi B71 venjarin, Eli Hentze. - B71 hevur tó fleiri góðar offensivar spælarar, og tá ið okkara eisini eru framrættaðir, er tað ikki óhugsandi
Samstundis fari eg at takka fyri alt tað, hon, millum ár og dag, hevur gjørt fyri meg, míni og øll møgulig onnur. Eitt, sum altíð hevur eyðkent mommuna, og hetta sigi eg, hóast eg, so at siga, eri partur [...] positiva arbeiðslag, og ikki minst hennara ótroyttiliga tol. Hon er altíð til reiðar at troysta, hevur tú tað fyri neyðini, og hon er altíð klár við eini hjálpandi hond, er brúk fyri tí. Besta dømi um
hava vunnið báðu ferðirnar, Tambar hevur verið næstfremst, og Drekin hevur verið nummar trý. Leingi sá tað út sum, at róðurin í dag fór at enda á sama hátt, sum hann hevur gjørt hinar báðar ferðirnar. Tað
foreldrum og systkjum. Síðani hevur hon búð har. Sína listaligu útbúgving hevur Ingun nomið sær á Århus Kunstakademi árini 1988-92 og á Det fynske Akademi 1992-96. Ingun hevur luttikið í fleiri framsýningum
Føroyum í hesum døgum, og eru tað fyrireikingarnar til dystin móti Serbia, sum eru á skránni. Enn hevur Brian Kerr til góðar at síggja menninar í sínum hópi spæla saman í dysti, men tað fær hann høvi til [...] iva spennandi at síggja, um hesin dystur á nakran hátt fer at avdúka, hvørjar tankar nýggi venjarin hevur kring samansetingina av liðnum. Umframt Brian Kerr og hjálparvenjaran, Jens Martin Knudsen, telur [...] kosin sum besti spælarin í føroyskari fótbóltssøgu. Umframt at taka A-prógvið sum fótbóltsvenjari hevur Abraham eisini verið virkin í arbeiðinum kring yngru landsliðini, og nú er hann altso eisini knýttur
kommunu hevur bílagt. Verkið tekur støði í einum filmaðum biltúri frá R.C. Effersøesgøtu, gjøgnum miðbýin og út á Velbastaðvegin, har kirkjugarðurin er. Tað er landsverkfrøðingurin, ið hevur filmað biltúrin [...] tónleikaverkið verður frumframført á Tjóðpallinum verður filmurin sýndur afturvið. Bílagda verkið hevur fingið heitið ?100 ár ? 1000 sár?. Í enskum hami verður tónleikaverkið við á komandi fløguni hjá SIC
Eitt samt bygdarráð í Vestmanna hevur samtykt at kæra dómin hjá Føroya Rætti viðvíkjandi stríðnum um markið millum Vestmanan og Kvívíkar kommunu til Landsrættin Vestmanna Kommuna viðgjørdi á bygdarráðsfundi [...] rnar at kæra eru fleiri. - Vit halda framhaldandi, at Matrikulstovan ? nú Umhvørvisstovan ? ikki hevur heimild at seta markatalsmark millum bygdirnar langt úti á sjónum. Vit halda ikki, at ásetta mark [...] enn Føroya Rættur, sigur Vestmanna kommuna í tíðindaskrivi. Kommunan heldur ikki, at sakarmálið hevur nakað við spurningin um, hvar kommunumarkið millum Vestmanna og Kvívík eigur at vera. Rættarmálið
seinnu árini hevur verið Niklas Eysturoy, men hann verður ikki við, nú hann er skaddur. Tað letur upp fyri øðrum møguleikum, og ein teirra er Aksel Poulsen, sum hóast fýra finaluplás enn ikki hevur vunnið FM [...] badmintonhøllini hóskvøldi og fríggjakvøldi. Tá eru innleiðandi kappingarnar í Badminton, og tað hevur sjáldan verið so spennandi sum í ár. Stórur spenningur er um, hvør kemur í finaluna í einmansleiki
Seinastu vikurnar hevur bólkurin Útskalda spælt leikin ?Mín besti vinur? fyri flest øllum børnum í fimta flokki í øllum Føroyum. Leikurin snýr seg um Nikotinu, sum verður lokkað av Abstinensalon at roykja [...] roykja. Hann hevur hug at roykja ?tí at øll hini gera tað?. Tá ið so Nikotina ætlar sær at royna, kemur Smarti Svarti og lokkar hana at blíva við og at roykja ordiliga. Leikurin er bygdur á evnið trýst [...] børnini royna sigarettir, vísa kanningar. Leikararnir eru Hjálmar Dam, Mariann Hansen. Birita Mohr hevur sett leikin upp og er eisini við til sýningarnar. Tað er Fólkaheilsuráðið ið skipar fyri.
hesin: Fagnaðarár: Tór er serbryggj frá Føroya Bjór, nú Havnin hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár. Tórshavn er nevnd eftir Tóri og hevur hamaran Mjølnir sum býarmerki. Á myndini framman sæst hamarin [...] bjór úr pilsnar-, karamell- og münchenermalti. Eftir Mjølni, hamara Tórs, er bjórið reyðlitt og hevur ein lættan smakk. Tór er ein bjór, sum við úrvaldari humlu er í góðari javnvág. Tór: kl 1 4,6% abv