Ovasta leiðslan í UEFA, evropesiska fótbóltssamgongan, hevur havt fund í Ljubljana í Slovenia. Eitt av málunum á fundinum var at eftirmeta Nations League kappingina. Føroyar skulu nú bara spæla móti seks teimum veikastu londunum í Evopa.
Kappingin er býtt upp í fýra deildir. A, B, C og D. Føroyar eru partur av D-deildini, sum nú bara telur sjey lond. Gibraltar, Lettland, Liktenstein, Andorra, Malta, San Marino og Føroyar. Síðani verða tveir bólkar. Ein við fýra londum og ein við trimum londum.
##med2##
Í farnu Nations League kapping vóru 16 lond í D-deildini, men UEFA hevur valt at gera eina broyting, so tey stóru spæla fleiri dystir og fyri at koma venjingardystum til lívs, tí tað gevur fleiri inntøkur. Broytingin hevur við sær, at tað verða 162 dystir í Nations League í mun til 138 í farnu kapping. Endaspælið, har fýra tey fremstu í A-deildini møtast, stendur við.
Lutakastið verður 3. mars 2020 í Amsterdam í Hollandi. Her eru dystardagarnir:
Dagur 1: 3–5 September 2020
Dagur 2: 6–8 September 2020
Dagur 3: 8–10 October 2020
Dagur 4: 11–13 October 2020
Dagur 5: 12–14 November 2020
Dagur 6: 15–17 November 2020