síðurnar av lóggevandi valdinum, men at vit í Føroyum hava ein trupulleika í hesum førinum. Í hesum kjakinum varð gjørt greitt, at tað er sera týdningarmikið at skilja í millum trúgv sum virðisgrundarlag hjá [...] Nakrir ungdómar í Havn høvdu fríggjakvøldið tikið stig til eitt spennandi tiltak í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Hesi ungu hava onki annað í felag enn, at tey eru av tí fatan, at ungdómurin er ikki sloppin [...] gjørdi beinanvegin greitt, at kirkjan ikki hevur nakra felagsmeining í málum sum hesum. – Kirkjan roynir í hesum máli at sigla í millum skerini, men so eru tað tey sum vilja vera við, at onkur eisini
formaður í Urguleikarafelagnum, segði m.a. á Trapputinginum týskvøldið, at vit eiga nógvar góðar urgur í Føroyum, men at møguleikarnir fyri at gagnnýta tær ikki eru optimalar. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum [...] politikararnir høvdu játtað at pening, so at undirvíst kundi verða í urguleiki í Musikkskúlaskipanini, og at hesi fólk eisini vildu sleppa at spæla í kirkjunum, men at eingi verulig størv eru har. Sostatt finst [...] haldast við líka eins og kvæði og sangur í skúlanum, segði Jens Mortan. Ikki eins í Havn og á bygd Á Trapputinginum varð eisini nógv tosað um støðuna hjá leikfólkinum í føroysku kirkjuni. Sum heild varð semja
mannfólkaverðina í Krossmessu, har frumkenslan hjá veiðumanninum kemur upp í sjálvt ein asfaltføroying sum Hannis Martinsson, tá hann fer í grind. Hinvegin, sjálvsrættivísi smæðist nú ikki burtur í bókini. Heldur [...] inn í føroyskan nútíðarskaldskap, tók ein vinmaður til, tá hann hevði lisið nýggjastu krimibókina hjá Jógvani Isaksen, Krosmessa. Má viðganga, at eg eisini í løtum kendi tað svalandi at koma inn í einføldu [...] neyvan hevur hald í veruleikanum. Í øllum førum ikki tí veruleikanum, sum søgan lætst vera partur av nevniliga nútíðini. Og okkurt kundi bent á, at høvundurin sjálvur er farin at ivast í treytini fyri hesum
starvast sum postboð í Kalsoynni síðani 1991. Hon skuldi havt gott til at bræða í hesum sambandi, tí pápi hennara, Vilhelm Johannesen hevur havt eitt langt starv á posthúsinum í Klaksvík. Í teim størru plássunum [...] sendandi aðrastaðni frá, sigur hon. FAKTA Postur í Kalsoy Í Kalsoynni búgva í dag eini 150 fólk. Her eru fýra bygdir Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur og í hvørji teirra er ein postkassi, sum verður [...] suður í Syðradal. Frammanundan hava postboð í Klaksvík skilt postin soleiðis, at alt sum skal til Kalsoynna er skilt sundur frá hinum postinum. Nú skal so tað lokaða postboðið skilja postin sundur í tær
og Tórgrími. Tey plagdu at ferðast saman bæði uttanlands og heima í Føroyum. Bæði pørini vóru mitt í fjøruti-árunum, áttu tvey børn í part. Elsa og Tórgrímur 2 gentur - 19 og 21 ár, tær vóru báðar niðri [...] Jónas ein drong upp á 20, sum var til skips, og eina 18 ára gamla gentu, sum gekk í Hoydølum. Tey fýra høvdu øll verið í Suðuroynni fyrr, men tað vóru nógv ár síðan. Langt áðrenn tann nýggi Smyril var komin [...] settist við rattið. - Leiðin gekk fyrst suðureftir. Heilt suður í Akraberg, har steðga varð eina løtu. Á veg norður eftir varð støðgað á í Vági til ein kaffimunn og hagani gekk so leiðin bygd úr bygd heilt
hon ongantíð sjálv verið í hylinum á Oyggjaleikunum. - Tá eg var ung, var venjaratrot í Føroyum, og tí gjørdist eg venjari í Ægir og seinni eisini á landsliðnum, greiðir hon frá. Oluffa var bert tjúgu ára [...] landsliðnum sum venjari í 1985. Nú er tað so sonurin, ið eigur tørn, og hann hevur fylgt í fótasporum móðir sínar. - Kári var allatíðina við mær, tá eg var venjari í Skeggjum í Gøtu, og hann dugdi eisini [...] venjarin hevur bitið merki í evnini hjá unga alvanum, og hann fekk tí møguleikan at royna seg á leikunum hesuferð. Uppvaksin í svimjihøllini Hóast Oluffa hevur verið virkin innan svimjing í nógv ár, hevur hon
einasta IM-norm í januar 2004. Men 2005 hevur ikki hilnast Heina væl. Tó so, hann vann sær tíggju ratingstig í IM-kapping í Svøriki í vár, men framanundan hevði Heini ikki havt góð úrslit í longri tíð. Helst [...] Ein sterkur norskur altjóða meistari, sum fyrr hevur vitjað í Føroyum, nevnliga tá hann varð nr. 3 í tí serliga landsliðsbólkinum í FM 2003 í Havnini. Gullaksen er eftir míni tykki favorittur at vinna [...] skift orð við í ymiskum talvkappingum á flatlondum. Í novembur í fjør vónaði hann inniliga at fáa møguleikan at verja sigurin frá í fjør. Tveir fyrrverandi kappingarvinnarar eru sostatt við í fjórðu útgávuni
fyrsta sinni steig inn um gáttina í Kjøtbúðini hjá Otto Reinert í Tórsgøtu í Havn. Líkt var til, at hann hevði bæði hug og hegni til hetta arbeiðið, og honum dámdi tí væl í hesi fyri havnarfólk so kendu [...] kjøti. Hann varð útlærdur sum slaktari hjá Otto, og í stovu hansara í Tauranga hongur sveinabrævið, sum er undirskrivað av Rikardi Long, sum tá var formaður í Læruráðnum. Men hugurin at síggja umheimin var [...] arbeiðsmegi í landinum. - Eg hevði jú royndir sum slaktari, so har fekk eg mín møguleika at halda fram við tí arbeiðinum, eg hevði verið í hjá Otto, sigur Símun við einum brosi. At hann hevur búð 41 ár í New Zealandi
Nú letur skjótt eitt nýtt flakavirki upp í Suðuroynni. Tað er Jákup Joensen í Lopra, sum ergamal í garði í føroyskum vinnulívi, ið nú fer at lata flakavirki upp í heimbygdini, Lopra. Hóast hann er komin [...] hvørki mist vónina ella álitið á, at tað ber til at hava fiskivinnu í Suðuroy. Hann sigur, at væntandi fer flakavirkið at lata upp í vár. Í fyrstuni væntar hann, at tað verður arbeiði til eini 20 fólk á virkinum [...] hevur húsið staðið tomt. Men tað ætlar Jákup í Lopra ikki, at tað skal gera longi afturat og í seinastu hevur hann arbeitt við at fyrireika eitt nýtt flakavirki í húsinum. Men hann ásannar, at hann er ikki
gongdin í einum stovni er. Tað má eisini metast um, hvussu stovnurin flytir seg runt í Føroyum. Alt hetta hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki yvirlit yvir. -Tað er ikki nóg gott at siga, at í Vági eru [...] formaðurin í Fuglafrøðifelagnum er samdur í hesum. - At so nógvar kreftir nú eru settar inn upp á at taka olju upp, er væl ein staðfesting av, at tey hava ásannað, at talan er um dálking. Men maðurin í Fugl [...] Hann spyr um nakað skikkaður stovnur hevur verið í Vági og kannað eftir, hvussu stórur dálkingarvandin er. Lívfrøðingurin í Fuglafrøðifelagnum ivast stórliga í, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan er skikkað at