Fiskavirkið Tavan í Leirvík hevur fingið nýggjan stjóra. Joen Magnus Rasmussen, ið seinastu árini hevur verið virkin í landspolitikki fyri Fólkaflokkin, tók í gjár við sum stjóri í felagnum. Samstundis fer Ingvar Joensen úr stjórasessinum. Tað boðar felagið frá í eini fráboðan til Skráseting Føroya.
Joen Magnus Rasmussen hevur verið fasti varamaður fyri Fólkaflokkin á tingi í tveimum umførum. Frá 2011-2015 møtti hann fast á tingi, tá Fólkaflokkurin var í samgongu við Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri.
Hann bleiv ikki valdur á valinum í 2015, men eitt ár seinni vóru aftur boð eftir honum, tá Annika Olsen søkti farloyvi at røkja borgarstjórasessin í Havn. Sostatt møtti hann fast á tingi fram til 2019.
Á valinum hesaferð valdi hann ikki at stilla upp, men stuðlaði í staðin beiggjanum Uni Rasmussen, ið varð valdur á valinum 31. august.
Uppgávan sum bíðar Joen Magnus Rasmussen í nýggja starvinum er ikki ókend fyri honum, tí fram til 2013 var hann stjóri í Tavuni.
Ingvar Joensen, ið nú leggur frá sær aftaná seks ár í stjórasessinum, kvettir kortini ikki øll bond við felagið, men avloysir Joen Elias Joensen í nevndarformanssessinum.

Fyrrverandi løgtingsmaður skal stjórna Tavuni












