Ætlar samgongan at umskipa Strandferðsluna og at gera hana til eitt alment partafelag.
Tað er spurningurin, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú skal greiða Løgtinginum frá.
Tað er Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur spurt Jørgen Niclasen, hvørjar ætlanir hann hevur við Strandferðsluni.
Og hann vil eisini hava Jørgen Niclasen at siga sína hugsan um, hvussu tað hevði ávirkað flutningin av ferðafólki og farmi at Strandferðslan varð løgd í eitt alment partafelag.
Hann vísir á, at tá ið Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot um at útvega Strandferðsluni nýggj skip, segði Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, at samgongan eigur at umhugsa at umskipa Strandferðsluna, og leggja hana í eitt alment partafelag.
Les meiri her: Mælir nú til at kollvelta Strandferðsluna
Bjarni Hammer heldur, at útsagnirnar hjá Christiani Andreasen mugu metast at vera almenna hugsanin hjá Fólkaflokkinum.
– Slíkar útsagnir skapa ótryggleika millum fólk, sum dagliga ferðast við Strandferðsluni og sum hava tørv á jøvnum og góðum ferðasambandi, sigur Bjarni Hammer.
Og tí vil hann hava Jørgen Niclasen at frá, hvørjar ætlanir hann hevur við Strandferðsluni, og hvørja ávirkan tað fer at fáa á ferðafólk og farmaflutning.