Altjóða talvkapping
Saman við Helga Dam Ziska, ið varð umrøddur í hósdagssosialinum frá seinastu viku, sleppa Heini Olsen og Hans Kristian Simonsen at royna seg í tí eftirhondini siðvondu kappingini hjá Rana Nolsøe. Mogens Nielsen verður sum vant dómari.
Heini, 35, hevur verið rættiliga aktivur seinastu 2-3 árini. Tað hevur eisini givið úrslit. Eftir ein talvligan niðurtúr, sum byrjaði við aldarskiftið og rakk fram til endan av 2003, er Heini nú aftur trygt omanfyri 2300-ratingmarkinum. Millum annað vann hann sær sín fyrsta og einasta IM-norm í januar 2004.
Men 2005 hevur ikki hilnast Heina væl. Tó so, hann vann sær tíggju ratingstig í IM-kapping í Svøriki í vár, men framanundan hevði Heini ikki havt góð úrslit í longri tíð. Helst var hann skuffaður yvir síni fýra stig av ellivu møguligum í Norðurlandameistaraskapinum í Finnlandi í august.
Tí er kappingin í heimbygdini ein upplagdur møguleiki hjá Heina at venda skeivu gongdini. Vit vita hann hevur evnini og neyðugu royndirnar. Ikki er óhugsandi at fimmfaldaði føroyameistarin - sum hevur verið við í øllum trimum undanfarnu Klaksvík Internationals - fer at blanda seg í oddin.
Nú skal svinga rætta vegin
Ilt er at greiða frá úrslitinum og telvingini hjá 22 ára gamla Hans Kristiani Simonsen í NM herfyri. Feski IM-normurin og kappingarsigurin í 1st Suðuroy International førdi tíverri ikki nakað jaligt við sær í NM. Tvørturímóti. Eitt aftasta pláss og ratingskrædl.
Tað sum eg meini Hans Kristian má gera fyri at betra seg, er at hava tol og brúka neyðuga tíð til hvønn leik. Serliga í miðspælinum hevur Hans Kristian verið ov bráður. Soleiðis varð gongdin í NM. Í fleiri førum var tað Hans Kristian, sum við góðari tíð á klokkuni, leikti avgerandi feilir í góðum støðum.
Nokk við tí neiliga. Hans Kristian er ein fongur fyri føroyska telving. Hann er aktivur og er eisini ein seriøsur telvari, sum brúkar nógva orku og tíð til at betra sína telving. Serliga er hann kønur í byrjanarspæli og at finna rættar ætlanir í ávísum støðutýpum. Og hann fellur ikki í fátt í mótvindi. Næsta kappingin er fyri honum altíð ein nýggj byrjan.
Hans Kristian er, eins og teir flestu, talvliga ov svingandi. Hjá honum merkir tað sum oftast eitt gott úrslit aftan á eitt ringt. Góðar vónir eru tí um eitt gott úrslit hjá kollfirðinginum í Klaksvík, tí Hans Kristian telvar sera sjáldan tvær ringar kappingar á rað.
Heini og Hans Kristian skulu hava 7 stig av 10 møguligum fyri at vinna sær ein norm. Helgi Dam Ziska, nýtist "bert" at vinna sær 6,5 stig fyri at røkka einum normi. Hesin munur kemst av, at Helgi hevur væl lægri altjóða ratingtal enn hinir føroyingarnir.
Gestirnir úr grannalondunum
Útlendsku telvararnir eru úr ávíkavist Svøriki, Norra og Danmark. Allir eru altjóða meistarar (IM).
Johan Eriksson, 31, hevur av ókendari orsøk havt ein steðg frá altjóðari telving í eitt ár. Hann hevur bert telvað seytjan talv á altjóða pallinum seinastu tvey árini, harav níggju í 2th Klaksvík International 2003, sum hann vann. Síðani juli 2002, er sviin einans skrásettur fyri tredivu talv.
Av hesu orsøk er torført at meta um núverandi dygdir Erikssons. Slíkur steðgur kann kosta. Men hvør veit, kanska hann hevur vant í myrkrinum? Johan er ratingfavorittur, men orsakað av drúgva steðginum, verður torført hjá honum at endurtaka sigurin frá 2003.
Eirik Gullaksen, 39, hevur telvað støðugt nógv seinastu mongu árini. Ein sterkur norskur altjóða meistari, sum fyrr hevur vitjað í Føroyum, nevnliga tá hann varð nr. 3 í tí serliga landsliðsbólkinum í FM 2003 í Havnini. Gullaksen er eftir míni tykki favorittur at vinna kappingina.
Vildi til Føroyar aftur
Vinnarin av 3th Klaksvík International, Jens Ove Fries Nielsen, 45, er ein sera aktivur altjóða meistari. Hóast talvhugurin er stórur, hevur hann mist væl av rating seinastu tvey árini. Hægsta ratingtal Fries Nielsen hevur havt, er 2458. Tað var fyri trimum árum síðani.
Jens Ove er ein fryntligur maður, sum eg nakrar ferðir havi skift orð við í ymiskum talvkappingum á flatlondum. Í novembur í fjør vónaði hann inniliga at fáa møguleikan at verja sigurin frá í fjør.
Tveir fyrrverandi kappingarvinnarar eru sostatt við í fjórðu útgávuni av Klaksvík International. Til ber at fylgja við á www.faroechess.com.
Luttakararnir í 4th Klaksvík Int.:
Johan Eriksson(2423)
Eirik Gullaksen(2382)
Jens Ove Fries Nielsen(2381)
Heini Olsen(2325)
Hans Kristian Simonsen(2305)
Helgi Dam Ziska(2177)