Manglar argument fyri at kollvelta Strandferðsluna

Skal tað gerast, vil Jørgen Niclasen hava betri grundgevingar enn hann hevur nú

Tað eru ongar ætlanir um at gera Strandferðsluna til eitt alment partafelag. Tað skilst á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í samferðslumálum.

Spurningurin hevur verið umrøddur nakrar ferðir, eftir at Christian Andreasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, herfyri heitti á samgonguna um at umhugsa at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag.

Og nú hevur tingmaðurin, Bjarni Hammer, eisini spurt hann, hvørjar ítøkiligar ætlanir hann hevur við Strandferðsluni.

 

https://www.in.fo/news-detail/news/skapar-otryggleika-imillum-folk/Les eisini: Skapar ótryggleika ímillum fólk

 

Jørgen Niclasen sigur, at almenn partafelag mugu hava eitt endamál. Partafeløg verða rikin við vinningi fyri eyga.

Men Jørgen Niclasen sigur, at hvat Strandferðsluni viðvíkur, er trupulleikin, at tað er ikki samsvar ímillum inntøkur og útreiðslur.

– Skal Strandferðslan gerast til eitt partafelag so at tað kann taka lán til at byggja nýggj skip fyri, er tað brot á aðalregluna um, at alt virksemi hjá Landinum skal síggjast aftur í roknskapinum.

Tí ivast hann í um grundarlag er fyri at leggja Strandferðsluna í eitt alment partafelag. Í hvussu so er vil hann hava góð argument fyri at broyta bygnaðin á Strandferðsluni.

Hinvegin fer hann heldur ikki at leggja tey almennu partafeløg, Atlantsflog, Føroya Tele, og onnur feløg, sum eru, aftur undir landskassan.