Tí varð hetta málið viðgjørt fyri opnum hurðum. Tað var eitt stórt stig fram á í søguni um býráðsins opinleika, og tað fegnast vit um, men tað var ikki fyrst og fremt borgarstjóranum fyri at takka. Um [...] um, at tað ger mun at finnast at mannagongdum í býráðnum. Málið um, hvør skuldi gera barnagarðarnar var hendan dagin sett til viðgerðar á fundi fyri læstum hurðum fyrst ? og síðani fyri opnum hurðum. Minnilutin [...] og atkvøðugreiðslan fóru at verða ? á tí stongda fundinum ella opna. Borgarstjórin segði, at tað var gamal siður at viðgera og avgera slík mál fyri læstum hurðum og so kunna eitt sindur um tey fyri opnum
at syngja. Og fá saft og karamellur. Jú, hetta verður dagur í viku hjá hesum smáu. Og tað var skjótt, at tað var, sum tað plagar at vera við slík høvi. So nógv stór vóru komin, at illa bar til at fá eyga [...] Barnaveitsla Æðuvík: Móttøka var í nýggja útibarnagarðinum í Æðuvík á grækarismessu. Barnagarðurin hevur fingið navnið Víkin. Og í Æðuvík flaggaðu tey. Ikki bara fyri tjøldrunum hendan kalda grækarismessudagin [...] seg inn á at kroka, tá illveður er. Her er stilt, og her fæst hvíld. Eisini varð hildið, at hetta var eitt passandi navn júst í Runavíkar Kommunu, her so nógvar víkir eru. Og hóast útibarnagarðurin verður
metrar, 20 kilometrar og 5 kilometrar. Svomið var í Svimjihøllini, súkklað var út Havnini, inn í Kaldbaksbotn og aftur til Skógrøkt Landsins, higani runnið var fram við strond, til Sparikassan og aftur til [...] Rasmussen. 1.21.59. 4. Hallur Stakssund. 1.24.24. 5. Kári Simonsen. 1.24.45. Tíðarsúkklingin sunnudagin var úr Kaldbak til Havnar, og síðani niðan á Kleynisvarða. Tíðirnar vóru hesar: 1. Gunnar Dahl Olsen. 36 [...] 42.53 6. Eli Christiansen. 44.00 7. Kári Simonsen. 44.55 8. Evald Rasmussen (Givin) Báðar dagarnar var vindur og regn, so tíðirnar kunnu ikki sammetast við tíðir aðrir tri-íðkarar hava, so FTF bíðar nú
Lisbeth L. Petersen er dóttir Rachel og Georg Lindenskov Samuelsen. Georg, sum var blaðstjóri á Dimmalætting í ein mansaldur, var sonur Andras Samuelsen, Føroya fyrsta løgmann og formann Sambandsfloksins í [...] sonur Jens Christian Olsen, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í 20 ár í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1963, tá hann doyði. Alfred er bróður Jógvan Ingvard Olsen, sum var tingmaður fyri Sambandsflokkin [...] Edmund Joensen beyð henni sessin fyri at fáa bilbukt við innanhýsis stríð í flokkinum í 1994. Hon var tá borgarstjóri og tók ikki av. Men hon hevur framvegis møguleikan, tí sum forkvinna Sambandsfloksins
hósdagin var landsroknskapurin fyri í fjør lagdur fram á Sjómansheiminum í Havn. Tað var Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, ið alment legði roknskapin fram. Hóast stóra yvirskotið var hann [...] Samlaða yvirskotið hjá landskassanum fyri ár 2000 var 602 milliónir, og tá eru rentuútreiðslurnar til statslánið longu drignar frá. Yvirskotið í 1999 var 648 milliónir, og munurin kemst í høvuðsheitum av
skilja á landsstýrismanninum í Vinnumálum var eftir øllum at døma nógv samskifti millum Postfelagið og Tjóðveldisflokkin, meðan hesar samráðingar fóru fram. Og var hetta samskiftið beinleiðis orsøkin til [...] Postverkinum, var semjan í Tinganesi. Súltað av Tjóðveldisflokkinum Bjarni Djurholm legði tí í januar uppskot fyri tingið um framtíðina hjá Postverkinum. Men fyri góðum tveimum vikum síðani var tingsetan av [...] , Bjarna Djurholm, allarhelst orsøkin til, at Postverkið ikki verður dagført. ? í november í fjør var Vinnumálastýrið nærum komið á mál við eini ætlan um, hvussu Postverkið skuldi dagførast. Men av ávísum
kkin og Sjálvstýrisflokkin. Hoyrdi eitt brot frá fólkafundinum, tað var ein blanding av tjóðskaparromantikki og tosi um, at Guð var loysingarmaður. Ein margháttlig blanding. Tað er ongantíð rætt at blanda [...] sjónarmið Bárður Olsen Álvaratos hvørjum roynir hann at lúgva fyri? Tað var langt úti. Samgongan hevur spælt fallit. Tað einasta rætta er nýval. Um samgongan skal fáa sítt trúvirði aftur, so skal ein [...] tað er tíð uppá at finna útav, hvat meirilutin av Føroya fólki vil. Nyrup segði, at skiftistíðin var fýra ár og dermed basta. Av einari ella aðrari grund skilti samgongan tað ikki, tí í langa tíð eftir
Peter O. K. Olofson tók til málsligar snildir, tá hann var til skips við Ljósafelli í fjør. Hetta greiðir hann frá í nýggjari bók, sum hann hevur skrivað um sín fyrsta veruliga túr til sjós. Telefonsamrøðurnar [...] sent í telefaxi umborð á Ljósafelli, og har kundi skiparin so bara staðfesta, at eitt ólesiligt bræv var komin til Olofson. Fyrrverandi presturin dugir grikska alfabetið, og tí fekk hann lisið brøvini uttan [...] hátt kundu eg og konan hava privat samskifti. Tað bar til at verða meiri persónligur, enn um talan var um telefonsamrøður umvegis fylgisvein, skrivar Olofson í nýggju bók síni. Okkara prestur Bókin »Da
kappingin í ár varð koyrd í Stjær, og var hetta ein sonenvd innleiðingskapping, sum felagið hjá Rógva skipaði fyri. Nøktandi úrslit Rógvi greiður frá, at eftir hansara tykki var talan um eina sera hóskandi kapping [...] fáa fatur aftur á bólkinum, men tá Rógvi sjálvur eisini var við í hesum, tóktist alt kortini at vera, so sum tað skuldi. Fyri Cycling Aarhus var endaliga úrslitið sera gott. Rógvi greiðir frá, at teir [...] mest sum øllum kappingunum, sum eru í Danmark. Um kappingina annars sigur Rógvi, at nógvur vindur var hendan dagin, og at hetta eisini sást aftur í súkklingini. Ein bólkur av súkklarunum slapp beinan vegin
helst var hetta ætlað sum innlegg, men bólturin tók beina kós móti málinum, og tá málverjin so royndi at bjarga, var hann óheppin. Bólturin støkk í tværstongina, niður í bakið á málverjanum og so var 1-0 [...] fleiri ferðir áður mundu tveitt sær stigini burtur enn einaferð. Høvdu tamarhald á Fyrra hálvleik var tað Sumba, sum stýrdi tí mesta, og tað vóru eisini teir, sum fingu málini. Tað fyrra kom um miðjan [...] ikki færri enn fýra mans fingu reyða kortið. Dómarin, Erling Eysturoy, segði eftir dystin, at har var sum so einki hjá sær at gera, uttan at bíða til menninir skiltust, og so geva teimum ta revsing, sum