Posthúsið er í tí bláa bilinum

Tað er øðrvísi at vera postboð á Kalsoynni enn á stóru plássunum kring landið. Postboðið  Signhild Joensen  hevur ongan starvsfelaga, einki posthús og onga boðstovu. Alt verður avgreitt í og út frá tí lítla lastbilinum við tí eyðkenda bláa litinum. Hann er mangan fullfermdur við krovum, sum skulu av oynni til keyparar kring landið

Postur


Trøllanes:  Hey! Eg ætlaði bara at keypa talutíð til eina fartelefon!
Vit eru stødd á "posthúsinum" á Trøllanesi  ella rættari: Inni í køkinum hjá Signhild Joensen á Trøllanesi.
Hon hevur seinastu 14 árini starvast sum postboð í oynni. Hon hevur kortini einki posthús sum so, men hevur postbil og annars skrivstovu heima við hús.
Týsdagin í farnu viku var hon liðug við dagsins post, og situr hesa løtuna og prátar við gestir úr Havn.
Klokkan er nærum 13:30, tá ein kona kemur á gátt, tí hon hevur ørindi á posthúsinum á Trøllanesi.
 Jú, tað er so gamaní. Eitt talutíðarkort skalt tú fáa.
Signhild er skjót inn á skrivstovuna aftanfyri køkin. Løtu seinni er hon aftur við einum talutíðarkorti frá Føroya Tele. Og síðani fer henda konan fegin avstað aftur.
Jú, at vera postboð á bygd er eitt fjølbroytt lív. Tað mugu gestirnir úr Havn bara sanna.
Fýra postkassar
Signhild Joensen hevur starvast sum postboð í Kalsoynni síðani 1991. Hon skuldi havt gott til at bræða í hesum sambandi, tí pápi hennara, Vilhelm Johannesen hevur havt eitt langt starv á posthúsinum í Klaksvík.
Í teim størru plássunum aðrastaðni í landinum er vanligt at postboðini møta rættiliga tíðliga á morgni fyri at skilja postin sundur til húskini á teirra rutu.
Hjá Signhild á Trøllanesi er eitt sindur øðrvísi. Hon fer fyrst frá húsum kl. 9 á morgni, tá hon leggur leiðina suður í Syðradal.
Frammanundan hava postboð í Klaksvík skilt postin soleiðis, at alt sum skal til Kalsoynna er skilt sundur frá hinum postinum.
Nú skal so tað lokaða postboðið skilja postin sundur í tær fýra bygdirnar í oynni, og síðani til tey 33 húsini, har fólk býr í.
Á Kalsoynni er tann skipanin, at hvør bygdin hevur ein av teimum eyðkendu bláu postkassunum, hagar fólk kunnu leggja síni brøv í. Og tá Signhild fer av Trøllanesi til Syðradals hvønn morgun, so tømir hon postkassarnar á veg suðureftir.
Kl. 9:20 fer Sam av Klaksvík við postinum til Kalsoynna, og tá hann leggur at við nýggju ferjuleguna á Syðradali er Signhild á staðnum.
Nú gevur hon mannigini umborð á bátinum postin úr oynni, samstundis sum hon tekur ímóti tí postinum, sum nú skal berast út í húsini í oynni.
Bilurin sum posthús
Aðrastaðni er vanligt at postboðini  um tey eru fleiri  møtast á posthúsinum fyri at skilja postin.
Soleiðis er ikki í Kalsoynni. Orsøkin til hetta er hin einfalda, at har er einki posthús og heldur eingin boðstova til postboðini. Posthúsið í Kalsoynni er postbilurin.
Tá Signhild hevur tikið ímóti postinum fer hon inn í bilin, og byrjar síðani at skilja postin sundur eftir bygdunum. Av tí at hon jú er í Syðradali, so eru tað fólkini í hesi bygdini sum fáa postin fyrst.
Síðani gongur leiðin norðureftir til Húsar og Mikladals, áðrenn hon um middagsleitið er komin til Trøllanesar  og at enda til tey norðastu húsini í bygdini, har hon sjálv býr.
Eftir er at nú at gera upp fyri dagin, og tekur tað ein góðan tíma. So tá klokkan er farin nakað av 13, er postdagurin liðugur hjá henni.
Men tað kemur tó meiri enn so fyri at fólk koma á gátt fyri at gera smærri ørindi  m.a. at keypa talutíð til fartelefonir!
Gammeldags
Umframt tann vanliga postin, so sum brøv, bløð og tílíkt, so hevur postboðið í Kalsoynni sera nógv um at vera uppundir jól.
Umframt tann vanliga jólapostin so er skipanin tann, at øll krovini í oynni verða send umvegis Postverkið.
Og tað eru ikki smávegis nøgdir av krovum, sum verða send av oynni á hvørjum ári  heilt upp í 400 krov.
 Jú, eg havi eyka nógv at gera í november og desember mánaði, tá øll hesi krovini skulu avstað, sigur Signhild.
Skipanin er tann, at ein serstakur útjaðarastuðul verður veittur til henda flutningin, og tí er tað ókeypis at flyta júst hesi krovini av oynni.
Annars so bíleggja folk nógvar vørur aðrastaðni frá. Tey fáa dag og dagliga ymiskar príslistar inn um dyrnar, og hetta hevur áhuga millum fólk.
 Her er jú eingin slíkur handil í oynni, so fólk bíleggja nógv úr handlum í Føroyum og Danmark.
 Mong høvdu helst viljað sagt, at hetta kanska er heldur gammeldags. Men eg haldi, at hetta er so stak hugnaligt  at fólk framvegis bíleggja vørur og fáa tær sendandi aðrastaðni frá, sigur hon.

FAKTA
Postur í Kalsoy

Í Kalsoynni búgva í dag eini 150 fólk.
Her eru fýra bygdir  Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur  og í hvørji teirra er ein postkassi, sum verður tømdur hvønn morgun.
Hvønn dag ber Signhild Joensen postin út í 33 hús, har fólk búgva í.
Hon er einasta postboðið í oynni.