Jens Mortan Mortensen, formaður í Urguleikarafelagnum, segði m.a. á Trapputinginum týskvøldið, at vit eiga nógvar góðar urgur í Føroyum, men at møguleikarnir fyri at gagnnýta tær ikki eru optimalar. Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum vísti hann hetta við at sýna nótarnar til eitt sálmalag, meðan hann tekniskt vísti, hvussu trupult hetta kann vera at spæla.
- Tí mugu vit seta størv av í kirkjuni til hetta, metti Jens Mortan Mortensen.
Hann vísti á, at felagið hevði sent eitt uppskot til Mentamálaráðið fyri góðum 4 árum síðani, hvussu tey høvdu hugsað sær, at arbeiðið hjá urguleikarum kundi verið skipað, men at einki svar var komið enn.
Formaðurin hjá organistunum greiddi eisini frá, at politikararnir høvdu játtað at pening, so at undirvíst kundi verða í urguleiki í Musikkskúlaskipanini, og at hesi fólk eisini vildu sleppa at spæla í kirkjunum, men at eingi verulig størv eru har. Sostatt finst undirvísing til urguleikarar, men einki skipað gjald er til urguleikarar, og útbúnir urguleikarar finnast, sum onga samsýning fáa.
- Vit hava ein málpolitikk, men vit hava ongan tónleikapolitikk. Vit hava nógv gomul sálmaløg, sum skulu haldast við líka eins og kvæði og sangur í skúlanum, segði Jens Mortan.
Ikki eins í Havn og á bygd
Á Trapputinginum varð eisini nógv tosað um støðuna hjá leikfólkinum í føroysku kirkjuni. Sum heild varð semja við panelið um, at tað sjálvbodna arbeiðið er ein dygd, og Poul Michelsen tók til, at hann tordi ikki sum politikari at skjóta upp at avtaka hetta.
- Tílíkt skal koma frá øðrum enn politikarunum, segði Poul Michelsen.
Fólkafloksmaðurin vísti eisini á, at parturin um fíggjarviðurskifti í kirkjuni ikki er liðugur enn, men at talan helst fór at verða um eitt slag av “blandingsbúskapi” sum hann tók til, tvs. at tað kom at verða ymiskt, hvussu ein kirkja í t.d. Havn og ein krikja á útoyggj skuldu fíggjast. Onkustaðni fór at verða lønt arbeiði hjá t.d. organistum, meðan tað skuldi verða sjálvnoðið aðrastaðni, metti Poul Michelsen.
Deknaguðstænastan eitt vælsignilsi
Annita á Fríðriksmørk minti í hesum sambandi eisini á, at yvirtøkan merkti ikki, at lok varð lagt á, hvussu farast skuldi fram. Hinvegin fór skipanin við fylgibólkum helst at halda fram eftir yvirtøkuna. Hon metti tó, at higartil var koyrt við 170 km. um tíman, sum hon tók til, og at ferðin helst fór at minka, eftir yvirtøkuna.
Spurt varð eisini, um tann so serføroyska deknaguðstænastan ikki kemst av, at tað eru ov fáir prestar. Hesum varð ikki beinleiðis undirtøka fyri, hóast ein hevði varhugan av, at her sótu fólk við pallborðið, ið vóru sinnað at viðgera slíkar spurningar. Men sum Jákup Reinert Hansen tók til, so er guðstænasta í Sandoynni í seks kirkjum í senn sunnudagar, har 18 leikfólk taka sær av hesum. Hetta metti hann at vera eina stóra styrki hjá kirkjuni.
- Lesturin er nærmast eitt vælsignilsi, helt sandsprestur og vísti á tað fólksligu ábyrgdina í kirkjuni.
Eitt sindur skemtiliga endurgav hann eisini Jákup Dahl, sum einastaðni skrivar, at ikki allir prestar dugdu so væl at prædika, men var lestur til eina deknaguðstænastu, hevði fólkið møguleika at hoyra eina dygdargóða prædiku.
Trupulleikin stórur um nøkur ár
Sum heild var tó semja við borðið um, at leikluturin hjá t.d. klokkarunum og organistunum ikki kundi sammetast, tí organistarnir hava eina drúgva útbúgving í skjáttuni. Eisini varð sagt frá einum fundarfólkinum, at kirkjan gjørdist fátækari, um leikfólkið var lønt, men at neyðugt er at urguleikararnir fáa løn og eftirløn heldur enn ta samsýning, ið latin verður í dag, tí annars hava vit ein stóran trupulleika um fá ár.
Ikki kunnað um gongdina
Harafturat segði Jens Mortan Mortensen, at tað er neyðugt at vit endurnýggja okkara sálmasang so hann hóskar bæði í lagi og teksti til okkara tíð.
Nevnt var eisini, at Urguleikarafekagið áður í blaðkjaki hevur gjørt vart við, at meðan bispur er nevndur heilar 72 ferðir í lógaruppkskotunum, so er deknur nevndur eina ferð, meðan klokkarar og urguleikarar als ikki eru nevndir.
---
FAKTA
Úr viðmerkingunum um leikfólk til lógaruppskotið um fíggjarviðurskifti Fólkakirkjunnar:
“Vandin við, at alt størri partur av arbeiðnum í kirkjuni verður samsýnt ella lønt er tvífaldur: fíggjarligi vansin er eyðsæddur, men hevur tá ið samanum kemur kanska minni at siga fyri kirkjuna, í mun til vandan fyri, at kirkjan í alt størri mun verður arbeiðspláss hjá teimum, ið hava útkomu sína har, og harvið í alt minni mun verður ein samkoma, ið fólk taka sær av, kenna sum sína og eru góð við. Gongdin er ikki ókend aðrastaðni”.