Vinnulív
Nú letur skjótt eitt nýtt flakavirki upp í Suðuroynni.
Tað er Jákup Joensen í Lopra, sum ergamal í garði í føroyskum vinnulívi, ið nú fer at lata flakavirki upp í heimbygdini, Lopra.
Hóast hann er komin væl til árs, hevur hann hvørki mist vónina ella álitið á, at tað ber til at hava fiskivinnu í Suðuroy.
Hann sigur, at væntandi fer flakavirkið at lata upp í vár.
Í fyrstuni væntar hann, at tað verður arbeiði til eini 20 fólk á virkinum. Men flakavirkið er væl útgjørt og hevur møguleika at virka rættiliga nógvan fisk. So hvussu nógv fólk, arbeiði verður til, veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at keypa fisk og at sleppa av við virkaðu vøruna.
Jákup í Lopra eigur fimm flakalinjur, sum kunnu setast upp á virkinum. Av teimum er ein linja til kongafisk, so virkið er væl útgjørt.
Hann ætlar at leggja størsta dentin á fesk fløk, men tað ber eisini til at frysta fløk, tí virkið hevur orku at frysta eini 5-7 tons um samdøgurið.
Flakavirkið verður í húsinum, sum Vesturland eigur á bryggjuni í Lopra. Har var flakavirkið til fyri stuttum, tá ið virkið varð leigað út.
Men tað virksemið helt uppat og síðani hevur húsið staðið tomt.
Men tað ætlar Jákup í Lopra ikki, at tað skal gera longi afturat og í seinastu hevur hann arbeitt við at fyrireika eitt nýtt flakavirki í húsinum.
Men hann ásannar, at hann er ikki heilt ungur longur, er farin um tey 75, so hansara lutur verður mest at fáa gongd á, so fer hann at lata tað upp í hendurnar á yngri kreftum at reka víðari.
Nú verður bíðað eftir at fáa góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og tað væntar Jákup Joensen í Lorpa at fáa í næsta mánað.
Tíðindini um, at Jákup Joensen fer undir flakavirki í Lopra eru ikki farin afturvið borðinum hjá teimum arbeiðsleysu í syðru helvt í Suðuroy.
? Heilt nógv fólk hava ringt og biðið um arbeiði, men enn fái eg onki gjørt uttan at skriva tey upp, sigur hann.
Rættiliga góðar vónir
Jákup í Lopra sigur, at hann hevur góðar vónir um, at tað skal bera til, ikki minst tí at útgangsstøðið er gott.
? Vit eiga húsið og tað er ongin skuld í tí. Tí kostar tað okkum ikki serliga nógv at byrja og tað er eitt heppið útgangsstøðið at hava, sigur hann.
Hann sigur, at tað kostar einar 50.000-70.000 krónur um árið í leigu, streymi, olju, trygging og øðrum, at hava húsið standandi og tí hevur hann hugsað um, hvussu tað ber til at útvega húsinum inntøkur.
? Nú hevur virkið verið flakavirki og tað mest nærliggjandi var at halda fram við tí.
Sostatt keypti Jákup Joensen tær báðar flakamaskinurnar, sum stóðu inni eftir teir, sum róku flakavirki til fyri stuttum, men síðani hevur hann eisini keypt tríggjar flakalinjur afturat frá Sancy Seafood i Vági.
Hann hevur góðar vónir um at tað ber til og hann hevur eisini samband við keyparar uttanlands, sum eru sinnaðir at taka vøruna.
Men hann heldur, at ein týðandi forteyt fyri at hava flakavirki í Suðuroy, er, at farmaskip siglur beinleiðis úr Suðuroy niður á meginlandið, so at tað slepst undan at flyta allar vørurnar til Havnar fyrst.
Tað hevur hevur verið nevnt, at farmaskipið, sum gøtumenn hava keypt, fer at sigla beinleiðis úr Suðuroy niður meginlandið týskvøld.
Men tað hóvar Jákupi Joensen illa.
? Ein beinleiðis ferð úr Suðuroy niður á Meginlandið í Evropa skal fara úr Suðuroy fríggjakvøld, sigur Jákup Joensen.
Hann veit, at fráferðir eru úr Føroyum niður til Evropa fríggjakvøld.
?Men tær eru úr Havn. Tí má allur farmur úr Suðuroy til Havnar fyrst og tað er júst hetta, sum er tann størsti trupulleikin hjá fiskivinnuni í Suðuroy. Tað leggur ein eyka kostnað á hana, sum virki norðanfyri ikki hava og tað ger eisini, at fiskurin verður ikki so góður.
?Hetta er ein kappingaravlagandi støða, sum er ein sera stórur vansi hjá vinnulívínum í Suðuroy. Tí er hetta ein vansi, sum má beinast av vegnum fyri at geva virkjum í Suðuroy javnbjóðis kappingarstøðu við virkini norðanfjørðs.
Og tað einasta rætta er at sigla beinleiðis úr Suðuroy niður á meginlandið fríggjakvøld, sigur Jákup Joensen.
? Fáa vit beinleiðis flutning úr Suðuroy niður á meginlandið, eru fortreytirnar fyri fiskivinnu í Suðuroy heilt øðrvísi og betri, enn tær hava verið, sigur Jákup Joensen.
?