sjónarmið
Bárður Olsen
Álvaratos hvørjum roynir hann at lúgva fyri? Tað var langt úti. Samgongan hevur spælt fallit. Tað einasta rætta er nýval. Um samgongan skal fáa sítt trúvirði aftur, so skal ein fólkaatkvøða verða í mai ella stutt eftir. Eg eri troyttur av at hoyra um loysing og samband, tað er tíð uppá at finna útav, hvat meirilutin av Føroya fólki vil. Nyrup segði, at skiftistíðin var fýra ár og dermed basta. Av einari ella aðrari grund skilti samgongan tað ikki, tí í langa tíð eftir hetta tosaðu tey um 12 ár. At enda fataði løgmaður tað og avlýsti fólkaatkvøðuna. Um samgongan ikki klárar at semjast um eina fólkatkvøðu, so eigur hon at pakka saman. Alt annað er at halda Føroya fólk fyri gjøldur.
Tað er ringt at spáa um, hvør flokkur vinnur eitt næsta val, men tað verða helst Sambands- ella Tjóðveldisflokkurin. Aftur ein polarisering. Næsta samgonga verður nokk ikki tann sama sum tann núverandi. Sjálvt um Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin standa saman nú, fara teir neyvan at gera tað eftir eitt nýval. Næsta samgongan verður møguliga gjørd millum Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin.
Hoyrdi eitt brot frá fólkafundinum, tað var ein blanding av tjóðskaparromantikki og tosi um, at Guð var loysingarmaður. Ein margháttlig blanding. Tað er ongantíð rætt at blanda politikk og átrúnað saman. Tað hevur víst seg at verða ein eksplosivur cocktail.
Hví vil danska stjórnin ikki, at vit loysa? Fái meg ikki at trúgva, at tað snýr seg um økonomi og verjupolitikk. Danir eru nokk bangnir fyri, at Grønland fer at taka loysing stutt eftir, at Føroyar hava loyst. Í sambandi við verjupolitikk, er Grønland nógv týdningarmiklari enn Føroyar. Tað gevur eisini status at eiga heimsins størstu oyggj. Fólkaatvøða var í Føroyum stutt eftir, at Ísland tók loysing. Danir eru bangnir fyri, at søgan fer at endurtaka seg.
Einaferð í framtíðini eiga vit at taka loysing, men tað skal gerast við skili. Tá tað fíggjaliga er forsvarligt at taka loysing. Tjóðskaparromantikkur er kanska ein góð grund fyri at taka loysing, men ikki nóg góð. Tá tað fíggjarligt er óforsvarligt, mugu vit lata verða. Tí tað ber jú ikki til at liva av tjóðskaparromantikki eina.
Er olja í undirgrundini kunnu vit byrja at hugsa um at loysa, men tað snýr seg ikki bara um pengar.
Hvat fer at henda eftir, at vit einaferð hava loyst? Verður tað isolering? Um vit einaferð fara at taka loysing, eiga vit at fara við í ES. Ísland og Noreg fara uppí, so er spurningurin, um vit klára okkum uttanfyri? Tað er kanska eitt sindur tápuligt at taka loysing og so knýta seg uppí ES, men alt er betri enn isolering. Vit eru ein partur av stóru verð og eina at taka eina ábyrgt, sjálvt um vit eru lítil og fáment. Livst so spyrt.